Tuesday, December 25, 2012

Horvnir menn, ummæli



Agnar Artúvertin hevur sent okkum ummæli av stuttsøgusavninum Horvnir menn hjá Firouz Gaini

Savnið Horvnir menn eftir Firouz Gaini er eitt savn, sum brýtur frá vanligum føroyskum stuttsøgusøvnum, tí tað er skrivað sum ævintýr ella líknilsir. Eg havi ikki lisið hinar søgurnar, sum Firouz hevur givið út, so eg fái ikki samanborið, men søgurnar í Horvnum monnum hava dám av at vera skrivaðar av einum heldur óroyndum høvunda. Evnið í savninum er at vera ættaður úr fremmandum landi, vera søguleysur, ættleiddur, úr aðrari mentan osfr. Skrivistílurin er ógvuliga deskriptivur og turrur, sjónarhornið leypir sum best ber til - tað ger søgurnar ósamanhangandi og strævnar at lesa - og tann frágreiðandi stílurin leypir eisini onkuntíð. Vit fáa lívssøgurnar hjá øllum fólkunum serveraða í óneyðuga samankroystum líki, systkjum teirra, foreldrum, ommum og abbum, hvørjum tey arbeiddu við og hvørjum klæðum tey gingu í. Slíkar lýsingar hoyra til realismu og ikki til allegoriir og ævintýr. Hetta er álvarsamt ósamsvar millum stílar, sum oyðileggur nógv í savninum. Serliga er søgan Tveir brøður stokkut í frásøgn, tí allar lívssøgurnar hjá øllum persónunum skulu fáast við. Tað er sum um Firouz absolutt má kroysta alt, sum hesir persónar hava gjørt, saman á lítið pláss. Hann byrjar við einum persóni - at hann er soleiðis og soleiðis og gongur ílatin so og so - og so fer hann víðari at lýsa næsta persón, men kemur so í tankar um okkurt, sum hann hevur gloymt við tí síðsta persóninum, og leypir so aftur til hann fyri líka at fáa síðstu detaljurnar um klædnastílin við. Tað er stuttligt at síggja sovorðið, men ikki stuttligt at lesa. Firouz leggur stundum dent á at lýsa ymiskt óviðkomandi. Td. lýsir hann klæðir og sigur okkurt sum ”segði ein kvinna í bláum kjóla” ella ”…segði ein maður í gráum klædningi” Slíkar lýsingar er púra malplaserað fokus, sum hongur í leysari luft og hevur einki samanhang við nakað sum helst, uttan at geva lesaranum eina skjóta mynd í høvdið. Og tað verður vanliga brúkt sum eitt amatørjournalistiskt trix. So, droppa tað næstu ferð.

Í søguni Horvni Ivan fáa vit at vita, at Ivan gongur sum ein berføttur Sokrates og spyr spurningar, sum fáa fólk at hugsa. Hetta dámar teimum ráðandi og ríku í býnum ikki, og teir kidnappa hann og ætla at geva honum eina sproytu frá einum ríkum lækna í hvítum kittli. Hvat vil Firouz við søguni? Er tað bara 80’arakritikkur av samfelagnum ella roynir hann at røkka djypri og nema við filosofiska evnið Brain in a Vat? Og til endans fer Ivan við blokkfloytu út úr býnum við einum hala av ungum autonomum hippiarum aftan á sær, sum ein rottufangari úr Hamelin. Tað er sum um Firouz ikki fær bestemmað seg um hann vil hava søguna at vera ævintýr, líknilsi, crime fiction ella okkurt annað.

Tað at hava alvitandi frásøgufólk er frálíkt, og tað er eitt, sum Firouz dugir væl at stýra. Tann beinleiðis talan í savninum er øgiliga veik og ótrúverdug afturímóti. Men tað sama kann sigast um eitt ótal av víðagitnum og etableraðum rithøvundum. Í roynd og veru eru tað skelkandi fáir rithøvundar í allari verðini, sum ordiliga duga at jonglera við beinleiðis talu. Eg kenni bara tveir føroyskar rithøvundar, sum dugdu tað ordiliga væl, og tey nøvnini kennir hvør einasti føroyingur.

Søgan nevnir í byranini Ivan sum ein annan Sokrates, men man skal ongantíð nevna tað, man hevur sum fyrimynd, í sjálvari søguni, tí tað oyðileggur søguna beinanvegin. Eg havi sæð nógvar føroyskar rithøvundar, og ikki bara ungar ella óroyndar, gjørt tað mistakið. Tað er sum oftast ein hugur til at spæla klókur, men hjá Firouz er tað heldur ein ógjøgnumhugsað viðmerking, sum er komin av sannari skrivigleði og at Firouz følir seg heima í tekstinum. Hetta er sera gott tekn, men tað skulu nógvar søgur skrivast, áðrenn man dugir at meta um, nær slíkt riggar og nær tað ikki riggar. Í hesum førinum riggar tað tíverri ikki.

Tó dugir Firouz væl at nýta myndir sum í ævintýrum ella søgunum hjá danska Villy Sørensen - td. ein litmiklan fugl sum mynd á evnaríkar innflytarar, ella ein múr sum mynd á okkurt, sum skilir faðir og son sundur. Men tá ein brúkar slíkar algongdar og vanligar myndir sum fuglar og berlinmúrar, eigur ein ikki at leggja ov stóran dent á ymiskt annað, sum tekur fokusið vekk frá tí, td. kynsbúningina og læknan á hospitalinum, men bara fokusera upp á myndirnar gjøgnum alla søguna og ansa eftir teim knøppu frávikum, sum lúra allastaðni.
Í skaldskapi er vanligt at geva persónum nøvn fyri at skapa eitt nærri samband við teir, fyri at gera teir heilari. Hesa snild dugir Firouz væl, men tað er tíverri ikki eitt trix, sum megnar at gera nakran mun ella bøta um ta støplandi og leitandi gonguferðina millum genrur og stíl. Vit lesa um gentuna Vár, sum varð ættleidd av ríkum fólkum, meðan fátæka systir hennara og vinkonan eita Alda og Irma - sum eru tvey bílig supermarknað í Týsklandi og Danmark har tey, sum ikki fortjena tað stóra, fara til handils. Firouz brúkar nøvn sum Djóni (føroyskt) og Frank (útlendskt) á sama hátt sum Magnus Dam Jacobsen gjørdi í sínum stórbýarskitsum. Men tað er líkasum nakað eyka, sum man ger, tá tamarhald er fingið á sjálvari søguni, søgugongdini, myndum, stíli, rødd osfr, og tað tykist ikki sum tað tamarhaldið er komið heilt upp á pláss enn. Tí er tað eitt sindur hugstoytt at lesa Horvnar menn, tí evnini eru góð, myndirnar góðar, men tað mesta bliknar í viðgerðini og samansetingini. Men um hann blívur við at skriva, so fer hann uttan iva at fáa tamarhaldið. Tað gera øll fyrr ella seinni, og tað kemur av sær sjálvum.

Agnar Artúvertin

Horvnir menn, stuttsøgur, Firouz Gaini, Mentanargrunnur Studentafelagsins, 125 s. 198 kr.