Introduktión
til arabisku vikuna
Listasøgan er ein søga full av undanførslum. Hetta hava feministar og postkolonialistar gjørt okkum varug við seinasatu hálvtrýss árini, og einki nýtt í tí. Vit vita, at søgan um listina bert hongur saman sum søga tí hon skýggjar ávís kyn og fólkasløg og tí hon snýr seg um eitt rættiliga lítið øki í hesum fagra heimi. Vit vita, at list, sum ikki er skapað í miðeuropa ella í USA fær hon eina óbetýðiliga støðu sum primitiv list í listasøguni. Vit vita, at tann hátturin, sum listasøgan verður søgd, er ivingarsamur, eisini í mun til føroyska list. Men hvat gera vit við tað?
Nakað,
sum eg havi skotið upp fleiri ferð er, at vit skulu endurmeta tey mál og tey
hugtøk, sum vit brúka, tá vit tosa og skriva um list. Tað haldi eg er ein
ógvuliga umráðandi fortreyt fyri at fara virðiliga við listini. Men eg haldi
eisini, at vit skulu gera okkum ómak við at lýsa og greina støðuna sum hon er
nú meira breitt og har kann mann royna at spegla seg í øðrum londum og
mentanum, sum eisini verða mett sum útjaðari. Og til hetta endamálið havi eg so
løgið tað ljóðar funnið arabiska heimin.
Uttaná
er líkleikin ikki stórur. Arabiski heimurin er myndaður av 22 londum við
tilsamans 323 milliónum íbúgvum. Arabisk list líkist heldur ikki føroyskari
list, men allíkavæl líkjast tær í mongum, m.a. í bygnaðinum, sum er kring
listina og hervið ber tað til at finna íblástur í granskingar- og praktiskum
loysnum, sum tey arbeiða við innan listina í hesum partinum av heiminum.
Tann
kanska týdningarmesti líkleikin millum Føroyar og arabisku londini er, at ein
sera stórur partur av listini verður skaptur uttanlands av emigreraðum
listafólkum. Tað er eftir míni meting fullkomiliga avgerandi, at vit kanna hvat
tað merkir fyri okkara list og royna at lýsa kompleksitetin, sum fylgir
diasporastøðuni. Ein annar eyðsýndur líkleiki hevur við imperialismu at gera og
eksotiska mátan, sum list frá arabiskum londum og úr Føroyum verður viðgjørd
útifrá, og sum londini sjálvi tilvitað ella ótilvitaða samtykki og víðariføring
av eksotismuni og skeivu fatanunum og konstruktiónunum, sum koma við
eksotismuni. Ein triði líkleiki er vantandi gransking og vantandi
yrkisførleikar. Í arabisku londunum tekst humanistiska granskingin næstan bert
við bókmentaøkið. Tað merkir í fyrsta umfari, at økið verður niðurskrivað, at
skeiv kunning kemur fyri, at fakliga kjakið manglar og at eingin stendur til
reiðar við teimum røttu spurningunum og teimum røttu hugtøkunum. Víðari merkir
tað, at tað ikki verða útbúgvin fólk til at taka sær professionelt av listini,
at mann er treytaður av sjálvbodnum áræði, at tað eru bókmentafólk, sum býta út
pengarnar til myndlistina eins og listaummæli oftast verða skrivað av
bókmentafólkum. Í fjølmiðlunum vantar mentanarmiðlan, og journalistar velja at
taka ta listina framum, sum teimum dámar best persónligt og tað er so eisini
tann listin, sum verður mest viðurkend við t.d. almennum heiðurslønum.
Í
grundini er tað óendaligt, og mann kundi væl blivið við. Men tað er gransking
at blíva við og hetta er ein bloggur, so her kunnu vit ikki granska. Men vit
vilja fegin arbeiða fyri at fremja bæði gransking og arabiska list og tí
presentera vit hervið arabiska viku á listablogginum. Í hesari vikuni fara vit
at fokusera uppá sjey núlivandi arabisk listafólk, sum eru verd at kenna og sum
kanska kunnu siga okkum okkurt um føroyska list og um hvussu umráðandi er, at
vit fáa sett gongd á granskingina innan føroyska list.
(IS)