Tuesday, December 18, 2012

Vencil 12. er komin



Ein óhóskandi jólagáva

Endiliga! Ikki jólatrøll! Nú er hann her! Vencil tólvti er komin, og 2012 er ikki liðugt.
Hvør er so Vencil tólvti? Jú, vit kunnu her siga, at hann ikki er hóskandi hjá børnum og smásárum sálum, ið ikki tola tekstir, ið eru ópolitiskir, óetiskir, ójarðligir, óveruligir, men sum hava stórsligna góðsku, ið røkkur langt inn undir húðina. Jólini kunnu gerast langlig. Høvuðsendamálið er at flyta seg úr einari sofu til eitt búgvið borð og frá tømda borðinum yvir í somu sofu. Viðhvørt slanka vit ein túr á vesið at gera jólamatin burturúr okkum. Alt hetta átið, og allur hesin góði maturin má og skal eisini skolast niður við onkrum. Ein góð havnarøl er ikki at forsmáa, men best av øllum og tað, sum eisini liggur longri á enn allur matur og nógvar havnarøl, er ein góður Vencil.

Tey, sum hóast frámælið fara at ogna sær ein Vencil tólvta, ella sum fara at keypa sær ein og einar tveir til gávus, tey kunnu vænta sær ótespiligar upplivingar. Fyrstur í Vencli er Tóroddur Poulsen, síðani Alexandur Kristiansen. Eftir hesar heimligu yrkjararnar kemur ein døkk, óetisk og rasistisk søga eftir amerikanska rithøvundin, James Baldwin. Eftir hann kemur ikki minni ómenniskjaligi teksturin eftir unga, russiska høvundin, Jurij Bujda, og tá ið hann er lisin, er tíðin komin til seks søgur frá lívinum eftir deyðan, sum amerikanski nevrologurin, David Eagleman hevur skrivað. Kim Simonsen, doktari, hevur tvær yrkingur úr Keypmannahavn, og so tekur Martin A. Hansen yvir. Sámal Soll skrivar eina metastuttsøgu um navnabroyting, og Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað eina stuttsøgu, har forteljarin ikki er til at hava álit á, og at enda er ein debutantur, sum eitur Trygvi Danielsen. Hann hevur skrivað eina vakra stuttsøgu.
Ritstjórarnir á Vencli bjóða føroyingum av at keypa Vencil og lesa hesar ljótu og vøkru og avbjóðandi tekstir.