Friday, July 13, 2012

Natúrligvís...


Sólin skínur og heilin er farin í summarfrí, men ikki hjá listafólkunum, sum nú arbeiða av øllum alvi fram ímóti framsýningini "Hvat er natúrligt?". Hon letur upp í Østrøms Fabrikk 26.juli og er longu áðrenn hon er byrjað eitt listasøguligt nýbrot, tí hon er politiskt motiverað. Tað er LGBT, sum skipar fyri framsýningini, hvørs endamál er at upplýsa almenningin og at víðka um ta trongskygdu uppfatan, mong hava av, hvat normalur kynsligur samleiki er. Samstundis er endamálið at økja um tolsemi og stuðulin til samkynd og tvíkynd í Føroyum. Umframt framsýningina verður skipað fyri kunnandi kvøldum í nýumvældu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Fleiri fyrilestrar verða um evnið, sum hava samband við framsýningina Millum annað fer Turið Sigurðardóttir at at røða um samkynd í føroyskari bókmentasøgu. Undirritaða fer at lýsa evnið: Samkynd og samkyndleiki í føroyskari list, og amerikanski professarin Mariah Schug fer at siga frá síni gransking við føroyingum og okkara tilveruliga virðisgrundarlagi. Vit gleða okkum til framsýningina og venda aftur við meira. 




(KP)