Seinastu tvey árini havi eg til jóladagarnar gjørt eina gjøgnumgongd av árinum ið fór innan listina, har eg havi tikið stórt sæð alt við, sum er hent. Men í ár havi eg hug at gera tað eitt sindur øðrvísi. Eg havi hugt aftur á árið og valt nakrar fáar upplivingar, rák og kjak burtur úr, sum eg haldi hava verið týdningarmikil.
1. Listafólkaaktivisma
Vit hava eftir míni meting ógvuliga lítið at takka BADH samgonguni fyri, og eg haldi, at hetta hevur verið eitt ræðuligt ár politiskt. Valdsharrarnir tíggja sær ikki sum forkelað børn, men meira sum oyðiløgd foreldur, ið als ongan áhuga hava út yvir at nøkta teirra egna platta tørv. Men kanska er onkur glotti í myrkrinum, tí tað tykist sum, at tá egoisman gerst total millum politikararnar og sosiala elendigheitin gerst fullkomin, ja so flytir tilvitið hjá fólkinum út í samfelagið og burtur frá okkum sjálvum og teirri annars konstantu miðsavnanini um okkara egnu sál og okkara egnu eydnu. Fram móti heimsins undirgangi 21.desember var mann eisini líka við at trúgva, at tilvitið fór at flyta seg heilt út mótvegis tí globala samfelagnum, men latið okkum nú taka eitt í senn.
Eg
haldi, at tað hevur verið lívsjáttandi og gott at síggja hvussu listafólk
gjøgnum alt árið hava gingið á odda við samfelagssinni, hvussu tey hava verið
sjónlig í sambandi við listaverkfallið, Free Pussy Riot verkætlanina,
Listafólkaboykottið, framsýningina ”Hvat er natúrligt?” og eina røð av
markantum røðum og innleg, ið hava givið egoismu og snævurskygni skarpan gang.
Hetta hugsi eg við
takksemi um í sambandi við 2012 og eg vóni at síggja meira av hesum í 2013(IS)