Tað er í Berlin, tað gongur fyri seg, tað er har mann skuldi verið skilst, tá mann lesur útlendskar lista- og mentanarmiðlar. Í New York Times verður eitt verk lýst, sum ljóðar inspirerandi Tað er gløggi íslendski performance listamaðurin Ragnar Kjartansson, sum er biðin at skapa eitt verk í Volksbühne, avantgarde teatrið í fyrrverandi Eystur-Berlin, sum í mong ár hevur verið millum týdningarmestu politisku leikpallar í Europa. Verkið hjá Ragnari Kjartansson er øðrvísi og provokerandi í mun til bæði henda pallin og til týska søgu sum heild, tí verkið hjá honum er í kenslubornum tjóðskaparromantiskum stíli ið heilt einfalt er miðsavnað um vakurleikan. Við eini tilsiping til U2 kann mann siga, at Kjartansson hervið tekur vakurleikan aftur frá nazistunum sum tá U2 á sinni tóku Helter Skelter aftur frá Charles Manson. Nazistarnir skýggjaðu ta progressivu modernismuna og søktu aftur til klassisistisk, tjóðskaparromantisk ideal, sum kundu tey káva út yvir teirra ræðuligu misgerðir við listarligum vakurleika. Wagner og Caspar David Friedrich eru dømi um framúrskarandi listafólk, sum vóru høgt í metum tá. Pallurin minnir um onkra mynd hjá Friedrich, so veit eg ikki um Wagner hoyrist aftur í tónleikinum, men hann verður lýstur at vera undurvakur. Í grein í The New York Times er áhugaverd samrøða við Ragnar Kjartanson, sum m.a. sigur “Beauty really is a delicate subject in Germany. Stórsligna tónleikin hevur Kjartan Sveinsson (Sigur Rós) gjørt við útgangsstøði í skaldsøguni Heimsljós, sum Halldór Laxness skrivaði í 1937. Nýggja verkið eitur “Der Klang der Offenbarung des Göttlichen" eftir einum kapitli í bókini. Sambært greinini í New York Times fara teir báðir íslendsku listamenninir eisini at samstarva í mai í The New Museum í New York við verkinum "Tak meg her við uppvaskimaskinuna", sum er ein regla úr einum erotiskum íslendskum filmi, har foreldrini hjá Ragnari Kjartansson spældu við í 1974.
http://www.nytimes.com/2014/02/20/arts/international/testing-german-ideas-of-beauty.html?ribbon-ad-idx=4&rref=arts/international&module=ArrowsNav&contentCollection=International%20Arts&action=keypress®ion=FixedLeft&pgtype=article
(KP)
http://www.nytimes.com/2014/02/20/arts/international/testing-german-ideas-of-beauty.html?ribbon-ad-idx=4&rref=arts/international&module=ArrowsNav&contentCollection=International%20Arts&action=keypress®ion=FixedLeft&pgtype=article
(KP)