Saturday, February 15, 2014

KRÁKUTING - Svend-Allan Sørensen í Steinprenti


Svend-Allan Sørensen er eitt av teimum listafólkunum, sum javnan vendir aftur til Føroyar fyri at arbeiða í Steinprenti, tað ger hann, tí hann fær ikki latið verið. Fyrsta uppihaldið hjá honum her stendur fyri honum sum nakað sermerkt, eins og ein strika í sandinum við alstórum týdningi. Í gjár spákaði hann í Havnadali og skjeyt krákur, í dag arbeiðir hann á verkstaðnum, men krákan er við, hon er ein fuglur, sum hugtekur listamannin og sum hann støðugt tekur upp í sínari list. Tey, sum lesa bloggin og fylgja við í framsýningarvirksemi m.a. í Steinprenti, vita av, at Svend-Allan Sørensen er konseptlistamaður, men hansara konsept er ikki avmarkað og eintýðugt, tó at tað hevur síni serstøku eyðkenni. Hann ger installatiónir, men tað, sum hann arbeiðir við í Steinprenti, er sjálvandi grafikkur, træprent, litografi, pappírslist. Ofta hómast í myndunum eitt áhugavert samspæl millum barnsligan og margháttligan humor og sorgblítt álvarsemi, og so brúkar hann orð og setningar í teimum allarflestu myndunum. 


Hendan myndin, sum var við á Ólavsøkuframsýningini 2013 er eyðkend fyri eina rás í verkinum hjá Svend-Allan Sørensen, har tað elskuliga, fitta fær eina óvæntaða og óskikkiliga vend. Fleiri av hesum myndevnum finnur han við at googla, tey eru einføld, næstan góðvarin sum myndin av teimum báðum fuglunum her uppiyvir.  

Aðrar myndir eru meira filosofiskar og gátuførar sum t.d. orðamyndirnar við setningum frá sangum, yrkingum og ymiskum, sum listamaðurin sær ella kemur í tankar um. Svend-Allan Sørensen býr í Odense, hansara framsýning í Museum Jorn í Silkeborg í fjør Country og Koncept fekk serstakliga positiva umrøðu og varð m.a. lýst at vera tann mest heilstoypta manifestatiónin frá listamanninum higartil.Tað eru tað onnur, ið halda, Svend-Allan Sørensen er í uppskoti at fáa The Queen Sonja Nordic Art Award. 

Men í skrivandi stund er hann altso staddur á Skálatrøð í Havn og har kemur ein rúgva burturúr. Tá eg var inni á gólvinum í Steinprenti, komu nakrar undurvakrar myndir undan kav úr pressuni, sum vístu seg at vera skotprent. Altso tað vil siga træprent, sum tann byrsu- og veiðifegni listamaðurin hevur fingið burtur úr at lata prenta fimm træplátur, sum hann hevur skotið meðan tær vóru samanlagdar. Á tann hátt arbeiðir listamaðurin tilvitað við tilvildini og einum áhugaverdum serialiteti. Myndirnar eru eins og pláturnar sera ymiskar, áðurnevnda avbrigdið, sum kom úr pressuni, tá eg var á verkstaðnum, er ovurhonds vakurt, skotini síggjast sum logandi og dryppandi sólir í skjóruta mynstrinum av æðrunum í trænum. 



Hugsað tilvild - skotprent


Listamaðurin  prátar við nýskotna kráku, sum skal stappast út og brúkast í listarligum høpi

Krákuprent

Randi Samsonsen starvast í Steinprenti í løtuni og listamaðurin hyggur væl nøgdur at  

Krákuting í Steinprenti




(KP)