Ein svippur uttanlands er altíð gylt høvi
at skoða list, tá eg var eitt ørindi í danska høvuðstaðnum í vikuskiftinum, sá eg m.a. framsýningina hjá listabólkinum Den
Gyldne, har m.a. Bjarne Werner Sørensen, Torbjørn Olsen og Tróndur Patursson
eru við. Hesin bólkurin er grundaður á tankan um eitt serligt norðurlendskt eyðkenni,
sum tey kanska sjálvi ivast í.
Listafólkini eru í hvussu so er rættiliga ymisk og hetta verður eisini tilskilað í
tíðindaskrivinum og í kataloginum, sum er ókeypis til øll at taka heim við, og takk fyri tað. Sjálvt um framsýningin er fjølbroytt, hava fleiri av teimum
framsýnandi listafólkunum til felags ein listarligan framburð, sum klingar eins
altmodisch og upprunaheitið hjá listabólkinum, sum við stovnanina í 1992 æt "Den Gyldne
Orgeltone i Nordisk kunst". Bólkurin plagdi at sýna fram í Charlottenborg
við Kgs. Nytorv, men Den Gyldne reyk út saman við hinum listabólkunum, tá setti stjórin, Bo
Nilsson í síni (miseydnaðu) roynd at relancera Charlottenborg sum altjóða
listahøll, slapp sær av við teir vælumtóktu listabólkarnar. Framsýningarsalurin í
Rundatorni er í gamla bókasavnssalinum. Hølið er heldur minni enn hølini í
Charlottenborg, sum í grundini hóskaðu serstakliga væl til framsýningarnar hjá
Den Gyldne, men plaseringin mitt í býnum í Keypmannahavn riggar væl til Den
Gyldne, sum eisini hevur verið væl vitjað síðan ferniseringina
fríggjadagin.
Konseptið hjá Den Gyldne minnir um tað hjá Heystbólkinum við
etableraðum og ymiskum listafólkum, sum sýna fram saman eina ferð um árið og
sum onkuntíð bjóða gestum at framsýna. Tann elsti limurin, P.O.Hansen er føddur
í 1927 og tann yngsti er Bjarne Werner Sørensen, sum er føddur í 1960. Í
ár framsýna Søren Birk, Ken Denning, Gorm Eriksen, Ole Folmer Hansen,
PO Hansen, Annette Holdensen, Aka Høegh, Annelise Kalbak, Hans Krull,
Solveig Lohne, Frode Gundorf Nielsen, Karin Olesen, Torbjørn Olsen,
Trondur Patursson, Bjarke Regn Svendsen, Bjarne Werner Sørensen, Steffen
Tast og Frede Troelsen. Formaðurin Gorm Eriksen sigur soleiðis um hesa framsýningina: ”I anledning af Den Gyldnes
forårsudstilling i Rundetaarn genopliver vi titlen på vores første udstilling,
”Den Gyldne Orgeltone i Nordisk Kunst”, der fandt sted på Charlottenborg
tilbage i 1992. Efter to årtier føler vi, at tiden atter er inde til at
fokusere på det særlige nordiske, der i disse år går sin sejrsgang over hele
kloden. Dette uanset om vi taler kunst, arkitektur, design, det nordiske
køkken, vores cykelkultur eller vores demokratiske tilgang til livet. Verden
har endnu en gang fået øjnene op for, at det nordiske er noget enestående, og
de udstillede værker giver forskellige bud på, hvad det særligt nordiske kunne
være inden for billedkunsten. Orgeltonen ser vi som en metafor i form af en
klangbund”
Framsýningin er heldur misjøvn, bæði góð og vánalig verk eru við, og eitt nú høvdu lampuskermastandmyndirnar hjá Karin Olesen kanska verið stuttligari í tonkunum enn tær eru í veruleikanum. Men nettupp lampuskermarnir og vavgreyturin millum tey ymisku stílsløgini og tøknini við denti á gamla, siðbundna málningin, vatnlitamyndina osfr, at hetta minnir um eina rúmliga, fjálga, men eisini nokk so leysa og tilvildarligt samansetta, føroyska framsýning. Stóra, bláa kompositiónin hjá Tróndi
Paturson hongur heilt innast í framsýningarrúminum. Hon er ikki heilt so rokalig sum teir kendu stórbæru málningarnir hjá honum við relieffkendum svørtum mynstri oman á bládýpinum, men hon er dynamisk. Horisontala myndin er næstan heilt monokrom og tykist
hava eitt inntonkt árin á áskoðaran næstan sum var talan um eitt náttúrunnar altar í
framsýningarrúminum. Í øllum førum steðga fólk leingi á
framman fyri bláu flatuna, og tey eru ikki fá, ið seta seg niður at granska myndinina. Við síðuna av hanga tríggir málningar hjá Torbirni Olsen,
teir eru serstakliga væl málaðir, tó at teir tykjast ómetaliga gamaldags,
serliga dansiringurin, sum er ein koloristisk og folkloristisk lýsing av einum
dansiringi í føroyskum klæðum. Dansurin er kanska ikki nøkur fornleivd í sær
sjálvum, tí hann anir enn og summastaðni livir hann væl. Torbjørn Olsen er
djarvur at vága sær í holtur við Mikinesmálaralegenduna, men tað førkar ikki ta sannroynd, at sum myndevnið er føroyski dansurin ein eksotisktisk
anakronisma. Grønlendska listakvinnan Aka Høegh er eisini inni á tí tjóðminnifrøðiliga í smáum standmyndum, har hon hevur brúkt partar av eini
beinagrind til fuglalýsingar. Figurarnir hjá Aka Høegh eru dekorativir, men minna um tupilakkar ella okkurt slag av upprunastandmyndum. Fleiri av myndunum hjá Bjarne Werner Sørensen hava verið at síggja á
framsýning í Steinprenti, m.a. prentið ovast í blogginum, sum er eitt gott dømi um hansara nonfigurativa myndamál við organiskum og geometrikendum mynstrum, sum ikki gera so nógv um seg, men
gevur tú tær tíð at hyggja, eru talan um rættiliga sofistikeraðar grafiskar myndir. Hann trakterar einstaka steinin sum ein sannur kennari og handverkari, ið veit hvat steinurin megnar, men er samtundis hugtikin av ævigu umbroytingini, sum stendst av variatiónsmøguleikum,
sum grafikkur veitir listamanninum, hetta at tveir samanførdir
koordinatar/prent/litosteinar úrslita í
eini triðju, sum oftast ófyrisíggjandi mynd. Myndirnar hjá Bjarna eru at síggja saman við
øllum hinum verkunum á Den Gyldne í Rundatorni inntil 9.mars. Her eru nakrar myndir.
(KP)