Friday, February 14, 2014

Visionerar myndir hjá Forrest Bess


Í Neuberger Museum of Art í New York letur ein framsýning upp við málningum hjá Forrest Bess (1911-77), sum eg datt um í New York Times á netinum í gjár. Forrest Bess var nokk so kendur listamaður í fimtiárunum, tá sýndi hann fram saman við Rothko og Pollock, men hann gavst og livdi síðani av at fiska. Framsýningin "Forrest Bess: Seeing Things Invisible" dregur listamannin fram úr gloymskuni, hansara málningar eru framúrskarandi, málihátturin minnir eitt sindur um gamlar myndir hjá Anker Mortensen, abstrakt, andaligt við ymiskum symbolum. Onkrar myndir hjá honum minna eitt sindur um málningar hjá Arnold Vegghamar og aðrar líkjast Steffan Danielsen, so tað er ikki keðiligt. Framsýningin í Neuberger Museum of Art lýsir mannin Forrest Bess umframt listina hjá honum og maðurin hevði eitt rættiliga fløkt lív, m.a. av tí, at hann royndi at gera tankar sínar um sameining av tí mannliga og kvinnuliga til veruleika við at fremja skurðroyndir á seg sjálvan fyri at gerast eitt slag av tvíkynjaðum persóni. Hann var serstakur á so mangan hátt, allir málningarnir, sum hann málaði komu úr visiónum, sum hann sá fyri sær. Lesið meira um Forrest Bess her:

http://www.nytimes.com/2014/02/14/arts/design/forrest-bess-gets-personal-at-the-neuberger-museum.html?ref=arts






http://www.nytimes.com/2012/03/23/arts/design/forrest-bess-paintings-at-christies-and-whitney-biennial.html







(KP)