Friday, February 21, 2014

FMA - nú er stund at gleðast yvir tónleikin

Leygarkvøldið 15.mars verður avdúkað hvør vinnur FMA heiðurslønirnar og í dag komu tilnevningarnar, tær eru ómetaliga blandaðar og tað er gott. Frálíkt at síggja onnur tónleikasløg enn popptónleik á innstillingarlistanum eisini. Tað er eitt fyrimyndarligt samstarv millum Norðurlandahúsið, Miðlahúsið og Kringvarpið, sum úrslitar í Faroese Music Awards, har føroyskur tónleikur verður heiðraður og har ljós verður varpað á alt tað góða, sum hendi á føroyska tónleikaøkinum í fjør. Á listanum eru nógv góð fólk, bólkurin Byrta er tilnevndur fleiri ferðir, spennandi verður hvør vinnur. 

TEY TILNEVNDU Á FMA ERU:
ROCK/MÁLM, JAZZ, BLUES OG FOLK BÓLKURIN:
Soleiðis kanst tú atkvøða

SMS-skipanin er nú opin, og tú kanst atkvøða.

Send eitt sms til 1940 og skriva FMA og nummarið, sum stendur framman fyri tann bólkin ella einstaklingin, tú ynskir skal hava tína atkvøðu. Hvørt fartelefonnummar kann bert atkvøða einaferð í hvørjum bólki.

Kostnaðurin er 5 krónur + vanligan sms-takst

ROCK/MÁLM, JAZZ, BLUES OG FOLK BÓLKUR

Ársins sangari ella einleikari
10 Kári Sverrisson
11 Jón Aldará
12 Høgni Lisberg

Ársins bólkur ella einstaklingur
20 Týr
21 Hamferð
22 Kári Sverrisson & Bendar Spónir

Ársins fløga
30 Valkyrja – Týr
31 Evst – Hamferð
32 Nøkur fá fet aftrat – Kári Sverrisson & Bendar Spónir

Ársins sangur
40 Stóra lívmóðurin – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
41 Tokan – Marius og Svævar Knútur
42 Nation – Týr

---

OPIN BÓLKUR

Ársins einleikari ella bólkur
50 Eivør
51 Bendar Spónir
52 Kvartettin í Betesda

Ársins fløga
60 Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
61 Skrímslið, lítla systir mín - Eivør
62 Bendar Spónir – Hvussu bendir man spónir

Ársins lag/verk
70 Lurta nú – Eivør
71 Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
72 Hin nýggi sangurin – Bendar Spónir

POPP BÓLKUR

Ársins sangari:
80 Teitur
81 Høgni Reistrup
82 Knút
83 Jens Marni
84 Hallur Joensen

Ársins songkvinna:
90 Greta Svabo Bech
91 Guðrið Hansdóttir
92 Guðrun Pætursdóttir Háberg
93 Døgg Nónsgjógv
94 Laila Carlsen

Ársins fløga
100 Byrta – Byrta
101 Story Music – Teitur
102 Undirgangstónar – Swangah
103 Áðrenn vit hvørva – Høgni Reistrup
104 With Stars & Legends – Hallur

Ársins sangur
110 Loyndarmál – Byrta
111 Tú tók mína hond – Døgg Nónsgjógv
112 Shut Up & Sing – Greta Svabo Bech
113 Rock And Roll Band – Teitur
114 Heyah – Allan Tausen

Ársins bólkur/einstaklingur
120 Byrta
121 Teitur
122 Greta Svabo Bech
123 Høgni Reistrup
124 Swangah

Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
130 Byrta
131 Døgg
132 Greta
133 The Absent Silver King
134 LoverLover
135 Flamma
136 Allan Tausen
137 Laila av Reyni
138 Jákup Lützen




Eivør




Kvartettin (?!) í Betesda

Laila av Reyni


Swangah


Kári Sverrison
(KP)