Eg haldi yvirhøvur ikki, at Bjørn Kalsø
var nóg avgjørdur á málinum í útvarpstíðindunum í kvøld. Eg væntaði, at hann sum
mentamálaráðharri greitt fór at burturvísa skammiligu tíðindini í Sosialinum í
kvøld um aktuellar einskiljingarætlanir fyri Kringvarpið. Í staðin smáprátaði hann hugnaliga um
ætlanina at frítaka Kringvarpsgjaldið fyri MVG og um tann sonevnda miðlapakkan, sum hevur verið í væntu leingi, men
sum lurtari fekst tú eina ófjálga kenslu av einum veikum mentamálaráðharra uttan nakran
serligan avgerðarrætt og sum tá hann varð noyddur at svara, vísti til pengakassan hjá fíggjarmálaráðharranum og yvirhøvur var sveimandi óklárur.
Boðini eru annars púra klár í
einastu eksisterandi føroysku avísini - Sosialinum, ið liggur her á borðinum hálvlisin,
eg eri ov skelkað til at lesa meira eftir at hava lisið svart uppá hvítt, at
semja var á landsstýrisfundi seinasta mánadag um, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
í mentamálum skal kanna hvørjir møguleikar eru fyri at privatisera upp til 50
prosent av Kringvarpi Føroya. Eyðsýniliga er tað serliga Miðflokkurin, sum er altráur
eftir privatisering av Kringvarpinum, men fleiri í Fólkaflokkinum hava sambært
blaðnum í dag verið inni á somu hugsan, eins og Kári P.Højgaard skal hava sagt
seg fyritrekkja, at vinnan sponsorerar Kringvarpssendingar heldur enn at
stovnurin er fíggjaður av almennum pengum.
Og væl vita vit av, at
Kringvarpið man vera ópopulert serliga hjá samgonguni, tí tíðindadeild Kringvarpsins hevur í
longri tíð gjørt eitt gott arbeiði við at fylgja við og finnast at. Eg skilji
væl Karsten Hansen og eg rokni við, at hann hevur rætt í sínum varhuga av, at tann annars so fólksligi Miðflokkurin trongir til eina uppsjeining, eina populistiska dagføring og til at nærkast fólkinum
aftur aftan á at hava verið í eini asosialari, myrkabláari samgongu í longri tíð uttan aðra
politiska agenda enn ta sera passivu: at parkera etisk mál. Tá er hetta jú so einfalt og til at skilja hjá øllum. Burtur við Kringvarpsgjaldinum, so fáa øll meira pengar til at liva fyri og kunnu lurta eftir DR og BBC har tey allíkavæl
duga nógv betri og har tey í hvussu so er ikki finnast at føroyskum
politikarum. Hervið fær maktin frið og náðir til at tíggja sær sum hon vil uttan eftirlit, til at gera loynisáttmálar í hópatalið og harvið máa undan fólkaræðinum.
Nei, eg fái meg ikki til at trúgva,
at nakað kemur burtur úr hesum hugsanum um einskiljing av Kringvarpinum, men eg fái hug til at minna á tað,
sum vit øll munu vera greið yvir; at Kringvarp Føroya er týdningarmesti føroyski mentanarberin,
sum hevur ómissandi týdning fyri okkara mál og fyri fólkaræði í landinum við tað, at hann viðger og
varpar ljós á okkara samfelagsviðurskifti og okkara mentan. Tí er tað eg sigi: Fingrarnar vekk frá Kringvarpinum!
(KP)