Monday, July 30, 2012

Triðja dagin eftir...





Hetta er av sonnum dagen derpå sum tað eitur á góðum gomlum føroyskum, og kanska eri eg ikki beinleiðis vaknað av, at maðkarnir tosa um hvussu eg smakki, eins og egið í yrkingini hjá Tóroddi Poulsen, men tað er derhenad. Men Ólavsøkufestivalurin 2012 var akkurát so stuttligur, sum hann eigur at vera við sangi, snapsi, skerpikjøti og sild og seyðarhøvdasúltu og fittum snýðum. Kenslan av, at søkan verður styttri fyri hvørt ár hongur møguliga saman við kensluni av, at lívið styttist samsvarandi, aja, summi síggja eitt hálvfult snapsaglas, meðan tað fyri øðrum tykist tómligt og tað varð sanniliga tømt ofta í gjár. Ja, blíðskapurin var øgiligur... ella í gjár var hann góður og í dag følist hann øgiligur og tað er neyvan seyðarhøvdasúltan hjá Erlu og John, ið er tilelvingin. Eg føli meg snøgt sagt sum ein hálvvánaligan robott av gomlum eystureuropeiskum slag, sirka sum Arnold Schwarzenegger í Terminator í teirri løtu, tá hansara telduheili er við at lukka niður, sum tað so fínt eitur á nýføroyskum og ímeðan roynir mín heili at orientera seg og tað er altso ikki lætt, tá sambandsløgmaður stendur og sigur seg vilja einar sjálvstøðugar Føroyar. Halló, hevur hann gloymt hvørjum flokki hann er í? Men um løgmaður ætlar at skifta flokk, so fyri mær gjarna og ongantíð betur. Á fjasibókini gongur kjakið so lystiliga um ólavsøkuprædikuna, ið summi siga var homofobisk og heldur ikki har fái eg verið við, tí eg hoyrdi ikki ólavsøkuprædikuna. Men eg kenni eina fitta sangarindu, sum eisini er prestur í Fuglafirði og sum á facebook skrivaði: "Denne weekend byder på ikke mindre end to skrúðgongur. Denne første i morgen, arrangeret af LGBT Føroyar - fordi kærlighed mellem mennesker aldrig bør kunne diskrimineres. Den anden på søndag, ólavsøkudag, fordi jeg nærer en dyb taknemmelighed til Vorherre, kærlighedens og livets kilde - og fordi demokratiet er værd at holde fest for. Altsammen er det nødvendigt, når vi skal skabe et Færøerne, som vi kan være stolte af at være en del af, og som vi kan være bekendt at give videre til kommende generationer. Góða ólavsøku!" og tað kann mann í hvussu so er finna seg í. Tað hjálpir uppá alt, eisini høvuðpínu at lesa hvat skilafólk skriva og tí er tað gott, at bæði Bloggoddur og Hitt Føroyska Skjaldraveldi eru farnir í blekkhúsið ella í teldutastaturið um Ólavsøkuna. Nú í tíðini kann tað mesta ornast, meðan mann situr á reyvini. Her framman fyri telduni er gott at sita og verða vit svong, ringja vit bara til okkurt pizzahalloy, so kemur ein taxabilur flux (so leingi tað varir, men enn hevur ongin fingið eyga á tað djúpt ómoralska í at liggja og koyra pizza´ir heim til feit fólk, sjálvt um tær eru skítfarligar, fullar sum tær eru av feitti). Nåh men tað, sum eg skuldi siga var, at í dag kann alt ornast við at ringja og bíleggja, bara mann hevur pengar. Eg haldi, at tað skuldi verið sett á stovn ein kunningartænasta, sum eg kundi ringt til ein dag sum í dag og sum koyrdi runt við oreintering til tey, sum hava mist orienteringina, kanska eisini prestar kundu ringt til eina tílíka kunningartænastu, tí hon skuldi verið fyri øll, sjálvandi eins og Ólavsøkan er fyri øll. Meðan vit bíða eftir Kunningartænastuni hava vit um ikki annað Listabloggin at veita kunnandi sørvis, hyggið bara og lurtið her.