Sunday, February 2, 2014

Heimslist í Havn




Í dag klokkan fimm letur framsýningin hjá Terike Haapoja upp, og eg gleði meg sum ein smágenta. Tað er sjáldsamt, at vit hava høvi at uppliva heimslist í Havn. Framsýningin, vit fara at uppliva í dag, var at síggja í Venesia á Biennaluni í fjør summar og nú er hon her í Norðurlandahúsinum í Havn, og tað er í sær sjálvum fantastiskt. Listakvinnan hevur fyrilestur klokkan fýra og bæði fyrilestur og framsýning eru ókeypis og fyri øll. Eg seti eitt link inn til ein film frá Biennaluni, men installatiónslist skal sjálvandi upplivast í sjálvum framsýningarrúminum og hesa ferð hava vit møguleikan! 









(KP)