Tuesday, December 11, 2012

Eingladust 11


sum ein
gomul ketta
vaknar av
eini mús
hon ikki orkar
at fanga
vakni eg av
einum orði
sum eg gloymi
tá eg skal
skriva tað niður
tí onkur hevur tendrað
eitt jólatræ
uttan fyri
vindeyga mítt

(TP)