Tuesday, December 18, 2012

Ingálvur av Reyni og ljósskapandi myrkrið




Í morgun er tað so bølamyrkt, at tað ikki sæst út gjøgnum vindeygað nakar glotti. Eg komi í tankar um eina av mínum yndismyndum "Gráur morgun" hjá Ingálvi av Reyni (18. desember 1920- 26. November 2005. Ja, Ingálvur hevði í grundini fyllt 92 ár í dag, hevði hann livað og hansara myndir snúðu seg í stóran mun um viðurskiftini millum myrkrið og ljósi, um megina í allarminsta glotta og um ljósskapandi myrkur. Hansara føðinginardagur er eitt gott høvið at finna eina av hansara fantastisku myndum fram, tað er myndin "Trolaradekk", sum hongur uppi á Listasavninum, umframt eitt lítið brot úr mínum ummæli av minnisframsýningini í Listasavninum: "Tú kennir teg so evarska lítla og týdningarleysa framman fyri hesum myrku, gløðandi løriftunum, ið sum veldugar apoteosur reisa seg uppi yvir tær í abstraktum, ekspressivum myndum, sum innihaldsliga tykjast snúgva seg um júst tað sama eksistentiella evnið, um stokkutu tilveru einstaklingsins, sum hjálparleysur eitt lítið bil rekur á havi alheimsins, meðan hann roynir at geva seg til kennar." 



(KP)