Friday, February 7, 2014

Tað lætta valið


 
Seinnapartin byjra olympisku vetrarleikirnir hjá Putin, og kanske eru  summi, sum lesa hetta, ið ætla at hyggja eftir upplatingarfagnaðinum í sjónvarpinum. Men millum klokkan 17 og 19 hendir nakað í Havnini, sum nokk fer at draga tey flestu upp úr sofuni eina tíma ella tveir. Tá fara fimm ung listafólk nevnlig at avdúka, hvat tey hava arbeitt við seinsta mánaðin og tey bjóða eisini til spennandi yrkingar og tónleik – púra ókeypis. Klassiska valið millum ítrótt og list kann vera trupult, men í dag hava vit øll tað lætta valið. Kom í Vinnufram, Hoyvíkvsveg 51 (gamla Rúsan), har tey besta unga føroyska listin verður at síggja, og har verður loyvi til, sum tað ikki verður í Sochi – at mussa hvønn man vil.


https://www.facebook.com/events/603871819687379/?source=1