Í gjár kom okkara tíðarrit, Listin 2012 út og fæst nú til keyps í bókhandlinum. Vit høvdu eina serstakliga góða løtu í Steinprenti í gjár við áhugaverdum upplestri og framúrskarandi góðum sangi. Eg helt eina røðu, sum eg seti inn her. Myndirnar hava Øssur Winthereig og Fríða Matras Brekku tikið.
Røða á gløgglistaløtu 15.des 2012
Eg skal vegna Inger og meg sjálva byrja við at takka. Eg vil fyrst og fremst takka tykkum fyri at koma her í dag, eg vil takka John fyri at geva okkara
tíðarrit út nú 3. ár á rað, eg vil takka Jan og Fríðu fyri at vit sleppa at
vera her 3.ár á rað. Eg vil takka Jóhan Martin Christiansen fyri ársins kulastu
permumynd, eg vil av fullum hjarta takka øllum listafólkunum fyri listina og
øllum fotografum fyri myndirnar. Jan hevur tikið nokkso nógvar, men Eiler hevur
tikið onkra. Takk Eiler. Vit hava heiðurin av at fáa vitjan av sjálvum Vencli,
takk Oddfríður. Og so eru vit eisini so ótrúliga heppin, at Eivør er komin heim
í jólaferiu í gjár og vit hava sjanghajað hana og hennara gyltu rødd. Túsund
takk fyri Eivør.
Í rúminum her hongur ein framsýning. Hon hevur heitið Myndaódnin
2012 og eg haldi, at hon er ársins fjølbroyttasta listaframsýning. Hon er hørð
og heavy, ógvislig og løtt, poetisk og lødd, stuttlig og filosofisk, løgin,
sorgblíð, samfelagsatfinnandi og lívsglað. Millum
tey mongu verkini í ársins myndaódn í Steinprenti, er ein hugtakandi einføld,
svørt og hvít mynd, sum ímyndar ein steyra við tveimum fuglum. Á myndini
stendur skrivað: "Tú gongur ikki einsamallur", ið sipar til kenda
sangin hjá Rodgers og Hammerstein "You´ll never walk alone" frá 1945,
sum fótbóltsromantiskir Liverpoolfjepparar hava sungið fyri teirra liði síðani
einaferð fyrst í trýssunum. Hinvegin kann tað væl vera, at setningurin er ein
turrislig ella óunnilig viðmerking um fuglarnar í lyktarsteyranum, sum fylgja
við uppi yvir høvdinum á tær.
Tað er Svend-Allan Sørensen, sum
gjørdi fuglamyndina og hann gjørdi eisini ta stóru portrettmyndina av Wilhelm
Dinesen, ið var pápi at Karen Blixen, og sum í 1890 gav út bókina Jagtbreve. Á
einum av prentunum hjá Svend-Allan Sørensen síggja vit ein pinkalítlan, fittan,
og eftir øllum at døma eisini nokkso illsintan og avgjørdan fugl, sum vendir
sær til ein annan lítlan fugl við viðmerkingini "I hate your negative
shit". Nógvar av myndunum hjá Svend-Allan Sørensen eru eins og hendan
svart hvítar við fleirtýddum, poetiskum, skemtiligum tekstbrotum, sum knýta
saman danskar, amerikanskar og føroyskar týdningar. Hetta er konseptlist í
breiðastu merking eins og fleiri aðrar myndir á framsýningini eisini eru
hugskotsgrundaðar, t.d. myndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen, ið heilt
einfalt og ógvuliga komplekst snúgva seg um hvar ungi, fagnaði listamaðurin sjálvur er staddur
í løtuni. Sostatt innihalda tær eina rúgvu av tilsipingum og myndasitatum, sum
ikki øll eru eins eyðsæð, men tað ber væl til at fáa nógv burtur úr myndunum
uttan nakran serligan forkunnleika. Samanumtikið eru hesar myndir hugtakandi,
merktar av einum originalum blandi millum stringens og reminiscens. Myndirnar
eru ítøkilig dømi um sonevnda melankolska geometri, sum upptekur listamannin,
men eg haldi eisini, at listamaðurin fyriheldur seg til føroyska list í hesum
prentunum, sum eru gjørd til ALS.
Í úrvalinum er
áhugavert at eygleiða ávísar slóðir í ársins skurði og at síggja ymsar
sjálvsagdar, men eisini onkrar óvæntaðar samanhangir. Sjálvt um lýsingin hjá
Peter Carlsen av tí rukkaða pakkanum av Mathilde-cacaomjólk á turkisljómandi
grund tykist rættiliga neutral, lesi eg alt møguligt samfelagskritiskt um
ovurnýtslu og burturkast inn í lýsingina av ósunna yndisdrykkinum hjá donskum
(og føroyskum!) børnum og ungum. Myndin hjá Andreas Schulenburg av einum
brotnum fløskuhálsi minnir eitt sindur um cacaopakkan og so allíkavæl ikki.
Talan er aftur um burturkast, eitt myndevni, ið ikki tykist hava nakran
serligan týdning, men tað er sum um, at mátin hesin
fløskuhálsurin er teknaður, ómetaliga vakurt við dekorativt bylgjandi
umhvarvsstrikuni og við nærlagni settur niðarlaga í myndaflatanum, gevur honum
monumentalan týdning og kraft. Lýsingin tykist merkiliga lagnutung, samstundis sum hon
eisini er merkt av humor og poesi. Surreella
lýsingin av einum risastórum glasi við reyðvíni, sum stendur á einum lítlum
borði, ið er umgyrt av tveimum smáum stólum, minnir um myndaheimin hjá Tóroddi
Poulsen, men Tóroddur er eisini av sonnum hámettur av nógvum av sínum útlendsku
starvsfelagum.
Í myndunum hjá Tóroddi Poulsen hava orð eins
týdningarmiklan leiklut og myndir hava í hansara yrkingum. Sum heild eru heilt
nógv dømi á hesi framsýning um myndlist, har orð eru javnsettir myndaliðir. Hjá
Daniel Milan koma orðini úr Red Pepper, ið er eitt gølublað í Uganda, har
listamaðurin hevur verið búsettur. Perman á bókini hjá Daniel Milan er eitt
bjartlitt irisprent, ið gevur paradoksalar assosiatiónir til herligar reggaerytmur, og tey
ofta lagnutungu tíðindini úr Afrika, samstundis sum vit kanska eisini koma í
tankar um ælabogasymbolið hjá samkyndum og um ta ræðuligu homofobiina í Uganda.
Claus Carstensen
hevur arbeitt við bókaverkætlanum í Steinprenti í samstarvi við rithøvundin
Søren Ulrik Thomsen og á framsýningin er høvið at síggja nakrar av teimum
myndunum, Claus hevur eisini gjørt permuna á Vencli, sum verður prentað júst nú
uppiá og sum eg gleði meg til. Myndirnar eru døkkar og rættiliga brutalar og
tað sama kunnu vit avgjørt eisini siga um kontanta estetikkin hjá Øssuri
Johannesen í hansara myrku pínufullu sjálvslýsingum. Men á Myndaódnini eru
eisini dømi um nakrar fínar ljósar portrettmyndir, sum Øssur Johannesen gjørdi
á yngru árum og sum harmonera ómetaliga væl saman við teimum ljósu, kerligu og
humoristisku seyðalýsingunum hjá Fríðu Matras Brekku. Litsterku abstraktu
myndirnar hjá Anne Riis Bovbjerg eru myndevnisliga undantakið, ið staðfestir
meginregluna á eini annars lutfalsliga figurativari framsýning. Marius Olsen og
Erik Heide hava báðir lýst føroyska landslagið í vøkrum, stillum myndum, og
John Kørner hevur somuleiðis tikið støði í føroyska umhvørvinum. Tey
nýggju prentini hjá honum hava øll ein breiðan svartan kant, sum minnir um
kantin á eini gamlari filmsrullu og tað er eisini í stóran mun gamlar fotomyndir,
sum listamaðurin hevur brúkt sum keldu. Ovarlaga í einum av nýggju
steinprentunum trýnur fram tornið á dómkirkjuni, sum hugtekur listamannin, tí
hann heldur tað bera frá restini. Undir torninum síggjast heldur óvæntaðir ella
beinleiðis óføroyskir myndaliðir sum ein súkklari, ein strond og ein nakin
kvinna.
Tóroddur Poulsen
hevur sítt egna heiðurspláss á ársins Myndaódn við einari stórari súkklumynd og
myndunum úr bókini "Avbyrgingar", ið á sama hátt sum yrkingarnar
snúgva seg um einsemi, at vera fyri seg sjálvan, at
vera einstaddur og avbyrgdur og eygleiða hvussu lívið støðugt styttist. Hetta
temaið verður tulkað rættiliga konsekvent í myndum av einsamallum
sjómansknútum, av isolerandi rimum ella av teirri endaligu isolatiónini undir
gravsteininum í moldini. "Avbyrgingar"
er forkunnigt úrslit av samstarvi millum listamannin, Steinprent og
Føroyaprent. Tað er eingin hemmeligheit, at mær dámar væl myndirnar hjá Tóroddi
Poulsen, sum eg haldi umboða eitt nýbrot í føroyskari myndlist. Men hvat merkir
tað, eitt "nýbrot"? Jú, hetta merkir tað sama sum, at tær kategoriir, sum vit hava
brúkt innan føroyska list higartil, ikki røkka. Tær kunnu snøgt sagt ikki
brúkast til viðgerð av listini hjá Tóroddi Poulsen. Vit hava áður tosað um
figurativa, hálvabstrakta og nonfigurativa føroyska list, men óansæð, tykist
føroyska listin vera miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og
sansaligum myndum. Hetta er ikki galdandi fyri myndirnar hjá Tóroddi Poulsen
óansæð um tær eru figurativar ella abstraktar. Súkklurnar, stólarnir ella
spannirnar hjá Tóroddi Poulsen eru ikki ímyndandi á sama hátt sum tá Niels
Kruse stóð og málaði tey heimligu fjøllini kring Eiðis bygd. Men hetta skal als
ikki fatast sum, at Tóroddur Poulsen traðkar út í tóman heim myndlistarliga
sæð, tí sjálvt um hann er sera originalur, hevur eisini hann undanfólk í
heimslistini, sum hann kennir seg myndlistarliga ættaðan við. Hann fylgir væl
við í samtíðarlistini, men hevur eisini áhuga fyri ymiskum listarligum
outsidearum, fronsku symbolistunum í 19. øld og fyri amerikanskari list og
poesi úr fimtiárunum. Á sama hátt sum fleiri í sonevnda beat ættarliðnum og New
Yorkaraskúlanum sameinir Tóroddur Poulsen hámentan og poppmentan, mynd og
skrift, speisemi og vakurleika.
Tóroddur
er heldur kontroversiellur í løtuni og øllum dámar ikki hansara verbalu
kastrering av mentamálaráðharranum, hvørs størsta bragd higartil hevur verið
uppskotið um at skerja ein fimtapart av listastuðlinum hjá samtíðarlistini. Eg
fari at enda við at lesa upp brot úr dulnevndum lesarabrævið á Vágaportalinum.
Ein sum undirskrivar seg COM skrivar:
Ein av
fremstu politikarum, grenjaði nú herfyri í Útvarpinum, at um Kringvarpið var
skert fíggjarliga, so mistu vit alt sum eitur mentan í Føroyum, og mistu tað
føroyska málið burtur. Maka til møsn skal ein leita leingi eftir.Tað var eitt
sokalla mentanarligt innslag í Sjónvarpinum í vikuni, har ein av sjálvútnevndu
mentanarpávunum í Havn slapp at føra seg fram – Guð hjálpi okkum – um hatta
skal verða mentan.Fyrst kann eg ikki lata vera við at nevna allar hansara
fullkomuliga einkisigandi, tápuligu og óskiljandi yrkingar, sum í heilum verða
hálovaðar í Kringvarpinum – ja - og sum enntá hava verið framførdar uttanlands
– skomm – og so tá ein í sendingini sá eina barnatekning blíva hálovaða í
sjónvarpinum – helst tí hon er blivin steinprenta - so fekk eg líkasum nokk Eg
haldi at hann skuldi krógvað hatta klórið undir einum stórum steini, har uppi
Undir Varða. Hann kundi kanska fingið eitt annað av sjálvútnevndu
“megnarskaldunum” har í grannalagnum um at hjálpt sær at funnið ein hóskandi
tungan stein – teir gera jú einki annað og hava góða tíð.Eg eri spentur at
hoyra og síggja viðmerkingarnar frá eini vissari sjálvútnevndari og altvitandi
kvinnuligum mentunarviðmerkjara úr Havn, koma við viðmerkingum um hetta
“fantastiska” mentanarinnleggið í sjónvarpinum.Eg tori at pástanda at sjálvt
tvey ára gamla abbadóttir mín, hevði teknað betur enn hatta klórið. Ja – so
slapp handan mentanarliga ónyttan at føra seg fram, tí at okkara Mentamálaráðharri
ikki vildi gjalda meira til slíkt svass – Mentamálaráðharrin fylgdi bert
tað íð sjálvútnevndu “mentanarfólkini” sjálvi hava framført í fjølmiðlunum “vit
hava fingið nokk” – tað haldi forrestin eg eisini og helst fleiri við mær –
skal ein døma eftir hvat Kringvarpið borðreiður við á mentanarøkinum. Er tað
mennandi fyri okkara mentan og okkara mál, at ein sovorðin tápulingur sleppur
at siga “Eg hevði biðið hann (Mentamálaráðharran) farið av helviti til og hevði
skrætt nossini undan honum”. Nei, Sjónvarp Føroya – her átti at verið
betur redigerað.
Ja,
svá talaði Ólavur í Beiti á Vágaportalinum og mátti hann ongantíð hildið uppat!
Hesir báðir lótu mammurnar um at fjeppast uppií listini, teir spældu telduspøl uppiá
Oddfríður M. Rasmussen við permuni á nýggja Vencil
Gásarholdselvandi sangur hjá Eivør Pállsdóttir framman fyri eini mynd hjá Tóroddi Poulsen
(KP)