Friday, December 14, 2012

Gløgg list 2012


Leygardagin 15.des. klokkan 15 verður tíðarritið Listin 2012 givið út. Í tíðarritinum eru útvaldir tekstir og myndir av listablogginum og tær báðar, ið skriva og ritstjórna listabloggin, Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen vóna, at allir limir í P/F Interrós og mong mong onnur møta upp til hesa ársins gløgglistaløtu í Steinprenti. Tað er Forlagið í Støplum við John Dalsgarð, sum gevur út tíðarritið. Eins og undanfarin ár verður ein lítil mentanarlig skrá við upplestri og tónleiki afturvið tí gløgga. Øll eru hjartaliga vælkomin
Úr fororðinum:
P/F Interrós er eitt gott og gamalt felag í mentanarumhvørvinum. Listafólk og mentafólk hava til allar tíðir dyrkað at rósa sær sjálvum og hvørjum øðrum, og miðlarnir eru so spakuliga eisini farnir at duga tað heilt væl. Listabloggurin er skaptur við einum eldhuga, sum bert kyknar umvegis ógvusligt sjálvrós, herðaklapp á okkara egnu herðar og í ótamdum løtum eisini táravátt skammrós av tí ordiliga patetiska slagnum. Hvat er tað ikki framúr, at okkara gleði yvir listina og okkara indignatión yvir fátæksligu listaviðurskiftini hjá fjølmiðlum og politikarum, hevur funnið sítt týdningarmikla skap. Men sjálvandi er skomm skapt í okkum, og nú kunnu vit skrúva eitt sindur niður fyri blussinum. Tí í grundini er einki fingið á skaftið. Vit hava jú ikki upplivað nakra mentanarpolitiska framgongd….



( KP og IS)