Friday, April 20, 2012

Cindy Sherman í NY


Hevði eg havt veingir so fleyg eg avstað til har sum tað ikki kavar ella regnar. Eri blivin várótolin og upplivi meg sjálva sum óvanliga ónøgda við avfall av himni. Eg veit ikki hvussu veðrið er í New York, men inni á MoMA man tað vera toluligt. Har hava tey í løtuni eina afturlítandi framsýning við yvir 170 verkum hjá Cindy Sherman, sum mær hevði líkað at sæð júst ein dag sum í dag. Cindy Sherman er kendur amerikanskur fotografur, sum síðani sjeytiárini hevur pallsett seg sjálvan í fotomyndum, har hon hermir og avbronglar ymsar portrettsjangrur. Hon brúkar seg sjálva sum myndevni uttan at tað nakrantíð er talan um sjálvsmyndir. Við parykkum og protesum og klæðum manipulerar hon seg sjálvan til aðrar leiklutir, sum hon m.a. finnur í fjølmiðlunum og í gomlum kvinnuportrettum. Myndirnar kunnu vera stuttligar, men hava ofta ein álvarsligan tóna, og til tíðir eru myndirnar groteskar og óhugnaligar. Ofta hómast í hennara pallsetingum ein spísk viðmerking til mannliga sjónarhornið og lyndið at sexualisera og eindimensionera kvinnuna. Hesa framsýningina kundi eg hugsa mær at sæð, tí eg trongi til at uppliva list við hugburði og humor í professionellari uppseting. Framsýningin varir inntil 11.juni, her eru nakrar myndir á heimasíðuni hjá MoMa.













Thursday, April 19, 2012

Leik og lærd í Kringvarpinum


Í kvøld klokkan 19.30 kemur sendingin ”Leik og lærd” í sjónvarpinum.
Á heimasíðini hjá kringvarpinum stendur: “Mikið orðastríð hevur leingi verið um almennan stuðul til mentan og list í Føroyum. Hóast fólk flest í dag góðkenna ein ávísan form fyri fíggjarligan stuðul, so er tað enn ósemja um, hvussu og hvussu nógv. Ein av tvístøðunum er, um stuðulin er betur skipaður, um ein ger mun á yrkislist og áhugalist. Skal yrkislistin raðfestast hægri enn áhugalistin? Og manglar ein servitan innan list sum heild í føroysku stuðulsskipanini?”

Blæs í hornið, Carl Jóhan


Googlar tú Carl Jóhan Jensen, fært tú 5750 "hits". Millum hittini eru fleiri, ið snúgva seg um ymiskar Jóhannar, og onkrir Carlar eru eisini, og so eru tað heilt nógv, sum eita Jensen, men bara ein Carl Jóhan Jensen. -There can be only one, so segði hann sjálvur Highlandarin. Sjálvandi eru fleiri greinar um Carl Jóhan at síggja, men vit máttu skrolla fleiri síður niður á googleleitisíðuni fyri at finna leinkju til okkurt á okkara egna listabloggi, sum beinleiðis snýr seg um Carl Jóhan Jensen og tað er for galið og tí er tað eisini gott, at lesa á portalinum, at Carl Jóhan Jensen fer at halda flaggdagsrøðuna í ár. Flaggdagin, 25. apríl, er tað enn sum áður Havnar Hornorkestur, ið skipar fyri flaggdagshaldi í Havn. Skrúðgongan byrjar klokkan 15, tá Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður frá Kommunuskúlanum oman á Vaglið, har Carl Jóhan Jensen heldur flaggdagsrøðuna. Flaggfundir hava verið á Vaglinum henda dag í 1941 og 1942, men so var ein steðgur til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók henda siðin uppaftur. Havnar Hornorkestur varð stovnað í 1903. Orkestrið er sostatt yvir 100 ára gamalt og eitt av elstu tónleikafeløgum í Føroyum.
Havnar Hornorkestur vann evropameistarakappingina fyri hornorkestur (b-bólkurin) í 2004 og bleiv nummar 2. í 2006. Síðan 2006 hevur orkestrið ikki luttikið í nakrari altjóða kapping. Í 2011 varð Havnar Hornorkestur kosið best spælandi orkestur á Musikkstevnuni 2011, ið varð hildin í Norðurlandahúsinum.
Dagliga húsast orkestrið í Íshúsinum, aftanfyri Reinsaríði og við síðuna av Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn. Vit gleða okkum til eina mergjaða røðu og kanska onkran øsandi militermarsj, tú nú nærkast 1.mai og 28 apríl og nú er nokk.

Mynd: Arnbjørn Dalsgarð.

Wednesday, April 18, 2012

Tveir føroyingar á Grønningen



Í ár luttaka tveir føroyingar, hjúnini og listafólkini Hjördis Haack og Hans Pauli Olsen, í bólkaframsýningini Grønningen í Keypmannahavn.

3500 fólk vóru til ferniseringina leygardagin, Lisbeth Bonde, listfrøðingur, helt røðu, sum kann lesast her: http://www.gronningen.dk/udstillingen-2012/lisbeth-bondes-tale/ og niðanfyri eru myndir og ein lítil filmur. Vit ynskja Hjördis og Hans Paula til lukku við framsýningini.
Myndir: Hjördis Haack og Hans Pauli Olsen

Tuesday, April 17, 2012

Tíðindaskriv: UDVANDRING - ung færøsk samtidskunst

21. april - 28. maj

 
På udstillingen stilles der skarpt på seks repræsentanter fra den yngste generation af færøske kunstnere. Flere af dem er dog uddannet eller bosat uden for Færøerne, de anvender forskellige teknikker og medier, men har det fællestræk, at de motivmæssigt bryder med de klassiske bygde-, havne- og landskabsmotiver, der traditionelt har været forbundet med kunsten fra Færøerne. De vender i stedet enten blikket udad mod omverden, indad mod dem selv eller kigger på den færøske kultur med kritiske øjne.
 
Det betyder dog ikke, at "Færøerne" som tema er fraværende på udstillingen, eller at f.eks. ”naturen” ikke spiller nogen rolle i værkerne. Men der finder alligevel et motiv- og temaskifte sted hos den unge generation, som nu kredser om egne livserfaringer og -betragtninger, kønsroller og identitetsspørgsmål.
 
Heiðrik á Heygum er kurator på udstillingen, og han betragter sin generations kunstneriske drejning, som et meget væsentligt skift i færøsk kunst og et udtryk for, at Færøernes tidligere isolation nu er fuldkommen brudt, og at de unge kunstnere i dag er aktører på en global frem for en lokal kunstscene.

På udstillingen kan man opleve værker af:
 
Erla Marita Askham Erla Marita Askham (1981) er en central aktør på den yngre færøske kunstscene. Hun arbejder med en præcis, men samtidig afvæbnende feminisme, der kritisk fokuserer på opvækstvilkår og kønsroller på Færøerne. Udtrykket er stiliseret og udført i gouache på karton.
 
Johan Martin Christiansen Johan Martin Christiansen (1987) studerer på kunstakademiet i Malmö (BFA). Arbejder med video, skulptur og grafik, ofte ud fra en (post-)konceptuel position. Værkerne kan betragtes som en slags materialedigte. Bag sig har han solo- og gruppeudstillinger på Færøerne, Sverige, Danmark, Island og Østrig.


Heiðrik á Heygum Heiðrik á Heygum (1983) er bosat i Danmark og arbejder med akvarel i store formater i en naturalistisk og til tider surreal stil. Har deltaget i adskillige udstillinger, samt bl.a. været kurator på udstillingerne Slóarblóð i 2007 og Innrás i Tórshavn i 2011. Heiðrik á Heygum er uddannet på Kort- og dokumentarfilmskolen og har lavet kortfilm, musikvideoer og illustreret børnebøger.


Jóannes Lamhauge Jóannes Lamhauge (1985) har siden sin debut i 1998 deltaget i talrige kunstudstillinger på Færøerne. Han er oprindelig uddannet i religionsfilosofi, men maler og arbejder som filminstruktør og grafiker. Hans værker er symbolistiske og præget af en søgen efter samspil mellem menneske og natur.

Halldis Olsen Halldis Olsen (1983) er uddannet trykker og grafiker i England og Italien. Hendes foretrukne teknikker er ætsning, akvatint, mezzotint og linoleum. Udgangspunktet for hendes værker er ofte detaljer fra mareridtsagtige drømme, der, kombineret med elementer fra hverdagen, skaber dystre og surreale sort-hvide universer.


Silja Strøm Silja Strøm (1987) er bachelor fra Glasgow School of Art og har de seneste år udstillet i Skotland, Danmark og Færøerne. Hun arbejder med både tegning og oliefarver. Motiverne skabes som collager af indtryk og billeder fra tidens magasiner, film og bøger, hvormed hun komponerer flerstrengede og associationsrige fortællinger og surreale universer.

Monday, April 16, 2012

Rage against BADH!


Tað er ikki meira enn tað kemur fyri, at ein tónleikaútgáva er so væl teimað sum hendan. Eitt heilskapað verk, tónleikaliga og grafiskt, ið tikkar sum ein tíðarstillað bumba undir BADH samgonguni og øllum hennara stuðlum. Hetta er hvøss, ovursint og skemtilig politisk list, sum samstundis er dømi um hvat tað er, sum listin megnar fram um aðrar miðlar. Í 2003 kom "200%", í 2005 "Viva la republica", í 2006 "Graceland", í 2008 konsertfløgan "200 decibel" og í 2009 kom "Stokkhólmssyndromið". Nýggja útgávan eitur "Vendetta", tí V er 5 sum tann fimta, ið tók fimm dagar at taka upp, og so sipar orðið Vendetta eisini til eirindaleysa hevnd. Henda hevndin er fyrst og fremst ætlað landsins stjórn og sigast má, at fimta fløgan hjá 200 rakar seymin á høvdið í mun til hvat nógvir føroyingar tykjast halda um sitandi samgongu og avgerðir hennara um flatskatt, pensiónsskatting, parkering av etiskum málum, hækking av blokkinum osfr.

Saman við fløguni verður givin út ein dvd við dokumentarfilminum "Viva la Vendetta", sum Sakaris Stórá hevur gjørt. Eg byrjaði mítt Vendettakvøld við at hyggja at filminum, sum er eitt fjálgt og undirhaldandi portrett av Vendetta verkætlanini og hennara 5 daga skapanartilgongd, sum byrjar við, at tríggir jassar møtast við einum útgávuheiti og als ongum øðrum. Tað eru teir tríggir, sum mynda 200: Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting, sum frá byrjan tykjast sára samdir um konseptið í fløguni, ið snýr seg um at vakna við kaldan dreym aftan á, at Fólkaflokkurin hevur yvirtikið Føroyar. Tað er Niels, sum er tog- og pennahaldari og tað er hann, sum við  skeivum smíli spyr retoriska spurningin, hvørt fløgan skal vera einkult, riffbaserað trummu, bass, gittar, meðan hinir báðir játta. Tað er somuleiðis Niels sum spyr hinar, um henda útgávan skal vera sum "Graceland" bara uttan ta skemtiligu síðuna, men tann ætlanin verður eftir øllum at døma slept á vegnum. Humor er so grundleggjandi partur av 200, at sjálvandi hevur skemtið saman við øðini og indignatiónini ein av berandi leiklutunum í Vendetta.

Vendetta er fyribils hæddarpunktið í tólv ára stríðnum hjá 200 móti føroyskum snævurskygni og dupultmorali. Øll árini hevur nógv verið at stríðast í móti, men nú ber av sambært limunum í tí, sum hevur verið kallað fyri Føroya óndasta punkorkestur. Men 200 er í grundini ikki nakað punkorkestur. Í øllum førum ikki, um vit hugsa um subkulturella fyribrigdið við sama heiti í sjeytiárunum. Serstaka samanrenningin millum ein rútmiskan og væl funderaðan akademikara, ein framúr tónleikara og ein væl hugsandi reklamumann í 200 snýr seg líka nógv um rocknroll, tónleikagleði, satiru og samfelagssinni, men formliga er talan sjálvandi um íblástur frá punkrokkinum. Sangirnir eru ofta stuttir, larma illa og tekstirnir eru politiskir og uppreistrarsinnaðir.

At Sakaris Stórá er óvanliga gávaður og búgvin filmsleikstjóri vita tey, sum hava sæð stuttfilmin "Passasjeren". Filmurin "Viva la Vendetta" er hansara fyrsti dokumentarfilmur, ið sum heild er sera væl eydnaður. Í fimm dagar  hevur Sakaris Stórá verið stóroygd fluga á vegginum í Studio Bloch, har hann hevur fangað tær kreativu løturnar hjá 200. Vit fáa í stuttum søguna um bólkin, um dreingirnar, sum hava kenst síðan teir vóru fimtan, og um dogmukenda konseptið aftan fyri nýggju útgávuna. Filmurin leggur seg stílsliga eftir stílinum hjá 200, hann er ráur, einfaldur og radikalur, forvitna, ófriðarliga filmsupptøkutólið flytir seg higar og hagar, upp og niður, fjar og nær við knappligum zoomrørslum. Myndin er stundum óklár ella úti av fokus, og til tíðir hellir upptøkutólið so at loddrættar og vatnrættar linjur eru á skák. Filmurin er frískur og stuttligur (kanska ikki hjá Fólkafloksveljarum), og til tíðir verður tað heila eitt lítið sindur barnsligt ella langdrigið, t.d. tá kjakið undir upptøkunum gerst tekniskt ella tá limirnir í 200 gnisandi fara undir at hakka ein blokk. Men rættiligir 200 fjepparar fara sjálvandi at halda hetta vera áhugavert eisini. Eingin tónleikur er í filminum, og tað er í fyrstani løgið og síðani til at blíva svøk av. Men sjálvandi er hetta gjørt við beráddum vilja, tí tá filmurin er at enda komin, er tørvurin at hoyra Vendetta tónleikin beinleiðis akuttur. Tað besta við filminum er innlitið hann gevur í eina skapanartilgongd, og so tað, at filmurin er so asketiskur sum hann er, reinsaður fyri vanligar føroyskar klichéir, uttan nakra alvitandi speakoverrødd, sum greiðir frá vakra landinum Føroyum og politisku støðuni her. Av somu orsøk tykist filmurin sera óbygdasligur, samtíðarligur og altjóða.

Vendetta er eitt sera tilvitað konsept við greiðum treytum. Burtur úr fimm døgum hava 200 fingið 10 fín løg burturúr og teir leggja hart út við Punkinum frá helviti nummar fimm, ið á sama hátt sum hinar fýra versiónirnar er eitt anarkistiskt og garvilt lag. Tey løgini á fløguni, sum ikki fresa avstað við 200 kilometrum um tíman, eru merkt av tungari framdrift, ofta við synkronum bass- og gittarspæli. Longu í tí næsta lagnum á fløguni tykist ræddarførslan álvarsligari við tekstinum "Eg skuldseti landsins leiðarar fyri sjálvsøkni og gramni. Fyri at halda seg stýra einum russiskum rossahandli. Fyri nepotismu og bíligan løtuvinning. Eg skuldseti tykkum fyri at skapa misálit á okkara ting. Tit verða drignir til svars fyri tykkara part." Ljóðið á fløguni er framúr væl eydnað við ráum autuenticitet og hita. Sangrøddin hjá Niels ljóðar eitt sindur sum kemur hon úr eini megafon og tað er ikki sjálvdan, at hann og hinir tosa ella rópa heldur enn at syngja. "Makka rætt" er heitið á einum tungum bassdomineraðum lagi við lagnutungt útsettum kórniðurlagi á la Ramstein: "Makka rætt. Halt kjaft". 


Tónleikaliga er fløgan rættiliga fjølbroytt og melodiøs, "Við love skulu vit land byggja" er eitt soullag, sum næstan er rørandi vakurt í støðum og sum forrestin er sera væl sungið. Fleiri av tekstunum er skrivaðir í boðshátti, t.d. "Brúka tína makt", ið er ein beinleiðis áheitan á føroyska veljaran, sum minnir bæði um tónleik hjá Rage against the machine og The Doors, um somu tíð illboðandi og hypnotiskt eins og "Riders on the Storm". Væl eydnaði lukkuynskingarsangurin fer fresandi avstað við etandi óndum speisemi, sum ynskir okkum øllum til lukku við høgrastjórnini, til lukku við flatskattinum, til lukku við mismuninum, nepotismuni osfr. Speisemið verður til tað reina gass, tá 200 sum av handahógvi revsar Miðflokkin í sanginum "Miðfingurin til Miðflokkin" og eisini í tí síðsta, goymda lagnum um stevið í BADH sum næstan minnir um okkurt, sum polyesterklæddi karaokebólkurin Konfekt kundi funnið uppá at framført í Mimi. 200 eru bestir, tá teir eru álvarsliga fúkandi illir og hevndarhugaðir, sum í lagnum Vendetta, ið er eitt av feitastu rockløgunum á útgávuni. Samstundis er hetta eitt tað beiskasta lagið:

TAÐ STEÐGAR IKKI HER
VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ
VENDETTAIN ER HER
VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ
FØLA TIT TYKKUM TRYGGAR, EG SIGI TYKKUM HETTA
SO LÆTT SKULU TIT IKKI SLEPPA
LURTIÐ NÚ VÆL OG SKILJIÐ HETTA
TIT SKULU FØLA FÓLKSINS VENDETTA

Ein so beinleiðis hóttan hevði verið at kalla kriminell í øðrum høpi enn tí listarliga. Tí í listini kunnu vit loyva okkum meira. Günther Grass setti sína nógv umrøddu atfinning av Ísrael upp sum yrking, og 200 brúka tónleikin til at húðfleingja føroyska samfelagið við serligum atliti til samgonguna. Takk fyri tað og nú fari eg at lurta einaferð aftrat, baby! 

Vendetta. 200: Niels Arge Galán, gittar og sang, Mikael Blak bass, Uni Árting trummur. Jónas Bloch Danielsen tók upp í Studio Bloch saman við Theodori Kapnas. Óli Poulsen ljóðblandaði og Lennart Kjellsen mastraði. Sakaris Stóra gjørdi dokumentarfilmin. Tutl gav út. 










 Myndirnar eru frá Viva la Vendetta hjá Sakaris Stórá

(KP)

Sunday, April 15, 2012

Rannvá Mortensen í Focus

Rannvá Holm Mortensen hevur roynt seg við fleiri ymiskum úttrykkum og listarligum greinum í síni list. Í seinastuni hevur hon millum annað arbeitt við einum slagi av málaðum kollasjum, og longu her byrjar evnið. Tí við at blanda málningin, sum er eitt listaslag, har menn vanliga ráða, saman við kollasjuna, sum saman við millum øðrum pappírsklippi, veving og akvarell verður roknað sum kvinnulig listagrein, gevur Rannvá Holm Mortensen okkum eina ábending um innihaldið í sínum verkum.

Ikki tí at tað er so torført at hugsa seg til, hvat myndevni hennara eru, tí undir tí estetisku yvirflatanum kemur ein sera feministisk hugsan fram. Dentur verður lagdur á hetta evnið, tá ið Rannvá Holm Mortensen við vilja nýtir klisjeir, tá hon setir tann mannliga og tann kvinnuliga heimin upp ímóti hvørjum øðrum. Mannligi heimurin verður vístur við eyðkendum mannligum súmbolum sum knýttir nevar, rør, tannhjól, motorar og ymisk onnur eyðkenni fyri vald, og tað kvinnuliga verður víst við myndum av hjørtum og børnum, teimum bleytu virðunum.

Listasøguna hava menn skrivað og hon er skrivað til menn. Hvar plássið hjá kvinnuni skal vera í listasøguni er tí sera torført at gera av. Oftast síggjast konufólk sum fagrir skapningar, sum mannligu eyguni hvíla á, og ikki sum mentanarframleiðarar. Í hvussu so er ber ikki til at siga, at kvinnan kann vera eitt flogvit, tí ímyndin av flogviti er í listasøguni beinleiðis knýtt at einum persóni, sum hevur ein fallos. Hesin ørkymlandi leikluturin sum hin, eitt óvirkið objekt í einum mannligum heimi, hevur síðan 1960-ini verið eitt yndað myndevni hjá kvinnuligum listafólki, og hetta er eisini, soleiðis sum eg dugi at meta, høvuðsevnið í málaðu kollasjunum hjá Rannvá Holm Mortensen. Og hon viðger hetta myndevni við nøkrum, ið sær út til at vera ein serligur, kvinnuligur myndaheimur, og um gjørligt meira áhugavert, ein serligur feministiskur estetikkur. Men ber tað til at gera mun á einum mannligum og einum kvinnuligum estetikki?

Eg standi ikki so ivandi í spurninginum, um til ber at tosa um ein serligan, kvinnuligan myndaheim. Leikluturin hjá kvinnuni á øðrum plássi í tí patriarkalska samfelagnum má á ein ella annan hátt føra til, at hon hevur ein annan sjónarring enn maðurin. Men tá formmálið hjá Rannvá Holm Mortensen eisini tykist mær kvinnuligt, havi eg samstundis sagt, at til er ein kvinnuligur estetikkur, ein serligur kvinnuligur stílur ella ein sokallaður écriture feminine, og tað er ein útsøgn, ið eg satt at siga ikki eri so fullvís í. Tí um eg sigi, at ein serligur, kvinnuligur estetikkur er til, so taki eg aftur subjektivitetin frá kvinnuni og gera hana til hina.

Nei, tá formmálið hjá Rannvá Holm Mortensen tykist mær at vera kvinnuligt, er tað ikki tí, at hon sum konufólk hevur ein serligan stíl, sum er øðrvísi frá tí veruliga stílinum, stílinum hjá manninum. Tað er tí, at hon medvitið spælir við teimum nógvum klisjeunum, fordómunum, einstáttaðu algildingunum og einføldu ímyndunum um kvinnuna, sum fyllir listasøguna.

Tí feministisk list er ikki einans ein stílur - tað er list.

Saturday, April 14, 2012

Nökur minningarorð um Steinbjørn B. Jacobsen


Ein seinnapart á heysti, hugsi tað var í oktober 1977, gráan og samdrignan eins og hesin aprílmorgunin nærum fimm og tretivu ár seinni, kom eg í ørindum fyri 14. september út á Føroya fólkaháskúla at hitta táverandi rektara, rithövundin Steinbjørn B. Jacobsen.

Í fólkaeygum var hann langt síðani knæsettur sum ein politiskur ribbaldur, hóast hann ongantíð hevði verið uppi í partapolitikki. Hampalesarar og rímkærir føroyingar úr öllum málsligum heraðshornum litu á hann sum eina bókmentaliga kjötkvörn, ið gloypti alt sum heilt var og virðiligt í føroyskari yrkingarhevd, mól tað sundur og sputtaði tað út aftur í einari prent-ó-tespulögu fyri og aðrari eftir av hálvtýskum klumpum og smáfranskari sós.
Og so rópti hann hetta upp á skaldskap.
Óreinsettur.

Men sum sagt eg kom út á Háskúlan í ørindum fyri 14. september, nývorðin blaðmaður, og skuldi gera viðtal við Steinbjørn um nýføroyskan skaldskap. Íleiðingin var helst tann at Steinbjørn um hetta mundið, saman við Gunnari Hoydal, var ritstjóri á Varðanum. Teir báðir hövdu, tað man ikki vera ovsagt, fingið hetta gamla tíðarritið  til æru og gjørt tað sjónligt aftur í tí kódnarmjørka sum orðaskifti um føroyska mentan var og tíverri tíðum er enn.

Teir vóru uppi í tretivunum báðir tá, Steinbjørn og Gunnar, tilkomnir menn, borgarar, men sjálvur var eg blaðungur, nítjan ára gamal og ivaleysur um alt. Helt meg vita tað sum vert var at vita um rektaran á Háskúlanum. Hevði ikki bert lisið yrkingar hansara, fleiri av sjónleikunum (eitt nú Ivaliva), stuttsögurnar og ikki at forgloyma greinarnar og lesarabrövini.  Hartil hevði eg graml um mannin hiðani og haðani og tað skuldi alt vera rættiliga vist. Eitt nú var hann var tjóðveldismaður frá hvirli niður í húðaskógv (tað segði pápi mín). Eitt erpið mentavætti (segði mammubeiggin sum valdi fólkaflokkin). Ein smáborgarligur, smástirvnaður ulpusosialistur, sum ikki megnaði at ríva seg upp úr eplaveltunum suðuri í Sandvík (sögdu maoistarnir í Skrivarastovu). Fast skorðaður í afturlítandi hugmyndir um tjóðskap frá tíðini um og eftir 1946 (sögdu Framamenn). Sjálvur helt eg hann vera í so  burturheftan í eina skaldsliga uppgerð við ættarlið í føroyskum bókmentum sum eg í ungøði míni og fleiri við mær  í besta lagi hildu vera óviðkomandi.

Men maðurin sum tók ímóti mær á skrivstovuni úti á Háskúlanum var annar enn eg soleiðis hevði gingið og bilt mær inn. Har kendist einki bragd av mentaðum stórlæti ella tilgerð. Tvørturímóti. Maðurin var bragdligur, opinlyntur, skálkaligur og álvarsamur hvørt um annað, forvitin, bersögin og fyndugur. Hann var hvørki smáborgaraligur ella smástirvin. Langt burturífrá. Avgjørdur í áskoðanum sínum, gaman í, men rúmligur við, fullur av  eygleiðingum og dugdi at koma á óvart við teimum, vitandi og víðlisin. Gav sær eisini stundir at lurta eftir mær. Lýddi við sínum einstaka slagi av ótolnum tolni eftir tí sum eg hevði at siga, öllum hesum sum eg helt vera mínar sjálvfingnu og fríbornu hugsanir, men fyri tað mesta vóru reksur upp úr marx-leninistiskum bóklingum. Hann var ikki óátøkur sorinskrivaranum í skaldsöguni Barba og harra Pál, honum dámdi at resonnera. At ivast í sær sjálvum og öðrum.

Og víst var hann sjálvstýrissinni inn í mergin. Men nei, hann hevði ongantíð verið limur í Tjóðveldisflokkinum. Tíansheldur var hann yvirgivin til romantiska afturskoðan. Fortíðin, sum hann hevði livað og ættarlið undan honum roynt hana, var upprunin til, men ikki samtíðin sjálv. Tað farna gjørdi eina neyðuga vitan, eitt grundarlag til stöðutakan nú og frameftir, ikki eina afturlitshalgaða fyrimynd. Hvørki samfelagsliga ella í bókmentunum.
Men var hann ikki vinstrasinnaður, meðni? Nei. Yvirhövur var hallið tann borgarliga vegin. Men í hesum sum öðrum galt tað sum kinverskir spekingar longu vóru komnir til tvey túsund ár áðrenn Mao varð skaptur oman á jörðina, hetta, at sonn orð sjáldan eru fögur og uttan misljóðið er samljómur tögn. Svört tögn.

Samanumtikið var henda samrøðan ein gráan seinnapart í oktober 1977 ørkymlandi fyri meg, unga blaðmannin á 14. september. Kanska tann mest ørkymlandi samrøðan eg nakrantíð havi havt við ein starvsfelaga. Áðrenn eg kom út á Háskúlan, hevði eg fast undir fótum, vissu um meg sjálvan og mítt. Aftaná var jörðin gløðandi og alt á reki. Men samstundis kendi eg meg upplyftan onkursvegna. Í allari óvissuni. Sansaði, um enn kámliga, eitthvørt sum í longdini fataði við og hevur verið mær meira vert enn öll svikalig sjálvvissa.  Hetta kann dragast saman í orðunum hjá Jevtusenko, sovjetiska skaldinum, sum Steinbjørn henda seinnapartin og javnan síðani tók fram í samrøðum um bókmentir: Listin er eingin bøn um náði.

Viðtalið, fyrrnevnda, varð vituligvís skrivað, tað kom eisini á prent í Fjúrtanda og fekk onkrar hissini glósur í Dimmalætting og Dagblaðnum. Hvat tá. Tað sum kortini liggur eftir sum ein eldslóð í huganum er samrøðan við Steinbjørn og ikki einans henda samrøðan sær, men tann áhaldandi samrøðan gjøgnum árini, tað mótspælið og óofta eirindaleysa, men altíð góðviljaða mótspælið, sum eg sjálvur fekk og onnur við mær, ta tíðina hann var ritstjóri á Varðanum og seinni við. Hann lærdi okkum tað skapandi ósemjuna. Tann ivan og ikki síðst sjálvsivan, ið er listini so lívsneyðugur.

Nú er Steinbjørn farin. Tað kenst tómligt. Saknur er í honum, tað skal Guð vita, men tað er og fer altíð at verða við takksemi at eg hugsi um hann fyrst og fremst.  

Carl Jóhan Jensen


Friday, April 13, 2012

Steinbjørn er farin

  
Myndin er tikin á framsýningini Innrás, sum ung listafólk høvdu í Müllers Pakkhúsi í 2010. 

Eg plagdi at møta honum ymsastaðni í Havnini. Ovurhonds aktivur kom hann rokandi um okkurt húsarhorn í býnum ella í plantasjuni við svimjiposa í hond, men hann hevði altíð tíð at práta og at venda ymsum viðurskiftum í listini, sum hevði hansara stóra áhuga. Hann var sera eldhugaður maður, sum fylgdi væl við í øllum samfelagsviðurskiftum, eisini í sonevnda listastríðnum, har hann altíð helt fast við at stuðla og taka listina og okkum sjálvi í álvara, og hansara frælsi hugsunarháttur, at vit kunnu og duga alt eins væl og onnur fólk kendist sjálvsagdur í hansara selskapi. Hann var altíð við á ferniseringum, og hann var eisini við á stovnandi aðalfundi, tá grafikkáhugafelagið Steinbrá varð stovnað. Vit vóru í grundini eitt slag av starvsfelagum, tí hann var listaummælari fyrr í tíðini, og hann tók hetta ummælaríið upp aftur, tá hann herfyri á heimasíðu Sprotans ummældi bókina um og við Hansinu Iversen, sum Inger gjørdi. Hann var ógvuliga hugtikin av bókini og av listini hjá Hansinu Iversen. Steinbjørn var modernistur og tað eru eisini nakrar fínar modernistiskar yrkingar, sum eru tað fyrsta, eg sambindi bókmentaliga við hann.

Steinbjørn Berghamar Jacobsen varð føddur í Sandvík í 1937. Foreldur Jensia f. Berg (f. 1913) og Johan Fr. Jacobsen (f. 1912 - d. 1987), bæði úr Sandvík. Giftist 1964 á Fjóni við Ingrid Linderoth Hansen f. 1944 á Fjóni, og fingu tey hesi børn: Vár f. 19.4.1965, Snæbjørn f. 15.12.66, Kára f. 18.8.68, Lív f. 24.12.69, d. 8.7.80, og Eyð f. 5.12.81. Steinbjørn var lærari og háskúlamaður, og hann var stjóri á Føroya Fólkaháskúla frá 1970 til 1980. Hann arbeiddi sum lærari í Kommunuskúlanum og hevði í samfelagnum fleiri onnur álitisstørv, t.d. var hann ritstjóri á Varðanum eitt tíðarskeið og nevndarlimur í Móðurmálsfelagnum. Hansara fyrsta bók, Heimkoma, við yrkingum, kom í 1966 og tvey ár seinni kom yrkingarsavnið Fræ. Steinbjørn B.Jacobsen varð tríggjar ferð heiðraður fyri sínar bøkur, í 1976 og 1985 fekk hann barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs og í 1981 fekk hann M.A.Jacobsens heiðursløn fyri fagurbókmentir.

Eg fari at sakna tann kvika, eldhugaða  mannin við svimjiposanum og alla hansara vitan um listarlig viðurskifti. Hansara familja fer ivaleyst at sakna hann enn meira, teimum vátti eg mína djúpastu samkenslu. Hvíl í friði Steinbjørn og takk fyri títt avrik.


Eg og sólin

Sólin lýsir
stjørnurnar eru
jørðin og mánin
lívið og mannaættin
fara kanska
eg fari
eg hvørvi



Lena Anderssen útgávukonsert í Norðurlandahúsinum


http://www.youtube.com/watch?v=NFUsVvjjY0g  Ein sangur,  tú rættiliga legði til merkis í útvarpinum í fjør, var sangurin "Left with myself". Vakur, væl komponeraður, væl spældur, sungin, innspældur og framleiddur minti meg eitt sindur um amerikonsku sangarinnuna Edie Brickell, sum eg dyrkaði í 80´unum, og so allíkavæl ikki, men eg gjørdist í grundini bilsin, tá eg skilti, at tað vóru føroyingar, sum áttu avrikið. Tað eru Lena Anderssen og Niclas Johannesen, sum hava gjørt hetta vakra, sorgblíða lagið, sum er á hennara nýggjastu fløgu, og nú ber til at uppliva alla herligheitina live í Havn. Vit hava fingið soljóðandi tíðindaskriv: 
                                             
Leygarkvøldið 14. apríl hevur Lena Anderssen sína fyrstu almennu konsert síðani fløgan “Letters From The Faroes” kom út í november í fjør. Stóri salurin í Norðurlandahúsinum verður karmur um framførslu, ið fer at taka útgangsstøði í fløguni, sum varð kosin “besta útgáva 2011” á Planet Awards undan ársskiftinum, har Lena somuleiðis fekk heiðurin at verða kosin “Ársins songkvinna” og “Ársins einstaklingur”.

Føroyskir og norðurlendskir tónleikarar
Umframt sín egna bólk, mannaður við føroyskum og norðurlendskum tónleikarum, fer Lena eisini at hava íslendskar strúkarar við sær á pall. “Vit vóru í Íslandi og spældu inn strúkarar til fløguna. Hetta eydnaðist sera væl og tað gleðir meg, at so nógvir framúr tónleikarar hava játtað at vera við til framførsluna í Norðurlandahúsinum,” sigur Lena Anderssen.

Tónar til myndir
Umframt orkestrið á pallinum, fer føroyski myndamaðurin Bárður Eklund at standa fyri myndlistini til konsertina.  “Hóast konsertin fyrst og fremst er ein ljóðuppliving, so vilja vit eisini geva áhoyrarunum nakað fyri eygað.” Bárður Eklund er ein av mest brúktu myndlistamonnunum í Føroyum og hevur vunnið heiðurslønir uttanlands fyri sítt arbeiði.

10 ár við tónleiki burturav
Lena Anderssen hevur seinastu tíggju árini arbeitt burturav við sínum tónleiki. Hon hevur spælt konsertir kring í Evropa og í Norðuramerika  – eitt nú saman við nøvnum so sum enska bólkinum Roxy Music, amerikonsku Beth Hart og avstralska Xavier Rudd. Somuleiðis hevur tónleikur hjá Lenu verið brúktur í sjónvarpsrøðum so sum Felicity, Scrubs, Nikita og øðrum við.

Útgávan Can’t Erase It kom út í Føroyum í 2004 og varð útgivin í Danmark árið eftir, har fløgan varð vald til “ugens album” á stóru útvarpsrásini P4 hjá Danmarks Radio, har Lena framvegis verður nógv spæld.
Í 2007 gav Lena út fløguna “Let Your Scars Dance”, ið varð kosin ársins fløga á Planet Awards og av lesarunum hjá Dimmalætting. Í 2009 varð Lena somuleiðis kosin “Female Vocalist Of The Year” av heimins størsta grassroots felagsskapi Just Plain Folks.

Konsertin leygarkvøldið 14. apríl byrjar klokkan 19.30 og kostnaðurin er 220,- krónur. Atgongumerkið kunnu ognast í Norðurlandahúsinum, Kunningarstovunum í Havn, Runavík, Klaksvík  og online á www.nlh.fo.
Mynd: Bárður Eklund

Thursday, April 12, 2012

Tíðindaskriv: Rannvá Holm Mortensen í Galerie Focus


Fríggjadagin 13. apríl kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Rannvu Holm Mortensen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Á framsýningini eru málningar, træskurðir og prent. Rannvá hevur sýnt fram ymsa staðni í Føroyum, í Danmark, Íslandi, Onglandi, Fraklandi, Spania og Bulgaria.

Framsýningin verður opin til 26. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.






Tempus fugit - 10 ára tónamálarí við Tarira


Sum áhoyrari til ta einu av jubileumskonsertunum hjá Tarira hevði eg eina heilt serliga deja vu kenda kenslu, tí kórið sang fleiri sangir, sum tey eisini sungu fyri níggju árum síðani, tá eg hoyrdi Tarira á fyrsta sinni, beint áðrenn eg sjálv fór uppí kórið. Havi vegna sjúku verið í farloyvi og tessvegna hepnaðist mær at uppliva 10 ára jubileumskonsertina sum áhoyrari heldur enn sangari. Har sat eg so í kirkjuni við tí frágerða góða akustikkinum í Fuglafirði og kendi á mær, at tíggju ár í bestu árum ganga skjótt.

Skráin var sett saman av "oldies but goldies" kórtónleiki, sum als ikki merkir tað sama sum, at tónleikurin er gamal, men sum undirritaða fyri tað allarmesta dugir sovandi og aftanífrá og tá er tað í grundini ein avbjóðing at vera áhoyrari, tí tá er kritiska oyrað rættiliga víðopið fyri øllum óneyvleikum. Okkurt var, men allíkavæl bar væl til at njóta tónleikin og tvær ferðir fekk eg herligastu herðindi av gásarholdi, tað var tá kórið sang vakra satsin "Glitra" hjá Unn Patursson og ekstatiska verkið hjá Sven-David Sandstrøm "En ny himmel och en ny jord". Konsertin var í tveimum pørtum, fyrst sang kórið við manningini, sum syngur í løtuni í Tarira, tað eru 19 sangarar. So var steðgur og síðani sang "Stóra Tarira" við tilsamans 29 sangarum. Stórbæra verkið hjá Sandstrøm hevur neyvan ljóða nógv betri og var tað samanumtikið ein fragd at hoyra eitt kór syngja við so miklum yvirskoti, ikki minst á mannfólkasíðuni.

Skráin var sett saman av nýggjum tónleiki og gomlum renesansu- og barokktónleiki. Í eini mentan sum okkara við okkara ævinliga áhuga fyri øllum, sum gamalt ella gamaldags er, haldi eg, at samtíðarlistin er serliga umráðandi og sostatt er tað eisini samtíðartónleikurin, ikki minst tann føroyski samtíðartónleikurin, sum hevur mín størsta áhuga. Sum kunnugt er leiðari kórsins, Sunleif Rasmussen tónaskald og í sambandi við hundrað ára dagin hjá Karsteni Hoydal framførdi kórið nýskrivað verk, sum Sunleif hevur skrivað til yrkingina hjá Karsteni Hoydal. "Við eina vøggu" æt lagið, sum fyri undirritaðu gjørdist størsta upplivingin á konsertini og ein umráðandi orsøk til hetta er heilt einfalt, at eg ongantíð havi hoyrt tað áður. Yrkingina kenni eg, hon endar við reglunum "tá út í oyðu flúgva orð/ at skapa alt av nýggjum". Tá eg nú nakrar dagar seinni siti og royni at minnast verkið, minnist eg mínar egnu reaktiónir av vónríkari undran og kensluni av í brotum at fata listarliga stórlætið í friðsælu kompositiónini.   

Í eini annars lutfalsliga progressivari tónleikaskrá tóktist fyrsti sálmurin "Kirkjan hon er eitt gamalt hús" eitt sindur uttan fyri samanhang, men hetta kemst helst av tí, at skráin onkursvegna skal umboða avrikið hjá kórinum tey seinastu 10 árini, og kórið hevur eitt nú sungið við á fløguni Mai-mynd við tónleiki hjá Knúti Olsen. Longu í næsta satsinum varnaðust áhoyrarar veruligu styrkina hjá Tarira og Sunleif Rasmussen í dynamiskt skiftandi, stundum døpru, stundum friðsælu tulkingini av framúrskarandi nýklassikaranum hjá Paula í Sandagerði "Náttarfriður", sum Pauli skrivaði 11.september í 2001 til týðingina hjá Janusi Djurhuus av kendu yrkingini hjá Goethe. "Glitra" er einfaldur kvinnukórsatsur, har kvinnurøddirnar tvinnast saman á ein hátt, sum minnir um ljósspæl av silvitni á sjónum. Tað er Unn Patursson, sum við hesi fínu kórkompositiónini rakar beint í náttúruimpressionistiska huglagið í yrkingini hjá Róa Patursson. "Glitra" er eins og fleiri av hinum løgunum, sum vórðu framførd á jubileumskonsertini, við á fløguni hjá Tarira "Døgg", sum kom út fyri fýra árum síðani.

Kórleiðarin greiddi frá, at kórið hevur verið vælsignað við fleiri tónaskøldum, tí t.d. var Unn Patursson við í stóra avbrigdinum av Tarira og tað sama er galdandi fyri Paula Hansen, sum hevur gjørt "Mörkret talar til den blommande busken" til orð hjá Williami Heinesen í svenskari týðing. Eitt samansett verk, vit kunnu kalla tað postmodernistiskt við vøkrum næstan romantiskum brotum, sum í serligan mun krevur góðan innsats frá monnunum. Allarflestu kór hava trupulleikar við at manna tenor- og bassbólk og tí er tað ikki oftari enn so, at sangurin er sungin so sannførandi sum jubileumskórið Tarira megnaði. Tónaskaldið helt sjálvur, at hetta var besta framførsla nakrantíð av hansara sangi. Verkið hjá Sven-David Sandstrøm "En ny himmel och en ny jord" er avgjørt eitt av yndisverkunum hjá Tarira og tað hoyrist eisini á eldhugaðu framførsluni. Verkið er heilt einastandandi. Tónleikurin vaksur spakuliga fram burtur úr ongum við visionerum staðfestingum úr opinbering Jóhannesar, sum tónaskaldið málar við tónum. Tá orðini "sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt" verða sungin, fevna tónarnir á orðinum "himmal" yvir tríggjar oktavar. Tá er verkið ekstatiskt, meðan tað aðrar tíðir er bæði vakurt og óhugnaligt og ekstremt uppá so nógvar mátar. Hendan ekstremitetin megnar bert eitt kór við ógvuliga sterkum røddum og tónagávum at liva upp til og tað gjørdi Tarira undir leiðslu av Sunleif Rasmussen.

Av øðrum, sum var á skránni, kann nevnast "Vatnið og ljósið" hjá Kára Bæk til yrking hjá Karsteni Hoydal, sum er somuleiðis er sera skiftandi dynamiskt og ein avbjóðing at syngja, og tað sama kann í grundini sigast um tey allarflestu av teimum 15 verkunum, sum jubileumskonsertin fevndi um. Á øllum teim nøvnum, sum eg havi nevnt skilst helst, at talan var um bókmentaliga og tónlistarliga hágóðsku og fyri meg var tað sum áður nevnt samtíðartónleikurin, ið av álvara gjørdi mær mun. Nú er tað so vælsignað, at kórið í viðtøkum sínum hevur forpliktað seg til at bíleggja og syngja nýggjan tónleik, og eg veit, at m.a. eitt verk hjá Tróndi Bogason liggur og bíðar, so eg gleði meg at byrja aftur... 


Mynd: Hansina Iversen


(KP)