Hevur tú ikki verið i Norðurlandahúsinum og sæð tær finsku
framsýningarnar har, fari eg at viðmæla, at tú fert ein túr nú vikuskiftið
stundar til. Tað er ein fjølbroytt uppliving við installatiónslist, tekstilskulptur
og grafikki, sum fæst burtur úr eini vitjan í Norðurlandahúsinum í løtuni,
umfrat nógv annað gott. Her eru nakrar myndir av grafikkinum, har tað ikki
minst er gott at síggja myndirnar, sum Anna Se gjørdi í Steinprenti. Hon hevur sín heilt egna, kærleiksfulla og barokka myndamál.
Perspektivið er ofta barnsligt og altruistiskt og heimurin tykist onkursvegna fremmandgjørdur
og løgin sum vit síggja tað á surrealistisku myndini við ballónum, sum eru
fullar av stuttligum, men eisini heldur óhugnaligum lutum.
Barnsligar men eisini syrutar myndir
Útsýni yvir m.a. Tinganes - skýggini eru persónliggjørd og hava ringa uppsikt
Útsýni yvir ein stórbý - ballónirnar eru løddar við Mickey Mouse, jørðini, einum skølti, einum súrepli og einum skølti
(KP)