Monday, February 17, 2014

Hugsa eitt sindur um lítla Kramer og nærmastu framtíð


Nú er rokan í fjøruni og enn einaferð liggur tað føroyska málið í buktini. Og sum í øðrum týðandi mentanarmálum er beiskasta ósemjan ikki millum samgongu- og andstøðulimir - nei, hon er millum javnaðar- og tjóðveldissinnað. Fyri undirritaðu, sum hevur sympatiir fyri báðum síðum og sum kanska enntá hevur sæð fram til eina komandi samgongu millum hesar báðar flokkarnar er tað snópisligt at uppliva orðaskifti millum umboð úr báðum flokkum; skilafólk, sum er so hatskt og illviljað, at tað í støðum minnir um partar úr kenda hjúnaskilnaðarfilminum Kramer vs Kramer. Eg havi tað eitt sindur sum barnið í miðjuni, hvørjum skal eg nú halda við í einum skotgravarkríggi, har tað fyrst og fremst snýr seg um at plaffa hvønn annan niður? Stríðið er beinhart ideologiskt. Javnaðarfólk taka ta fólksligu, anti-serfrøðiligu og demokratisku positiónina og halda uppá, at føroyska stavraðið eisini skal innihalda teir útlendsku stavir, sum vit nú einaferð brúka, og fara so langt sum til at royna at kollsigla Málráðið via politiskt samstarv við ein í samgonguni, tvs. at javnaðarmaðurin Hendrik Old samstarvar við fólkafloksmannin, Bjarna Djurholm um málið. Tjóðveldisfólk ganga inn fyri serfrøðini - í øllum førum so leingi sum teir tosa innan fyri tjóðveldiskonsensus sum meirilutin í Málráðnum ger. 

Eg havi altíð hildið, at føroyskt málkjak ber boð um eitt serligt tilvit, sum er positivt og skilligt um hugsað verður um ta serligu føroysku málsøguna. Men nú eri eg farin at ivast, serliga um ein framtíðar samgonga við andstøðuflokkunum er í vanda. Og talifrælsi! Tað er líka við, at mann hvørki torir at skriva c ella at lata vera við at skriva c í løtuni, tí harvið tekur tú støðu. Øsingin í málstríðnum í løtuni minnir meg um, tá eg var í Belfast í Norðurírlandi fyri nøkrum árum síðani og mátti laga meg eftir hvønn eg tosaði við. Tað var ikki lætt at síggja mun á teimum ovurhonds blíðu fólkunum, sum bjóðaðu heim til ein drekkamunn, tey vóru øll forvitin um The Faroe Islands og líktust okkum føroyingum so mikið nógv, at tey vóru serliga áhugað í at hoyra um hvat eg helt um Belfast og um Norðurírland og hvar eg annars hevði verið. Eg hevði bara verið eina staðni áðrenn Belfast, og tað var í býnum, sum katolikkar kalla Derry og sum protestantar kalla fyri London-Derry. Og meðan eg tugdi eina smákøku, royndi eg at kekka  familjumyndirnar í stovuni og út frá mongdini av børnum meta um hvørt tað var ein katolikkur ella ein protestantur, sum eg vitjaði. Eg fór sum oftast skeiv og var hvørja ferð líka illa við, tá fittu konurnar brádliga við logandi eygum rættaðu meg: "Yes dear, London-Derry, you mean" ella tað øvugta. Eg veit væl av, at málið hevur stóran týdning. Eg brúki tað hvønn dag og eg dugi væl at síggja, at tað er umráðandi við eini semju um eitt stavrað, kjakist, men góðu fólk, kunnu tit ikki hugsa eitt sindur um lítla Kramer og nærmastu framtíð, og skifta orð við virðing fyri hvørjum øðrum? 


Her eru tvey innlegg um stavraðið, sum umboða bæði sjónarmið:





(KP)