Tað var í skrúð og stási, Føroya fyrsta filmsheiðurslønarhandan gekk fyri seg í fullsettum Norðurlandahúsi í kvøld. Tað er helst ikki ov nógv at siga, at støðið á teimum sýndu filmunum var ógvuliga ymisligt, men sum heild var tað rættiliga ungdommiligt og tað vil altso til tíðir merkja tað sama sum heldur óbúgvið og patetiskt, men eisini vakurt og vónríkt. Áskoðarafjøldin var helst eisini hin yngsta, eg havi sæð síðan Audition (skúlasýningina). Tiltakið var sum heild væl eydnað og tað var ikki minst Finni Jensen fyri at takka, hann riggaði ómetaliga væl sum intelligent speiskur og stuttligur vertur, ið byrjaði við at vissa Bjørn Kalsø fyri og lova, at Tóroddur Poulsen ikki var til staðar í salinum. Dómsnevndin hevði eisini heilt vist valt rætta filmin sum vinnarafilm, nevniliga Summarnátt hjá Sakaris Stórá, sum umframt heiðurin vann 25.000 krónur. Áskoðaraheiðurslønin á 15.000 krónur, sum Tórshavnar Kommuna letur, var latin Anniku á Lofti fyri filmin Mist, og hon kravdi straks, at hennara lið av fólkum kom fram á pallin at taka móti heiðrinum saman við henni. Vit ynskja teimum báðum, Anniku og Sakaris hjartaliga til lukku við heiðurslønunum.
Heðin Mortensen handar Anniku á Lofti Áskoðaraheiðurslønina
Formaðurin í dómsnevndini, Birgir Kruse handar Sakaris Stórá ársins Geyta
Sakaris takkar
(KP)