Tuesday, December 4, 2012

Eingladust 4

tey leita eftir
eini hurð
men finna bara
eitt skeivt vindeyga
sum bara slepst
inn ígjøgnum
við nógvari pínu
og følskum bønum
til ein guð
sum kanska býr
innanfyri

 
(TP)