Seinastu tvey árini havi
eg til jóladagarnar gjørt eina gjøgnumgongd av árinum ið fór innan listina, har
eg havi tikið stórt sæð alt við, sum er hent. Men í ár havi eg hug
at gera tað eitt sindur øðrvísi. Eg havi hugt aftur á árið og valt nakrar fáar
upplivingar, rák og kjak burtur úr, sum eg haldi hava verið týdningarmikil.
4. Vitan
4. Vitan
Nakað, sum hevur havt stóra ávirkan á meg persónliga í 2012 er, at tað eftir
øllum at døma finst ein mótvilji móti vitan í samfelagnum. Á
vári í 2012 bað Fróðskaparsetrið meg um at halda eitt upplegg um føroyska
list og eg avgjørdi at nýta høvið til at arbeiða fyri at fremja samtíðarlist og
serliga fyri at fremja gransking í samtíðarlist. Hetta var ikki gjørt uttan
stúringar. Eg var eitt sindur fjálturstungin fyri at mítt upplegg onkursvegna
kundi tulkast sum ein atfinning av granskarum á setrinum og av teirra góða arbeiði, og eg gjørdi mær ómak við at virka so visioner, sum eg nú kundi, at
vera uppbyggilig og at stinga út í kortið eina møguliga gransking í framtíðini
heldur enn at gronast um, at samtíðarlistin als ikki hevur funnið vegin fram
til hægru læristovnar í Føroyum.
Hetta
eydnaðist á tann hátt, at tær fáu reaktiónirnar, eg fekk frá akademiska umhvørvinum
vóru positivar. Atfinningarnar komu frá heilt óvæntaðum staði. Fleiri
mentanarbrúkarar bóru alment fram kritikk um dømini, eg brúkti í mínum
innleggi. Tey hildu, at listaverkini eg hevði valt, treyðugt kundu kallast list
og at tað var pínligt. Eg svaraði ikki atfinningunum og tað var orsakað av, at eg ikki dugdi at raka ein tóna, sum hvørki var merktur av óklæðiligari
arrogansu ella særdari forfeingiligheit, men mest var tað orsakað av, at eg ikki skilti
atfinningarnar.
Eg
skilji ikki hví vit ikki hava kravt at fáa uppbygt størri vitan á
mentanarøkinum, hví vit finna okkum í, at mentanarpolitisk tilvild ræður
orsakað av vantandi vitan, hví vit góðtaka, at viðgerðin av listini er
vantandi. Hetta fari eg at halda fram við at undra meg um í 2013.