Áhugaverdu listaframsýningarnar í Føroya heitasta (tey meina helst fjálgasta) Norðurlandahúsi lótu upp í gjár og longu áðrenn upplatingina var høvið at
hoyra fyrilestur hjá finsku listakvinnuni, Terike Haapoja. Fyrilesturin var ein
avbjóðing hjá okkum hálvdeyvu, men eg spílaði oyruni út tað eg var ment, tí tað
snúði seg um list og vísindi, og her vóru fleiri sjónarmið, sum vóru áhugaverd
og inspirerandi, um eg ikki taki undir við teimum. Listakvinnan legði út við at
staðfesta stóra týdningin, sum list og mentan hava í samfelagnum og greiddi
síðan frá hvussu listin altíð hevur verið treytað av kapitalistiskum
spælireglum - eisini nýggja antimaterialistiska listin verður tvørt at siga
handlað fyri milliónir. Síðani ídnaðarkollveltingina hava vit við okkara
antropocentrisku heimsfatan reduserað djórini at vera reinar søluvørur, sjálvt
um tey eru sosialar verur eins og menniskju - hvat um vit sóu menningina frá perspektivinum
hjá fenaðinum og tóku ábyrgd av okkara planet? Hetta er ikki fyrstu ferð, tílík sjónvarmið eru frammi í Føroyum, fleiri útlendsk listafólk, kanska serliga tey,
sum búgva og virka í stórbýunum hava tílíkar hugsjónir og arbeiða listarliga við teimum í antikapitalistiskum, prosessorienteraðum listaverkum. Vit hava eisini upplivað hetta rákið
áður í listasøguni eitt nú í seksti- og sjeytiárunum t.d. hjá kenda
landart listamanninum Robert Smithson, og hjá amerikansku listakvinnuni Lee
Lozano og danska listamanninum Peter Louis Jensen, síðstnevndu tóku avleiðingarnar og hildu heilt uppat við at framleiða verk. Í dag kann tílík list
sjálvandi fatast sum ein reaktión í mun til heimsumfatandi
umhvørvistrupulleikar, til fíggjarkreppuna og sum stikni til alt fíggjarkervið
og samfelagsskipanina orsakað av kreppuni og ósmædnu framferðini hjá bankunum.
Á veg inn í framsýningarskálan hongur ein kunnandi seðil, har greitt verður frá, at installatiónin COMMUNITY er bygd upp av fimm videoprojektiónum og av ljóði. Projektiónirnar
vísa filmar niður á rund plaetau í framsýningarrúminum, filmarnir eru tiknir upp við
hitaleitandi, infrareyðum kamera og í filmunum síggja vit hvussu djór kølna
aftan á deyðan. Í prosessini hvørvur myndin spakuliga meðan kroppurin letur frá
sær hita alt í meðan áskoðararnir, sum savnast kring installatiónirnar gerast
partur av gongdini. Í framsýningarrúminum síggjast filmar av smáum og størri
djórum, sum kølna og so hvørt sum hvør filmur er uppi, byrjar hann av nýggjum.
Framsýningin broytir tessvegna allatíðina skap. Listakvinnan tekur støði í entropi, ið verður nýtt sum mát fyri óordan í eini skipan við orku ella informatión. Entropi lýsir
gongdina til alsamt størri ólag í alheiminum. Allar skipanir hava kós móti
øktum entropi, munurin millum verandi støður og eindir hvørvur so líðandi.
Hugtakið verður nýtt innan vísindi og í eini samtíðarlist, sum miðsavnast um prosessir, er hugtakið næstan sjálvsagt. Í kunningini til framsýningina ljóðar tað heldur enn ikki hættisligt: Tá vit doyggja
hvørvur munurin millum okkum og okkara umhvørvi. Vit geva burtur ta orku, sum
er neyðug fyri at uppihalda lívinum, vit missa greiða skapið á kroppinum og til
seinast verða vit dust. Vit síggja hvussu hetta hendir fyri onnur, men ikki
okkum sjálvi; deyðin rakar altíð onkran annan. Í eini tíð við
veðurlagsbroytingum og hópframleiddum ídnaðarvørum burtur úr djórum og øðrum
handilsvørum síggja vit hvusu entropi og deyði verða sameind við kapitalistiska
búskapin. Tess skjótari vørurnar rotna, tess effektivari verður kapitalumfarið.
Men hóast villingarsjónina um endaleyst avkast frá vørunum, vendist gongdin
ikki, sum lógin um entropi spáar. Einstaklingar og djórasløg hvørva.
Komin inn í myrkrið í Skálanum tók eg meg í at hugsa, at eg skuldi ynskt at sloppið at sæð framsýningina í einum meira opnum lendi, tvs. uttan at hava hoyrt fyrilesturin frammanundan, tí hatta gerst ov dogmatiskt ella umhvørvisfrelst fyri meg til at vera list. Áðurnevndi kunningarlepi, sum er uppsligin á hurðina til framsýningina er nøktandi, tí hetta er í grundini ikki torført at skilja. Í myrkrinum tykjast ljóssirklarnir dekorativir, bláir, reyðir, orange, gulir og grønir alt eftir hvar tey ymisku djórini eru í køliprosessini eftir deyðan, og tey rundu ljósskapini góvu mær sorgblítt hugasamband við gamlar science fiction filmar ella til eina framførslu hjá Daft Punk. Suðandi ljóðið í høllini skiftir alt eftir hvar tú ert stadd í framsýningarrúminum og fyrikemur næstan heimligt, eg haldi tað er tí, at tað minnir um vind. Eg stóð eina løtu og lurtaði og hugdi meðan reyði liturin hvarv og eg veit ikki hvussu nógv eg fekk burtur úr tí, men tað gjørdi eg helst allíkavæl, kundi eg staðfesta av bláa andvekrinum um náttina. Í klárum dagsljósi gerst fagnaðurin meira eintýddur og sannførdur, eg ætli mær niðan aftur at uppliva framsýningina í friði og náðum og uttan ferniseringsrokan, meðan eg fegnist um at hava ein stovn sum Norðurlandahúsið, sum megnar at veita føroyingum tílíkar upplivingar av samtíðarlist í heimsklassa, framsýningin var jú at síggja á Venezia Biennaluni í summar! Eg fegnist eisini um, at Norðurlandahúsið hevur fólk sum Inger Smærup Sørensen (mín medredaktør her á listablogginum), sum megna at taka ímóti, miðla og skipa fyri framsýningum av hesum slagnum.
(KP)