Í flestum heimum
hanga listaverk, og áhugavert hevði verið at sæð nøkur av teimum og hoyrt um,
hví tey hava týdning fyri eigaranar. Tí vilja vit fegin læna títt
yndislistaverk til eina felagsframsýning í Norðurlandahúsinum, sum letur upp
14. mars 2014. Tey, sum vilja verða við skulu fyrst senda ein meyl til: listaverk@nlh.fo. Freistin er 3. mars 2014.
Í meylinum skal
vera: Mynd av verkinum, har tað hongur í sínum dagliga umhvørvi, upplýsingar um
listaverkið: listafólk, heiti og árstal (um møguligt), í mesta lagið 100 orð
um, hví tær dámar verkið ella hví verkið hevur týdning fyri teg, navn og
telefonummar hjá eigaranum.
Norðurlandahúsið
tekur í móti listaverkunum í vikuni 3. mars til 9. mars. Mynd og tekstur
skulu brúkast til ein bókling, sum verður gjørdur í sambandi við framsýningina.
Um onkur ynskir at vera navnleys, skal hetta viðmerkjast í meylinum.
Her er eitt dømi:
Hanni Bjartalíð: Páskamynd. 2005-2008.
Eg havi valt
páskamyndina hjá Hanna Bjartalið, tí Hanni Bjartalíð er ein av mínum
yndislistafólkum og tí at eg haldi, at hetta listaverkið er so deiliga snedigt.
Eg haldi, at mær dámar væl list, sum er ring at fáa skil á, og sum ger, at eg
kann blíva við at undrast. Hendan myndin við smílandi beinagrindini og løgnu
pákaliljuni fari eg nokk aldrin at skilja, men hann fer altíð at yvirraska meg
og bjóða mær av. Tað vóni eg.
Inger Smærup
Sørensen