Í gjár læt MFA-endaframsýningin hjá Jóhan Martin Christiansen upp, sum hann heldur eftir lokna útbúgving í kunstakademinum í Malmø. Framsýningin hevur heitið LIGHTGREEN, DAYDREAM, EYESHADOW og hon er fjølbroytt. Við á framsýningini eru grafisk verk, dúkar (summir teirra eru litaðir við m.a. tei og blekki), gipsrelieff og video - alt installerað soleiðis at markið millum hvørt einstakt verk gerst onkursvegna ógreitt. Eg havi sett Jóhan Martini nakrar spurningar um m.a. heitið á framsýningini. Jóhan Martin greiðir frá, at heitið sipar til mangt ymiskt: "Ljósagrøni liturin er á ein hátt ein tilsiping til ein málning hjá Edgar Degas "Ljósareyðir dansarar áðrenn ballettina" (1884), har ið litlæran hjá Goethe verður konkretiserað - tað vil siga tann sannroynd, at tá ið eygað er í grønum ljósi í eina tíð, og flytur seg aftur í "vanligt" ljós, verður umhvørvið ljósareytt. Onkursvegna manipulerar eygað okkara fatan av verðini. Hetta er eitt heilt konkret dømi um hvussu ljós, myrkur og skuggi er ein partur av framsýningini. Hiðani kemur hugtakið um eygnaskuggan - talan er sostatt ikki um smyrsl, men um mekaniska eygað, sum observerar ljós/myrkur/skugga, so far so good, men hvussu er við restini av eyganum, har ljós ikki verður absorberað og gjørt um til myndir av heiminum - skuggin inni í eyganum. Hetta brúki eg til at hugleiða um tað neyðugu óvissuna, har sum dagdreymir verða til. At tosa um dagdreymar og eygnaskuggar sum avleiðing av ljósi kann ljóða eitt sindur abstrakt, men dagdreymar hanga onkursvegna saman við melankoli og mildari hallucinatión. Tað kann blíva ein ferð inn í eina aðra verð; kanska inn í eina heila árstíð í samrøðu við Rimbaud".
Jóhan Martin Christiansen hevur arbeitt rættiliga nógv við video, hann greiðir frá, at á hesari framsýningini er videoverkið í trimum pørtum. Undirteksturin (á enskum) er á einum skermi fyri seg, so at hann trínur fram sum ein yrking, men sum samstundis er knýttur at røddini í rúminum við síðuna av, sum greiður frá á føroyskum við ymiskum eygleiðingum av dansi; Freddie Mercury, Degas, Gagarin og Lady Gaga, um einsamalla træið og so víðari.
Sum lesarin helst hevur lagt til merkis, er hetta nakað nýtt, sum vit ikki hava upplivað í føroyskari list og tað er sera áhugavert sum listamaðurin greiðir frá: "Gipsrelieffini eru avstoypingar av botninum á pappkassum, ein undirspæld minimalisma, við tilsipingum til ready-made traditiónina. Tó eru tey ikki "viðmerkjandi" verk, tað vil siga at tey eru ikki konseptuel kritisk yvir fyri einari listarligari traditión - tey eru bara."
Grafisk verk eru eisini við á framsýningini, tey lýsir listamaðurin soleiðis: "Grafisku verkini eru abstraktir linoleumsskurðir, sum tó hava eitt myndevni sum grund - trø og Stravinsky. Ein ferð til Stockholm í toki síðsta heyst, gav íblástur til at arbeiða við trøum, samstundis sum eg lurtaði eftir Stravinsky - Le Sacre du Printemps - meðan eg skar í linoleumiið. Tað eina grafiska verkið er eitt prent av baksíðuni á eini linoleumsplátu."
Sjálvt um listin hjá Jóhan Martini Christiansen umboðar nakað nýtt í føroyskari listasøga, ger hann sjálvur vart við hvussu stóran týdning ein gamal meistari sum Ingálvur av Reyni hevur havt fyri hann. Á ólavsøkuframsýningini í fjør hekk eitt áhugavert verk´, ein fín lítil mynd hjá Ingálvi av Reyni, sum Jóhan Martin Christiansen hevði vent við so, at hon hongur á høvdinum. Umvendingin av myndini var sjálvandi gjørd við loyvi frá familjuni, og eg veit, at hon varð gjørd í størstu virðing fyri stóra vegaranum í føroyskari list. Jóhan Martin Christiansen hevði eisini tekstillistaverk ella dúkar við á framsýninging greiðir listamaðurin frá: "Størsta verkið á framsýningini er 2,5 x 10 m, sum eru hvít løk, ið eru seymað saman - eitt av teimum er litað í blekk, olju og máling. Heitið á verkinum, "Fólk", sipar til málningin hjá Ingálvi av Reyni "Fólk við havið" frá 1972. Men er eisini eitt sokallað tragediuverk, har ið eg endurminnist Damaskus (eg var í Damaskus í 2009) og fólkini har, eg royni at finna fram luktin av býnum, ferðsluni, og ljósið - men tað liggur bara í minninum og hvítu løkunum.
At enda spyrji eg listamannin hvussu tað kennist at gera eina slíka endaframsýning. Jóhan Martin svarar, at tað kennist løgið: "Tað eru sjey ár síðani eg flutti til Danmarkar fyri at fáa mær eina listarliga útbúgving - og eg kann ikki siga annað enn at eg geri akkurát tað sum mær dámar best, at gera list. Men nú skal okkurt nýtt henda, ein nýggj dagsskrá. Eg fari at finna mær eitt atelier, og gleði meg til ein róligari dagligdag. Í summar fari eg at arbeiða eitt sindur í Føroyum. Eg eri so heppin at hava fingið Íverksetanarstudning frá Mentanargrunni Landsins, sum gevur mær møguleika at arbeiða og leiga atelier, keypa tilfar, og eisini gera eina framsýning í Føroyum í heyst. Hetta verður í Steinprent í oktober. Tað verður nokk ein minni og redigerað útgáva av míni endaframsýning. Eg havi ikki sýnt fram í Føroyum síðani 2009, altso umframt á bólkaframsýningum (s.s. á Ólavsøkuframsýningini), so tað gleði eg med ordiliga nógv til. Annars eru onkrar bólkaframsýningar á skránni ein er í Havn og ein í Keypmannahavn á TOVES í mars."
Hjartaliga til lukku við framsýningini, Jóhan Martin, hon sær framúrskarandi áhugaverd út, og eg gleði meg at síggja nøkur av verkunum í Steinprenti í heyst.
(KP)