Jorn & Pollock – Kollveltingarleiðir
Í annaðkvøld, mikukvøldið 12.februar verður ein spennandi fyrilestur í Listasavni Føroya um tveir stórar listamenn, danska Asger Jorn og amerikanska Jackson Pollock. Tað er Lotte Nishanthi Winther, sum fer at greiða frá, hon er listfrøðingur mag. art. og granskari á framsýningini Jorn & Pollock - Kollveltingarleiðir, sum Louisiana sýnir fram í løtuni í Humlebæk, DK.
Hon hevur verið við til at skriva stóru bókina, sum kom út í sambandi við framsýningina, og síðsti partur av bókini er skrivaður á Nesi, har Lotte Nishanthi Winther býr saman við synum sínum og manninum, hann er jazzpianistur og starvast í løtuni sum organistur í kirkjuni í Hvalba og á Tvøroyri. Lotte er ættað úr Føroyum í móðirætt, abbin var sandoyingur. Fyrilesturin í Listasavninum byrjar klokkan sjey.


(KP)