Seinastu tvey árini havi eg til jóladagarnar
gjørt eina gjøgnumgongd av árinum ið fór innan listina, har eg havi tikið stórt
sæð alt við, sum er hent. Men í ár havi eg hug at gera tað eitt sindur
øðrvísi. Eg havi hugt aftur á árið og valt nakrar fáar upplivingar, rák og kjak
burtur úr, sum eg haldi hava verið týdningarmikil.
2. Listaupplivingar
2. Listaupplivingar
Mær
dámar serstakliga væl smáar framsýningar, og tí hava tað á teimum minni
framsýningarstøðunum, kanska serliga Steinprenti, verið fleiri framsýningar,
sum hava upptikið meg nógv í 2012. Men tá eg blaði gjøgnum árið eru tað
allíkavæl tvær stórar framsýningar, báðar í Listasavninum, sum standa sterkast.
Framsýningin hjá Tróndi Patursson í januar og framsýningin hjá Hanna Bjartalíð í oktober. Báðar standa klárt í minninum, tí tær vóru listarliga avanseraðar og estetiskt heilstoyptar, tí tær vóru spenningsfylltar og avbjóðandi.
Innan fyri onnur listasløg, hava upplivingarnar eisini verið stórar, Sissal Kampmann gav út Endurtøkur, Tóroddur Poulsen gav út fleiri yrkingarsøvn og Jóanes Nielsen gav út eitt savn, Tjóðpallurin hevði eina røð av fantastiskum leiksýningum og gjøgnum alt árið hava verið fleiri framúrskarandi konsertir.

Men
í september gjørdist greitt, at landsstýrið hevur í hyggju at skera
listastuðulin til samtíðarlistina og hetta var byrjanin til drúgt og lívligt
kjak. Millum annað var sagt, at armslongdin var hótt, at listahugsjónin var
afturlítandi og at samanhangur vantaði í mentanarpolitikinum. Hvussu er og ikki, man lítil ivi vera um, at ein niðurskurður
uppá 18 prosent er ógvusligur og fær avleiðingar. Færri listaupplivingar verða
til okkum í 2013.
Mentanargrunnurin
raðfestir og óansæð hvussu nógv sjálvboðin arbeiðsmegi verður løgd í økið, er hetta syrgiligt og eg vóni, at avgerðin verður broytt. Men vit verða nokk noydd
til at umhugsa hvat vit gera, verður hon ikki broytt.
Vantandi
gjøgnumskygni hevur í mong ár verið ein trupulleiki innan fyri mentanarlívið.
Vit hava onga vitan um hvat tær yvirornaðu mentanarpolitisku visiónirnar ganga
út uppá, og vit fáa ikki gjøgnumskoðað hvussu peningurin verður nýttur.
Mentanarstovnarnir eru meira ella minni sáttmálaleysir og har finnast ikki
alment tilgongiligar fakligar próvførslur fyri hví peningurin verður býttur sum
hann verður. Hesin trupulleikin verður enn størri nú, tá peninganøgdin minkar
og øll mugu gera sær enn betri ómak fyri, at hon verður brúkt best møguligt.
Alternativt
til more money, more money, more money, ynski eg mær fyri 2013, at vit fáa
meira kjak, meira kunning og meira opinleika, fyri nú at brúka Kaj Leoskan
retorikk.
(IS)