Tuesday, October 11, 2011

Mentanarval 2011: Yndislistin hjá politikarunum - Dávid Isfeld

Fólkini, sum vit velja til at stýra landi okkara hava avgerandi týdning fyri framtíðar umstøðurnar hjá mentan og list. Persónligi smakkurin nýtist ikki hava nakran týdning fyri teirra mentanarpolitikk, men vit eru allíkavæl forvitin. Tí hava vit biðið nakrar politikarar um at siga okkum, hvat teirra yndislistaverk er og í trimum reglum greiða okkum frá hví júst hetta listaverkið hevur týdning fyri tey.

Dávid Isfeld, Tjóðveldi



Tónleikurin á “hvítu” og “svørtu” útgávuni hjá Queen er so vakur og væl gjørdur, at hann spælir á allar mínar kenslustreingir: Teir sorgblíðu, máttmiklu og teir romantisku. Queen skara framúr bæði í tónasmíð og førleika á ljóðføri eins og í sangi. Queen gevur mær gleði, gásarhold og djúpa virðing fyri tónleikalist.

HEYSTFRAMSÝNINGIN 2011


Leygardagin 15. oktober kl. 15 letur sjeynda Heystframsýningin upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni.

Luttakararnir í ár eru: Bárður Jákupsson, Brandur Patursson, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Hjørdis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen og Zacharias Heinesen.

Gestir verða: Hans Pauli Olsen og Ilona Raipala.

Heystframsýningin letur myndlistina taka rúmið og skapar eitt nýtt rúm, har nýggjar gerðir og nýggjar hugsanir verða ein møguleiki. Framsýningin er ein roynd at lata myndlistina koma út úr sínum vanliga umhvørvi og at noyða hana inn í nýggjar samrøður við rúmið og við onnur verk. Heystframsýningin er ein afturvendandi hending, ið rannsakar og mennir samskiftið millum ymisk verk, millum verk og rúm og millum verk, rúm og áskoðara.

Myndlistin, rúmið og áskoðarin eru tengd hvør at øðrum. Tey avmarka hvønn annan, men geva eisini hvørjum øðrum møguleikar, og tí ert tað framveigs áhugavert at rannsaka sambandið teirra millum. Í hesi rannsókn koma fleiri andstøður, spenningar og ógreiður fram, enn tað koma líkskapir og samljóð, og ikki ber til at siga nakað um gongdina frammanundan. Gongdin er óvæntað og eyðmerkt av ruðuleika.

Men tað er júst tann óvæntaða gongdin ið ger Heystframsýningina til eina dynamiska syntesu, sum ongantíð verður keðilig.

Brandur Patursson hevur gjørt plakatina, sum aftur í ár er prentað á Grafiska Verkstaðnum Steinprent.

Aldubáran fer at hava heystkonsert í Listahøllini meðan framsýningini er opin. Lýst verður nær hon verður.

Øll eru vælkomin.

Heystframsýningin er opin hvønn dag frá kl. 15 til 18 frá leygardegnum 15. oktober til 6. november.

Monday, October 10, 2011

Føroyskir høvundar væl ílætnir á bókamessu


Mikudagin byrjar bókamessn í Frankfurt. Hetta er heimsins størsta bókamessa og mest umráðandi staðið fyri marknaðarføring av bókum í heiminum. Ísland er ársins heiðurstjóð og hava í beinasemi boðið okkum við. Tessvegna hevur Mentamálaráðið sett 300.000 krónur av til bókmentaligu stórhendingina. Hetta halda vit vera sera gott, men vit hava áður her á blogginum stúrt fyri hvørt peningurin og møguleikin, sum hetta er fyri føroyskar bókmentir, nú verður gagnnýttur nóg væl. Tað finna vit út av, tá føroyska ferðalagið (sum eyðsýniliga ikki inkluderar fjølmiðlafólk, hví ikki?) kemur heim og greiðir frá úrslitunum. Fyribils eru vit fegnar um, at tað eru góðar bókmentir, ið verða tiknar við til Týsklands og at føroysku rithøvundarnir av sonnum eru heilt frammi og við har, sum tað hendir í øllum førum eisini, tá hugsað verður um heystmótan.

Myndin omanfyri av skaldinum og formanninum fyri LISA Oddfríður Marni Rasmussen og av skaldinum Carl Jóhan Jensen er dømi um autoriseraða føroyska rithøvundauniformin, men hon varð í grundini tikin fyri einum ári síðani. Tá høvdu vit stóra fragd av myndini og æraðu høvundarnir máttu finna seg í, at vera flentir at eins og avantgardistar ofta verða noyddir, tey, sum ganga fremst og síggja framtíðina áðrenn øll hini. Summi róptu hetta ein gubbabúna og hildu, at tað mundi verið betri við eini føroyskari nisshúgvu, meðan onnur hildu, at klæðini kanska bóru boð um avmarkaða inntøkugrundarlagið hjá rithøvundunum.



Forleggjarin Hugin Eide er langt frammi í skónum, hesum vita vit av. Framum stóru bókaútgevararnar í Danmark fekk hansara forlag, Torgarð fatur á vinnaranum av norðurlendska bókmentaheiðurslønini, sum varð givin út herfyri á donskum. Hann var somuleiðis nóg framsíggin til at bera eyga við ríku møguleikarnar í føroyska rithøvundabúnanum og hann hevði somuleiðis dirvið at vísa fram mynd av sær sjálvum í búna við undirtekstinum ”Var eitt rend hjá Kissa í dag og royndi føroyska rithøvundabúnan”. Men eisini hann mátti finna seg í at vera flentur at og enntá av sínum egnu, sum bondskliga góvu honum hesa viðmerking: ”Altso Hugin, Carli-lukkið krevur at skjúrtan er ternut, ikki jakkin, álvaratos, sjálvt Oddfríður skilur tað...komm onn!”

Soleiðis kann heimurin tíggja sær órímiliga óreint viðhvørt, men tann, sum flennur seinast flennur sum kunnugt best og nú eitt ár er farið, síggja vit tað í mótabløðunum, sum vit áttu at hava sagt okkum sjálvum. Nevniliga, at listafólk altíð eru frammanfyri og at vit altíð eiga at lurta eftrir listafólkunum. Millum tað smartasta og allarnýggjasta, sum hongur í harramótahandlinum í SMS, Skálkur Man, hongur rithøvundabúnin og sama er galdandi í útlondum. Hyggið bara her

http://connery.dk/skaeve-tendenser-fra-efteraarets-mode-2011.62142.html
http://www.nbcnewyork.com/blogs/threadny/Rag--Bone-Mens-Sporting-Spirit-of-the-English-Countryside-115948539.html

Havið ein góðan túr kæru rithøvundar. Vit senda tykkum avstað við løttum hjarta við vissu um, at bæði tykkara bøkur og klæði eru júst soleiðis sum tey eiga at vera. Vit gleða okkum til at síggja tykkum aftur og vóna, at tykkara inntøkur vaksa betýðiligt eftir Frankfurt, tí okkurt kundi týtt uppá, at tykkara klæði verða dýrari nú tey eru blivin modernað.

Sunday, October 9, 2011

Hanni Bjartalíð Is anybody home - myndir



6.okt. læt framsýningin Is anybody home? hjá Hanna Bjartalíð upp á Norðurbryggjuni í Keypmannhavn. Undirritaða helt upplatingarrøðuna. Hon verður sett inn her saman við nøkrum myndum av framsýningini.  

Det er mig en rigtig stor glæde at få lov til at åbne Hanni Bjartalíðs udstilling Is anybody home her på Nordatlantisk Brygge og jeg vil gerne begynde med at takke Karin Elspudóttir og alle her på Bryggen for, at udstillingen blev realiseret. Udstillingen er særlig interessant for mig, da jeg har fulgt kunstneren siden midt i halvfemserne. Hanni Bjartalíð og jeg er desuden fra samme årgang, vi er begge to født i 1968, men denne biografiske samtidighed er vel kun en del af forklaringen på hvorfor jeg synes, at han gang på gang rammer plet (desuden er han jo også fra Klaksvík, der jo ligger langt fra Tórshavn, hvorfra jeg selv stammer). Men der er jo det ved god kunst, at den ophæver kategorier som tid og sted. Den ophæver for så vidt også en kategori som færøkunst.

Til en udstilling af Hanni Bjartalíðs malerier i København i halvfemserne overhørte jeg blandt udstillingsgæsterne et par, som stod og talte sammen til ferniseringen. De virkede lidt utrygge og kvindens tone var bebrejdende da hun sagde: "Men jeg mener, at du sagde, at det var en færøsk udstilling...". Manden svarede forvirret, at han så bestemt mente, at kunstneren var færing. Han læste lidt i den lille udstillingsfolder hvorefter han så mere forklaret ud, da han sagde, "..ja, men han bor i Finland". Denne lille anekdote demonstrerer, at selv om færøkunsten i mange år har været et slags brand, som færøsk kunstliv på en måde har nydt godt af, kan den også opfattes som en slags etnisk spændetrøje, der ikke giver mening i en samtidskunstnerisk kontekst.

Det kan jo meget vel være, at der både er noget finsk og noget færøsk og i øjeblikket måske også noget sydamerikansk over Hanni Bjartalíðs værker, men de er så meget mere end det og kan efter min mening opleves ud fra et større og mere universalt perspektiv. Hanni Bjartalíðs billedkunstneriske virke er teknisk mangfoldigt, men uanset hvilken teknik, han anvender, går det ud på at samle en vrimlende mængde billedelementer til en helhed, der på én gang forekommer rå og poetisk og dybt original. Flere af tegningerne på udstillingen er fællesværker, udført i samarbejde med den sydamerikanske billedkunstner og illustrator Diana Beltran Herrera.

En del af udstillingen består af træobjekter, små huse, der udgør en foreløbig kulmination i Hanni Bjartalíðs værk og fastslår, at han er en af færøsk billedkunsts vigtigste fornyere. Der er en helt særlig omhu og følsomhed i måden disse træobjekter er sat sammen. Kunstneren fortalte mig for et par år siden om nogle små huse, han var gået i gang med. Jeg kan huske hvor spændt han virkede samtidig som han med sædvanlig selvironisk humor hævdede, at de om ikke andet kunne bruges som legetøj til hans sønner, hvis ikke de holdt som kunstværker.

Udstillingens titel "Is anybody home?" er flertydig og fungerer på flere niveauer. Overfladisk set kan den ses som en enkel kommentar til de små huse, som Hanni Bjartalíð har arbejdet med de senere år. Er der nogen hjemme? Men derudover udtrykker spørgsmålet en umiddelbar angst og en udpræget følelse af fremmedhed, samtidig som det i overført betydning handler om kunstnerens tvivl i forhold til sig selv og sit eget værk, for giver det overhovedet nogen mening? Hanni Bjartalíð er således en en meget selvkritisk og ydmyg kunstner og han er nok den eneste af de færøske kunstnere, der kommer i nærheden af at lave bæredygtig kunst. I hvert fald genbruger han sine lærreder i en sådan grad, at de næsten altid er tunge af maling - også de små malerier. Faktisk så foretrækker han små billeder fremfor de store, også fordi han mener, at de fremkalder større intimitet i forhold til beskueren. Træskulpturerne er også lavet af genbrugsmateriale, træstykker og pinde og andet affaldstræ, som han finder rundt omkring.

I et interview jeg lavede med Hanni Bjartalíð for ti år siden fortalte han, at han altid har været fascineret af æsker og at han som barn ejede et stor syskrin med ben og med en hel masse små rum, hvor man kunne gemme forskellige ting. Den barnlige glæde ved skrin og æsker, samt inddelingen af rum er en væsentlig del af hans værk, der giver mulighed for at udtrykke flere sideløbende fortællinger í ét og samme værk. Derudover er det som om, at ruminddelingen både i de to og tredimensionelle værker frembringer en særlig følelse for beskueren af at være inviteret til at kigge indenfor i værkets verden. Så det synes jeg vi skulle tage og gøre. Hjertelig tillykke med udstillingen Hanni og tak allesammen for, at I lyttede.

Kinna Poulsen



























Saturday, October 8, 2011

Amariel Norðoy í Ribarhúsi



Vælkomin til fernisering


sunnudagin 9. oktober kl. 16 - 18

Amariel Norðoy


sýnir fram í Ribarhús

frá 9. til 21. oktober 2011

Framsýningin er opin: mánadag til fríggjadag kl. 15 til 17.30
og leygardag kl. 11 til 13

 
  Fuglafjørður, tlf. 444427



Friday, October 7, 2011

Ein Nobelyrking


Svenska Akademiið kunngjørdi í gjár, at ársins Nobel-virðisløn í bókmentum verður latin svenska skaldinum Tomas Tranströmer (1931).

Peter Englund, frá svenska akademiinum grundgav fyri, hví Tomas Tranströmer fekk ársins virðisløn: ”Tranströmer fær virðislønina, tí hann við sínari tøttu gjøgnumskygdu lýsingum, gevur okkum eina nýggja leið til veruleikan."


Og her kunnu vit lesa eina av hansara tøttu, gjøgnumskygdu lýsingum:

Ensamhet

Här var jag nära att omkomma en kväll i februari.
Bilen gled sidledes på halkan, ut
på fel sida av vägen. De mötande bilarna –
deras lyktor – kom nära.

Mitt namn, mina flickor, mitt jobb
lösgjorde sig och blev kvar tyst bakom,
allt längre bort. Jag var anonym
som en pojke på en skolgård omgiven av fiender.

Mötande trafik hade väldiga ljus.
De lyste på mig medan jag styrde och styrde
i en genomskinlig skräck som flöt som äggvita.
Sekunderna växte – man fick rum där –
de blev stora som sjukhusbyggnader.

Man kunde nästan stanna upp
och andas ut en stund
innan man krossades.

Då uppstod ett fäste: ett hjälpande sandkorn
eller en underbar vindstöt. Bilen kom loss
och krälade snabbt tvärs över vägen.
En stolpe sköt upp och knäcktes – en skarp klang – den
flög bort i mörkret.

Tills det blev stilla. Jag satt kvar i selen
och såg hur någon kom genom snöyran
för att se vad det blev av mig.

II

Jag har gått omkring länge
på de frusna östgötska fälten.
Ingen människa har varit i sikte.
I andra delar av världen
finns de som föds, lever, dör
i en ständig folkträngsel.

Att alltid vara synlig – leva
i en svärm av ögon –
måste ge ett särskilt ansiktsuttryck.
Ansikte överdraget med lera.

Mumlandet stiger och sjunker
medan de delar upp mellan sig
himlen, skuggorna, sandkornen.

Jag måste vara ensam
tio minuter på morgonen
och tio minuter på kvällen.
– Utan program.

Alla står i kö hos alla.

Flera.

En.

Thursday, October 6, 2011

Vallistin 6 - Hetta fer út til alt Føroyar

Swangah Dangah hava gjørt og framføra dagsins politiska listaverk "Úr bygd í bý". Tríggir ungir mans úr Svanga í Havn manna bólkin, teir eru: Ragnar Davidsen, Steen Rói Lorenzen og Kári Damsbo. Hugburðurin tykist tjóðskaparligur við ungdómsligum fuckfinguri til tey, sum ætla at blanda seg uppí eitt nú føroyskt grindadráp. Niðurlagið ljóðar: "Hetta fer út til alt Føroyar, átjan oyggjar, vit liva og doyggja har..."







Wednesday, October 5, 2011

Hanni Bjartalíð - Is anybody home?


Hanni Bjartalíð - Is anybody home? 6. oktober 2010 - 31. januar 2011
Hanni Bjartalíð tilhører den fjerde generation af færøske billedkunstnere, som er den første generation, der for alvor vendte ryggen til det højt besungne færøske landskab for i stedet at koncentrere sig motivisk om mennesket og dets nære relationer med fokus på bl.a. individets rolle i samfundet. Hanni Bjartalíðs figurtegning er bevidst rudimentær og fri og hans malerier er ofte opbygget af mange lag maling, der giver en grov og taktil struktur og en vægtning af fladen, som jævnligt ses inddelt i felter eller rum. I et interview med undertegnede fortalte kunstneren engang, at han altid har været fascineret af æsker og at han som barn ejede et syskrin af den slags, der er forsynet med ben og som har en hel masse små rum. Ruminddelingen en er væsentlig del af Hanni Bjartalíðs værk. Den giver mulighed for at udtrykke flere sideløbende fortællinger í ét og samme værk, men den giver også associationer til tegneserieruder, hvori der fortælles en kontinuerlig historie, ligesom ruminddelingen både i Bjartalíðs to- og tredimentionelle værker evokerer en særlig intimitet, en følelse for beskueren af at få lov til at kigge indenfor. Hanni Bjartalíð har i mange år og på flere måder dyrket denne intimitet i forhold til beskueren, eksempelvis via ganske små værker, der kræver, at beskueren skal tæt på for at se hvad der foregår.

Motivkredsen i Hanni Bjartalíðs nyere billeder er til dels udvidet og raffineret i collager og tegninger, der indeholder abstrakte mønstre i klare farver, samt symboler eller forenklede, letgenkendelige figurer som feks. det menneskelige kranium, der ofte optræder muntert grinende. I collagerne fortsætter dyrkelsen af de flerstrengede fortællinger, men med en ny, ubesværet lethed, hvor motivet af dødningehoved måske i større grad dyrkes for dets skønne grafiske form end for eventuelle eksistentialistisk vinklede, dystre memento mori udsagn.
Hanni Bjartalíðs billedkunstneriske virke omfatter både maleri, collage, assemblage og tegning, men uanset hvilken teknik, han anvender, synes metoden i de senere år kumulativ og går ud på at samle en vrimlende mængde billedelementer til en helhed, der på én gang forekommer rå og poetisk og dybt original. De finurlige træobjekter udgør en foreløbig kulmination i hans værk, der fastslår, at Hanni Bjartalíð er en af færøsk samtidskunsts vigtigste fornyere. Med referencer til et erindret barndomsunivers synes disse skønne, delvist bemalede træskulpturer præget af en nærmest kærlig omhu og varme i måden, hvorpå de er sat sammen. De minder om barndommens muntre træhytter, samtidig med at de er omgærdet af stor mystik og filosofisk tyngde i deres ufunktionelle tysthed.

Hanni Bjartalíð er født i Klaksvík på Færøerne i 1968, men har de sidste mange år boet i Helsinki i Finland, hvor han udstiller jævnligt. Det gør han også hjemme på Færøerne, hvor han havde en separatudstilling i Steinprent i Tórshavn i foråret. Dér er også Heystframsýningin hjemmehørende, hvor  han er medlem og udstiller på årlig basis. Flere af tegningerne på udstillingen er fællesværker, udført i samarbejde med den sydamerikanske billedkunstner og illustrator Diana Beltran Herrera, der er bosat i Bogota, Columbia. Projektet med fællesværkerne er påbegyndt i Helsinki, ofte med Herrera som den initerende part, der har bedt Bjartalíð om at tegne noget, hvorefter Herrera har arbejdet videre på hans tegninger.




Tuesday, October 4, 2011

Bókmentalig stórhending upp í royk?

Vónirnar vóru annars frálíka góðar og stórar, tá boðað var frá stórhending fyri føroyskar bókmentir, at Ísland, sum er heiðursland á stóru bókamessuni í ár í Frankfurt hevði boðið Føroyum við á bókamessu. 


Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, sum sambært heimasíðuni hjá Mentanargrunni Studentafelagsins skipaði fundin fyri einum ári síðani, har høvuðsskiparin fyri íslendska tiltakinum, Halldór Guðmundsson, vegna íslendska mentamálaráðið bjóðaði at stuðla føroyingum við øllum teirra serkunnleika, um føroyingar vildu luttaka. Føroyska mentamálaráðið tók av innbjóðingini og setti eina nevnd at velja 10 ritverk út at umboða føroyskar bókmentir. Nevndin valdi: Gunnar Hoydal: Undir suðurstjørnum 1991, Carl Jóhan Jensen Ó - søgur um djevulskap 2005, Jóanes Nielsen Glansbílætasamlararnir 2005, Oddvør Johansen Í morgin er aftur ein dagur 1999, Hanus Kamban Pílagrímar 2001, Sólrun Michelsen Tema við Slankum 2007, Tóroddur Poulsen Útsýni 2009, Jógvan Isaksen Norðlýsi 2009, Bárður Oskarsson Ein hundur ein ketta og ein mús 2004. Andras Mortensen Hin føroyski róðrarbáturin 2000. 


Í mun til hvussu nógv at byrja við varð gjørt burtur úr hesi stórhending fyri føroyskar bókmentir, er tað rættiliga løgið hvussu lítið hevur verið kunnað um málið síðan úrvalið varð almannakunngjørt. Eisini hava atfinningarsamar røddir verið at hoyrt innan bókmentaumhvørvið, sum finnast at handfaringini hjá Mentamálaráðnum, ið upprunaliga setti 300.000,00 krónur av til verkætlanina.


At luttaka á eini tílíkari bókamessa er eyðvitað annað og meira enn at leggja nakrar týddar bøkur á eitt borð á útlendskari bókamessu. Her skal reklamerast og kunnast og her skulu allar tær kontaktir, sum høvundarnir liggja inni við, tránýtast. Vit kunnu sjálvandi vóna, at ymsar fyrireikingar verða gjørdar handan leiktjøldini, men nú tað ikki er nógv meira enn ein góð vika er eftir til heimsins størsta bókamessa letur upp, undrar tað okkum, at eingin víðari kunning er komin um fyrireikingarnar frá Mentamálaráðnum. Hendir nakað ella er bókmentaliga stórhendingin í vanda fyri ikki at henda? 


Monday, October 3, 2011

Havið - Ráðstevna um listahandverk í Havn


 "Havið"

Tað skilst, at mann ordiliga hevur forsømt seg, men eg visti ikki um teir tríggjar fyrilestrarnar, sum hava verið í Norðurlandahúsinum um list og listahandverk, ið vórðu hildnir sum partur av listahandverks- og sniðgevingarverkætlanini ØDESIGN. Hetta eru av sonnum tríggir kapasitetar, ið hava hildið fyrilestur: Ole Lislerud, professari á kunstakademinum í Oslo helt fyrilesturin: "Kunsthåndværket ved en milepæl". Angelica Blomhage, kurator og listafrøðingur á Gotlands Konstmuseum helt fyrilestur um hav og vatn í samtíðarlistini og Tróndur Patursson helt fyrilesturin "Kosmiska havið". Eri hørm um, at eg ikki fekk hesar fyrilestrar við, men eg var til ta einu ferniseringina av trimum og tosaði har við áhoyrarar, sum vóru sera væl nøgdir. Tróndur Patursson dugir serstakliga væl at greiða frá tí, sum hann ger og professarin hevði eftir øllum at døma verið sera provokerandi í sínum fyrilestri við m.a. at siga, at listahandverkið er deytt.


Har var annars ordiligt lív í Müllers Pakkhúsi leygardagin við løttum violintónleiki og eini ørgrynnu av sera ymiskum listahandverki, har okkurt er meira listarligt enn funktionelt, meðan okkurt annað er meira funktionelt enn listarligt. Sumt av tí framsýnda eru vakrir brúkslutir, meðan okkurt annað er rætt og slætt kitsch. Eg seti inn myndir her, sum Jan Andersson tók ferniseringsdagin og niðri undir seti eg inn tíðindaskriv um tiltakið.
















Tíðindaskriv: Fyrilestrar og marathon-fernisering

Í viku 39 vitja listahandverkarar úr Gotlandi og Bornholm í Føroyum.
Áður hava listahandverkarar úr báðum oyggjunum sýnt fram í Norðurlandahúsinum í sambandi við 3- ára verkætlanina, Ø-design. Tað var í 2008 og 2010. Føroyingar hava eisini vitjað Gotland og Bornholm við framsýningum.Í 2010 høvdu listahandverkarar úr teimum trimum oyggjunum eisini framsýningina "Inselndesign" í stórfingnu hølunum á Norðurlendsku Sendistovuni í Berlin. Í hesum umfarinum luttaka 21 framsýnarar av Bornholm, 13 úr Gotlandi og 6 úr Føroyum. Talan er sosatt um eina fjølbroytta framsýning bæði í tilfari, sniði og listabúna.Almennu fyrilestrarnir í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30. septembur og framsýningin "Havið", sum letur upp leygardagin 1. oktobur í Müllers Pakkhúsi og á Føroya Sjósavni, eru fyribils endin á samstarvinum millum Føroyar, Gotland og Bornholm. Endamálið var at menna kunnleikan til hvør annan og at fáa í lag framtíðar samstarv millum listahandverkarar. Hetta til tess at styrkja arbeiði teirra, og vónandi menna mentanar-ferðavinnuna á Gotlandi, Bornholm og í Føroyum so tey ferðandi geva norðurlendska listahandverkinum meiri ans.



Leygardagin 1. oktobur, Marathon-fernisering, "Havið":
Kl. 14.00 - 15.00 fernisering í Müllers Pakkhúsi, umboð frá mentamálaráðnum setur framsýningina.
Kl. 15.30 - 17.00 fernisering á Føroya Sjósavni, Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur framsýningina.

Hesi luttaka av Bornholm:
Else Linde, Lise Elvang, Evelyn Noval, Heidi Hentze, Helle Lund Hansen, Kattarina Yxhufvud, Jseper Nielsen, Vibeke Berland, Rikard Palmquist, Eva Brandt, Timmi Kromand, Baltic Sea Glass, Bodil Brandt, Lenny Goldenberg, Edith Eriksen, Helle Hutchinson, Kumiko Kimbara Asti, Pernille Stougaard, Elinor Andersen og Lene Fensholt.

Hesi luttaka úr Gotlandi:
Heléne Schüldt, Eva Mozard, Kristina Torsson, Karin Sutare - Idun, Ulla Ahlby, Eva Hållsten, Kerstin Osvald, Eva Kothe, Stina Lindholm, Lena Scharp, Måna Engström, Angelica Blomhage og Frode Falkenhaug.

Hesi luttaka úr Føroyum:
Tita Vinther, Oggi Lamhauge, Ole Jacob Nielsen, Jógvan Biskopstø, Astrid Andreasen og Guðrið Poulsen.

Sunday, October 2, 2011

Vallistin 5: Kalli Katt

Í løtuni skifta vit politiskan observans skjótari enn nakar politikari, tí vit feira, at valstríð er í nánd við ymsum dømum uppá politiska list. Í dag eru vit sunnudagssosialistiskar og antikapitalistiskar við kenda sanginum hjá Kára P um lossingarmannin Kalla Katt

Saturday, October 1, 2011

Jóanes Nielsen Stræti



Um nøkur ár verður møguliga onkur gøta í Havn uppkallað
eftir mær
kanska eitt skot við einum við einum einsligum lyktapela
og meðan ein gávumild bygdagenta
letur seg taka aftanífrá heilt inni í myrkrinum, har tað luktar
av pissi og mánalýsi,
sær hon knappliga mítt navn strála í glæmuni frá pelanum.

Kanska verður tað sagt um meg,
at eg var ein av teimum yrkjarunum, ið koblaði slanguna
til lívið,
hoyrdi skaldskapin duka niðri í jørðini,
strúka uppi undir himli
og dryppa sum døgg av grønum bløðum.

Verður ein gøta í Havn uppkallað eftir mær,
góða tú, sum trillar barnavogin eftir Jóanes Nielsen Stræti,
minst til:
í hesari gøtuni liggur ein respektleysur maður.
Peran var brúkilig,
hjartað ein klóta, ið reyk av brimi og hellu.
Møguliga ein nýggjur Nólsoyar-Páll,
Lenin ella Jesus
sýgur av tíni móðurligu yvirflóð.
Lat hælirnar smella á mínum mjadnum,
dansa omaná mær,
lat framtíðina rulla eftir mínum rivum.
(s.68 í Pentur)

Yrking: Jóanes Nielsen
Steinprent: Knud Odde