Sunday, February 16, 2014

Tóm Rúm - eitt leiklistarligt bragd



"Óttin er bundin í longsulin sum er bundin í sálina sum
er bundin í kjøtið sum er bundið í moldina sum er 
bundini í trøini sum er bundin í vindin sum er bundin
í havið sum er bundin í botnin sum er bundin í myrkrið
sum er bundið í rúmdina har ið línan er fest í eitt lodd..."
(Marjun S.Kjelnæs: Rót Tripp s.7)

Tómrúmið sýgur seg niður yvir áskoðaran frá fyrstu løtu. Byrjanin er stórsligin og vøkur, yrkingin um óttan verður lýst uppá eitt tunt klæði, ið skapar eina illusión av stórari dýpd, veldugum tómleika, samstundis sum orðini verða borin fram vakurt og týðiliga við stórari rødd og rúmklangi og atmosferiskum tónleiki við smáum steðgum, ið tykjast víðka rúmið inni í høvdinum. Pallurin er høgur og tómur, hann er komponeraður soleiðis, at menniskjuni, Hann og Hon sýnast smá og tey tosa saman sum vóru tey í hvør sínum tómum rúmi. Tað eru tey eisini, skilst. Tey eru eitt par, sum hava upplivað tað ringasta, nakað menniskja kann koma út fyri, at missa sítt avkom. Søgan kemur til okkum í brotum gjøgnum samrøðuna hjá parinum, sum ikki dugir at tosa saman, sum brigslar hvør øðrum tað, sum er hent, sum hartar hvørt annað fyri mátan tey reagera ella ikki reagera uppá. Leikurin er í tveimum pørtum, fyrsti parturin er statiskur, hann snýr seg um ótta, seinni partur er dynamiskur, hann snýr seg um vreiði. 

Fyrsti partur er klaustrofobiskur og ófjálgur í so stóran mun, at áskoðarin  hevur hug at ressast, at fara til hús og baka eina stóra køku og vera eitt sindur hugnalig og húslig. Í reinari sjálvverju tók eg meg í at intellektualisera og vurdera um hetta var ov drúgt og ov bókmentaligt, um okkurt átti at verið tikið út, men tá leikur er lokin haldi eg meg kunna staðfesta, at kenslan av meiningsloysi, av at vera stødd onkrastaðni mitt í Inferno er partur av konseptinum og sjálv treytin fyri kensluni av linna, tá smáu glottarnir við endurloysn hómast. So eg verði sitandi í lítla salinum í heimsins minsta tjóðpalli, meðan eg undrist á, at hetta yvirhøvur ber til í elalítla rúminum og undir elendigum umstøðum. Men tað ber til og meira enn tað, og sjálvandi hevði tað borið enn betur til, vóru umstøðurnar nøktandi. Fleiri politikarar vóru til premieruna, eg vóni, at tey øll lurtaðu, tá stjórin á Tjóðpallinum, Jenny Petersen heitti á bæði lands- og býarpolitikarar um at fáa okkurt gjørt skjótt við støðuna, meðan evnini og eldhugin, sum vit síggja í leikinum, enn er til staðar. Sjónleikararnir spæla allir sannførandi, men Annfinnur Heinesen spælir við einum serligum lættleika, ið ber brá av yvirskoti og nærveru, mannspersónurin er eisini so typiskur, at mann fær ilt av honum, hann er fittligur, ítøkiligur, fokuserar úteftir, leggur hosurnar pent saman og tosar í staklutum um alt møguligt, meðan konan følir so nógv, at tað eisini er til at fáa vaml av, men bæði tyngjast tey av somu kenslu, monumentali kvinnuligi leikluturin verður spældur av Anniku Johannesen. Hetta er sorg. Og sorg er hvørki hugnalig ella stórsligin, men marrukend, full av ótta og ilt í búkinum av endurtøkum av idiotiskum mynstrum, sum tú endurtekur alt lívið og sum avspeglar tín uppvøkstur og tín persón. Kvinnan tosar um eina mammu, ið á sama hátt sum sonurin, peikar ákærandi eftir henni. Eisini mamman er farin frá henni uttan nakra frágreiðing, og uttan nøkur boð um hví hon gjørdi sum hon gjørdi. Stórur partur av leikinum snýr seg um hetta, at leita eftir einum svari, eini meining, sum ikki er til og so allíkavæl at finna dirvi og orkuna til at halda fram. Leikurin er krevjandi og ríkur við eini ørgrynnu av inntrykkum og fleiri rásum - ongar smáligheitir her - við plássi til tað lyriska, tað musiska, tað filmiska, umframt dramatikkin, sum arbeiðir við fleiri fláum og bæði fevnir um nútíð og fortíð. Har er sjónleikur, bygdur á eitt handrit, sum verður framført av dugnaligum sjónleikarum, men har er eisini tónleikur, sum viðmerkir og stuðlar undir huglagi og innihaldi. Realistiska samtíðardramaið um ólukkuliga parið verður speglað av einum symbolskum stummleiki, sum verður hugtakandi framførdur av mammu (Annika Hoydal) og pápa hennara (Hjálmar E. Dam) og tað er imponerandi at síggja hvussu leikstjórin megnar at stýra teimum mongu løgunum, so at áskoðarin ongantíð ivast í hvat gongur fyri seg í núinum og hvat eru minnir og meira abstraktir tankar. Mamman flytir seg spakuliga á pallinum eins og ein gátufør stútta, hon hevur einki svar, tað er pápin, ið kemur við týdningarleysum umberingum alt í meðan hann endurtøkur tær somu absurdu og hjálparleysu rørslurnar upp í saman. Ljós, ljóð og scenografi er framúrskarandi, og fær teg at undrast á hvussu tað kann bera til á avmarkaða pallinum, koreografiin er somuleiðis framúr og tað sama er avgerðin hjá leikstjóranum um at brúka pallskiftini og ta praktisku noyðsluna leiklistarliga. Flytikassar av leikum verða elegant fluttir kring pallin og út í einum væl koreograferaðum dansi, og eitt skrivaraborð og ein stigi verður somuleiðis áhugaverdur partur av leikinum. 

Leikurin Tóm Rúm er á so mangan hátt eitt bragd. Fyrst og fremst er hann eitt bragd hjá Marjuni S.Kjelnæs, og harvið er hann eisini eitt bragd av eini íløgu hjá landinum, sum í síni tíð valdi at stuðla høvundinum við trimum árum av starvsløn, men tað er sanniliga eisini eitt bragd, at Tjóðpallurin í so stóran mun vil og torir at satsa uppá nýskrivaða føroyska leiklist. Sjónleikaraliga er Tóm Rúm eitt bragd, sum Annika Johannesen, Annfinnur Heinesen, Annika Hoydal, Hjálmar E.Dam, Nicolaj Falck og Hans Torgarð standa fyri. Og so eru tað øll hini fólkini, sum syrgja fyri, at allir staklutir fungera sum teir skulu, her er vónleyst at nevna øll, men Tróndur Bogason hevur framt eitt tónleikaligt bragd, eisini tá hann valdi sangarar og tónleikarar at framføra sínar kompositiónir, og tað hevur Manfred  Blaimauer eisini í samstarvi við Árna Baldvinsson (ljós), Jón Mc Birnie (ljóð), Høgna Heinesen (film/foto) og øðrum. Tekniskt er leikurin eitt bragd; senan har Hon situr og hugsar um konuna, sum ynskti at verða fotograferað nakin við øllum sínum arrum og rukkum, samstundis sum filmur verður lýstur uppá  bakgrundina og uppá lamellirnar, sum flyta seg, fer ikki frá mær. Ecce homo, sí menniskjað í poetiskum forfalli. Hon, sum sat undir liðini á mær í gjár, ivaðist eitt sindur í um hon nú hevði skilt leikin rætt og vit tosaðu um hvussu leikurin setur gongd á spurningar í huganum. Og tað er sanniliga eisini eitt bragd, at verkið vekir undran og hesum bragdi eiga øll tey luttakandi sín part í umframt høvundurin, sum dugir at skriva opið og sum torir at lata áskoðaran sjálvan hugsa. Hon hevur skrivað eitt eksistentielt samtíðardrama við religiøsum undirtónum, sum ongantíð fellur í klisjéina við nyttuleysum ákallanum og ábreiðslum í mun til várharra. Orðið Gud verður ongantíð tikið uppá tungu í leikinum og tað er í sær sjálvum eitt bragd. Leikstjórin, Eyðun Johannesen hevur framt eitt leiklistarligt bragd, sum er ómetaliga ambitiøst, ein upprunaføroyskur leikur á tremur í tilsipingum og dramatiskari styrki og sum tessvegna fer at vera uppførdur aftur, vónandi í einum nýggjum leikhúsi. Farið til leikin meðan hann er nýggjur og speglar tykkara egnu tíð, farið sjálvi, ella takið mann, konu, vinfólk, bindiklubba ella starvsfelagar við. Myndið tykkum tykkara egnu spurningar, kjakist um týdningarnar, lesið evt. tað fína arbeiðsheftið hjá Mikkjali N.Helmsdal við samrøðum við fólkini, sum hava framt bragdið, Tóm Rúm. 


Leikrit:
Marjun Syderbø Kjelnæs
Leikstjórn:
Eyðun Johannessen
Pallmynd & búnar:
Manfred Blaimauer
Tónleikur:
Tróndur Bogason
Koreografi:
Vígdis Hentze Olsen
Ljóssetan:
Árni Baldvinsson
Leikarar:
Hon Annika Johannessen
Hann Annfinnur Heinesen
Kvinnan Annika Hoydal
Mamman Annika Hoydal
Pápin Hjálmar E. Dam
Keyparin Nicolaj Falck
Tvey flytifólk Hjálmar E. Dam og Hans Tórgarð
Sangarar: Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson
Tónleikarar á upptøkunum: Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen,
Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón
McBirnie
Videoupptøkur, foto, plakat og leikskrá: Høgni Heinesen
Ljóðmynd: Jón McBirnie
Videoredigering: Símun Pauli Hansen og Manfred Blaimauer
Hár & smyrsl: Marjun Olsen og Janita Honnudóttir
Upptøkur: Block Studio og Theodor Kapnas
Pallstjóri: Hans Tórgarð
Seyming: Katrin Bonde og Rebekka Weihe
Pallgerð, special effects: Mikkjal Arge Galán, Hjálmar E. Dam, Símun
Pauli Hansen og David Geyti
Rekvisittir: Hansina Iversen
Skúlauppgávuhefti, skrivað og lagt til rættis: Mikkjal N. Helmsdal






(KP)