Wednesday, December 19, 2012

Listafólkaboykottið stendur við


Listafólkaboykottið hevur varað síðani Sunleif Rasmussen mælti til tess í Degi og Viku tann 2.november, tvs. í knappar 50 dagar og higartil hava heili 101 listafólk skrivað seg uppá boykottaralistan her á Listablogginum. Ætlanin við boykottinum er at ávirka opiniónina og altso at fáa mentamálaráðharran til at taka skerjingaruppskotið aftur. Vit taka fult undir við listafólkunum, men hava tó gjørt okkum ávísar tankar og stúringar um nærmastu framtíð. Mentamálaráðharrin letst jú ikki ikki um vón og listafólk eru fíggjarliga sæð ein ógvuliga útsettur og veikur samfelagsbólkur uttan verkfalskassar ella aðrar sosialar tryggingar. Í hesum sambandi havi eg spurt Sunleif Rasmussen um eina støðulýsing viðvíkjandi listafólkaboykottinum. Og nú tíðin er farin at nærkast til heiðurslønarhandan, tá mentanarheiðurslønir landsins verða latnar, spurdi eg m.a. um hvørt listafólk, ið boykotta kunnu loyva sær at taka lut í hátíðarhaldinum 15.januar og um tey evt. kunnu loyva sær at taka ímóti heiðurslønum.

SR: Starvslønirnar er ein heiður, ið almennu Føroyar lata fyri avrik, ið listafólk
hava framt. Bjørn Kalsø hevur als ikki lut í heiðurslønum landsins. Hann er
bara statistur, ið letur heiðurslønirnar, vegna almennu Føroyar.

KP: Bjørn Kalsø letst ikki um vón, er tá nøkur orsøk at halda áfram við listafólkaboykottinum?

SR: Tað, at myndugleikarnir ikki látast um vón, og sýna sín maktfulkomuleika, er orsøk í sjálvum sær, at halda áfram við boykottinum.

KP: Hvørjar verða avleiðingarnar, heldur tú, av skerjingini av mentanarjáttanini?

SR: Avleiðingarnar av skerjingini av játtanini hjá Mentanargrunninum verða, at 20% færri fløgur koma út, at 20% færri bøkur koma út, at 20% færri listatiltøk verða framd osfr. Hetta eru beinleiðis avleiðingarnar, men tað eru so ómetaliga nógvar avleiddar vinnur, ið fáa minni virksemi orsakað av niðurskurðinum. Tað er alment kent at hvør íløgukróna í list, gevur samfelagnum millum 5 og 10 krónur aftur. Mantraið hjá høgrapopulistiska landstýrinum er, at fólk skulu arbeiða meira. Niðurskurðurin av Mentanargrunninum fer at hava við sær, at listafólk noyðast at arbeiða meira fyri minni. ES hevur gjørt tað øvugta. Tey økja játtanina til list sum ískoyti til at koma skjótari úr kreppuni. Hetta tí at tey ásanna at upplivingarvinnan er skjótast vaksandi vinnan í heiminum, og harav er listin týdningarmesti parturin.

Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø stendur eftir øllum at døma rimmarfast uppá ætlan sína um at skerja ta føroysku mentanarveitingina við einum fimtaparti. Hann virðir ikki armslongdarregluna og eftir øllum at døma virðir hann heldur ikki landsins listafólk so mikið sum at troysta sær at geva teirra fult skilliga og væl grundaða mótmæli gætur. Samanumtikið sær tað sostatt tíverri út til, at boykottið stendur við. 


(KP)