Í flestum heimum
hanga listaverk, og áhugavert hevði verið at sæð nøkur av teimum og hoyrt um,
hví tey hava týdning fyri eigaranar. Tí vilja vit fegin læna títt
yndislistaverk til eina felagsframsýning í Norðurlandahúsinum, sum letur upp
14. mars 2014.
Tey, sum vilja
verða við skulu fyrst senda ein meyl til: listaverk@nlh.fo.
Freistin er 3. mars 2014.
Í meylinum skal
vera:
- Mynd av
verkinum, har tað hongur í sínum dagliga umhvørvi. Minst 1 MB.
- Upplýsingar um
listaverkið: listafólk, heiti og árstal (um møguligt).
- Í mesta lagið
100 orð um, hví tær dámar verkið ella hví verkið hevur týdning fyri teg. Kanska
er ein søga knýtt at verkinum, sum tú hevur hug til at fortelja.
- Navn og telefonummar hjá eigaranum.
Norðurlandahúsið
tekur í móti listaverkunum í vikuni 3. mars til 9. mars.
Mynd og tekstur
skulu brúkast til ein bókling, sum verður gjørdur í sambandi við framsýningina.
Um onkur ynskir at vera navnleys, skal hetta viðmerkjast í meylinum.
Vit høvdu verið
fegin um ordiliga nógv luttaka, og vit lova at ansa eftir og tryggja
yndislistaverkini hjá tykkum. Vit vóna at pláss verður fyri øll listaverkunum.
Framsýningin
endar tann 28. mars og listaverk mugu avheintast áðrenn 4. apríl.