Saturday, December 29, 2012

Tær bestu listaupplivingarnar í 2012



Hetta er tíðin, tá vit líta aftur á brátt farna ár og hugsa um tað, sum fór fram. Mær dámar so sera væl sendingar og greinar, ið viðgera ársins hendingar, tí tað er sum um vit eitt evarska stutt bil kunnu billa okkum inn, at vit hava yvirlit og hava tamarhald á tíðini. Okkara tíðarrit Listin 2012 gevur sjálvandi í ein vissan mun yvirlit yvir tað, sum hevur rørt seg á listapallinum í ár, og Inger hevur eisini her á blogginum gjørt sær hugleiðingar um árið, sum fór, men harumframt havi eg gjørt mær eitt yvirlit yvir mínar bestu listaupplivingar í 2012 antin í Føroyum ella við føroyskum listafólkum uttanlands. Fyrivarni skulu takast í tann mun, at eg jú ikki havi upplivað alt, sum var at uppliva í brátt farna ári, t.d. barst mær frá at fara til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestur, sum annars hevði sera spennandi skrá, men eg hoyrdi ta frálíku Nýggjárskonsertina og eg gleði meg at uppliva ta 10. Nýggjárskonsertina 5.januar aftur í ár úr sofuni og aftur hesa ferð í sunnudagsklæðum sjálvandi. Eg havi eisini hoyrt nógv gott um fløguna hjá Ólavi Jacobsen, men havi enn ikki hoyrt hana og sama er galdandi fyri fleiri aðrar fløguútgávur. Yrkingarsøvnini hava verið nokkso nógv í ár og støðið er sum heild gott, men har mangli eg eisini at lesa okkurt enn. 

 


Árið í ár  hevur  í stóran mun  verið merkt av einum serligum solidariskum samanhaldi millum tey ymisku listafólkini, ið á ymsan hátt hava stuðlað ymsum málum og markerað teirra meiningar í mun til samfelagið og politisku skipanina. Yvirhøvur so hendir ein broyting í hesum árum, at listin í størri mun gerst samfelagsliga atfinnandi og interagerar við samfelagið á ein annan hátt enn vit hava verið von við. Hetta er sjálvandi eyðkent fyri krepputíðir, men snýr seg eisini um økta politiska og samfelagsliga tilvitið, sum vit hava merkt síðan BADH samgongan tók við og byrjaði sítt samfelagskollveltandi virksemi við flatskattaskipan osfr.

 


Men sum løgmaður sigur; tað grør um gangandi fót og eg hevði av sonnum heilt nógvar góðar listarligar upplivingar í brátt farna ári, ikki minst í Steinprenti, har eitt nú John Kørner, Peter Carlsen, Tóroddur Poulsen, Bárður Jákupsson, Marius Olsen, Claus Carstensen, Andreas Schulenburg, Daniel Milan og Svend-Allan Sørensen hava gjørt nakrar framúrskarandi myndir. Steinprentið "Onga viðmerking" hjá Tóroddi Poulsen, sum er ovast í hesum blogginum, haldi eg eisini er ein frálík, satirisk og óhugnaliga sigandi mynd. Tóroddur Poulsen hevur verið sera virkin og nógv umtalaður í brátt farna ári, ikki minst orsakað av eini vissari óstortligari útsøgn í Degi og Viku, tá hann úttrykti sínar frustratiónir yvir tær ógvusligu og heldur ómotiveraðu skerjingirnar av listastuðlinum, sum mentamálaráðharrin framdi, umframt at Tóroddur eisini í bókini Heimvitisferðin tekur heimlandið til kritiska viðgerð so to speak. Myndin hjá Tóroddi Poulsen er við í Myndaódnini, sum eg sjálv havi sett saman og sum enn er at síggja í Steinprenti. Eg havi sum  heild havt virkuliga nógvar góðar listarligar upplivingar eisini av ymiskum, sum eg sjálv havi verið involverað í, t.d. konsertferðini hjá Tarira í Onglandi og framsýningin hjá Bjarne Werner Sørensen í Steinprenti og tann hjá Øssur Johannesen, sum var í Norðurlandahúsinum, Bárður Jákupsson og Marius Olsen og Ilona Raipala í Steinprenti. Framsýningin hjá Arnold Vegghamar í fimleikarhøllini í skúlanum í Viðareiði var ein heilt serlig uppliving og ein mynd hjá Zachariasi Heinesen, sum var partur av framsýningini hjá honum í Dugna gjørdi mær serligan mun, tá eg sá hana 18.desember og tað sama var galdandi fyri myndirnar hjá Silju Strøm, sum hon sýndi fram á Udvandring og Ólavsøkuframsýningini. Tá eg nú siti og hugsi, stinga alsamt fleiri góð verk seg fram í minninum, eg fái ikki nevnt alt sjálvandi, men Vendetta hjá 200 er í hvussu so er eitt politiskt verk, sum kom í tøkum tíma. Eg kann heldur ikki lata vera við at nevna LGBT framsýningina, sum saman við Pride-gonguni var eitt ítøkiligt tekin um, at føroyska samfelagið flytir seg mótvegis størri rúmd.



Vit sum vara av listini og flest onnur við munu vera greið yvir, at vit eiga góða list í Føroyum. Men vit eru altso í tí heilt serligu støðu, at sjálvur mentamálaráðharrin eftir øllum at døma er okkara størsti mótstøðumaður. Hann hevur í hvussu so er ikki megnað at greina og próvføra í mun til ta radikalu skerjingina av veitingini til mentanargrunnin (20%) og til tónleik (35%), sum tessvegna má síggjast sum dømi um vantandi virðing fyri listini og fyri armslongdarregluni. Løgmaður hevur allarhelst rætt í sínum varhuga av, at skerjingin av listastuðlinum ikki fær bilbukt við føroyskari list, men mín vón fyri 2013 skal vera, at politiska skipanin heldur enn at seta upp forðingar, stuðlar listini og dugir at síggja hvussu stóran týdning listin hevur bæði fyri trivnaðin og sum reklama hjá okkara landi. 


TAKK FYRI LISTINA OG GOTT NÝGGJÁR!!



Yndislist í 2012

Bøkur:
Endurtøkur hjá Sissal Kampmann. 
Forlagið Eksil.
Avbyrgingar hjá Tóroddi Poulsen. Steinprent
Stríðið um tað góða grasið hjá Bárði Oskarsson. BFL

Leiklist:
Breaking the waves á Tjóðpallinum, leikstjóri Guðjón Pedersen

Tónleikur:
Sunleif Rasmussen. Dancing Raindrops. Solo and ensemble works. Aldubáran. DACAPO
Eivør Pálsdóttir: room. Tutl.
Tróndur Bogason. Tónleikurin til Audition, sum Dánial Hoydal skrivaði tekstin til og sum Annfinnur Heinesen leikstjórnaði



Films/videolist
Sakaris Stórá Summarnátt
Heiðrik á Heygum: OMG

Framsýningar
Træprent. Framsýning hjá Tóroddi Poulsen 
í Steinprenti
Hanni Bjartalíð. Framsýning í Listasavninum og í norðuratlantspartinum í Liverpool Biennaluni
Jóhan Martin Christiansen. Crazy, Zig-Zag. About the Understanding of Space and on the Matters of My Latest Lover, R. Framsýning í Galleri Henningsen, kurator Mikkel Carl.

Annað

Tróndur Patursson Bládýpi endurnýggjað í Listasavninum

LGBT Hvat er natúrligt.  Framsýning hjá Østrøm
Carl Jóhan Jensen: Flaggdagsrøðan 25.apríl 2012


(KP)