Friday, December 7, 2012

Bók um prýðing hjá Edwardi Fuglø


Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu varð ein bók um prýðingina hjá Edwardi Fuglø av Skúlanum á Løgmannabreyt løgd fram í dag. Í tíðindaskrivinum, sum eg seti inn her, stendur ymiskt forvitnisligt um hesa góðu avgerð hjá kommununi um at lata hálvtannað prosent av byggikostnaðinum til listprýðing í sambandi við nýggjar byggiverkætlanir. Tíðindaskrivið upplýsir tíverri ikki hvør hevur skrivað ta nýggju bókina, men nevnir, at tað er Listabólkurin í Tórshavnar Kommunu, sum stóð fyri listakappingini. Hesum vita vit av, eg eri ikki vís í hvørt tað er orsakað av eini vantandi uppdatering, at navnið á fyrrverandi stjóranum í Listasavninum enn figurerar millum nevndarlimirnar. Eg gangi út frá, at hann er skiftur út við nýggja stjóran í Listasavni Føroya, Nils Ohrt, sum nú er okkara listfakligi garantur fyri, at kommunuskattaborgarin í Havn fær dygdargóða listprýðing í framtíðini. Her er tíðindaskrivið:

(KP)


Í dag varð bók almannakunngjørd um Skúlan við Løgmannabreyt og listprýðingina hjá Edwardi Fuglø, listarmanni. Útgevari er Tórshavnar kommuna, sum síðan 2007 hevur latið 1,5% av byggikostnaðinum til nýggjar bygningar til listprýði. Tað er listabólkurin, sum settur varð at umsita hesa skipan, sum eisini stóð fyri listakappingini um at prýða henda skúlan, sum Edward Fuglø vann.

 Í listabólkinum eru Jákup Simonsen, mentadeildaleiðari, sum er formaður, Mikael Viderø, Helgi Fossádal og Jógvan Elias Winther Poulsen, sum er skrivari .

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi, at tað er ein grundhugsjón hjá Tórshavnar kommunu, at skúlar ikki einans verða bygdir til dagsins skúlaskap, tørv og námsfrøðiligt rák. Karmarnir eiga at vera so liðiligir, at til ber at laga teir eftir nýggjum skúlahugsanum, avbjóðongum og krøvum.

- Í so máta er Skúlin við Løgmannabreyt eitt nýbrot í føroyskari skúlabygging, bæði sum bygningur, og tá talan er um námsfrøði. Skúlin er ein byggilistarlig perla og ein nútíðarlistaskáli, har stórur dentur er lagdur á, at byggiháttur, innrætting, litir, ljós og listin hjá Edwardi Fuglø skapa eitt kveikjandi, stimbrandi og mennandi umhvørvi hjá skúla og frítíðarskúla.

- At síggja, hvussu spennandi og avbjóðandi karmarnir eru, er ein fragd fyri eygað. Við hesum kørmum er tað skúlans og frítíðarskúlans uppgáva at kveikja lív og sál og skapa eina mentan, har trivnaður og úrslit verða raðfest høgt, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann handaði bókina til listamannin Edward Fuglø, skúlastjóran Høgna Joensen, frítíðarskúlastjóran Sandru Mikkelsen og arktitektin, Árna Winther.

Bókin er stásiliga myndprýdd, bæði við myndum av og úr sjálvum skúlanum, eins og av listini sjálvari. Á hugnaligari móttøku í morgun tók skúlastjórin ímóti og barnakór sang vetrar- og jólasangir.


http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=3868