Thursday, July 12, 2012

Eitt listasavn er ikki bara eitt listasavn...

Eitt listasavn er í orðsins ítøkiliga týdningi jú bara ein samling av listaverkum. Men í veruleikanum eru listasøvn dynamiskar, fløkjasligar og rættiliga týdningarmiklar verur. Listasøvn mynda umhvørvið, har vit læra og uppliva, verða rørd, uppøst og upplýst, og listasøvn hava allahanda uppgávur, sum eydnast alt eftir endamálunum hjá avvarðandi leiðslu og teirra førleika til at røkka hesum málum. Hetta má sigast at hava eydnast serstakliga væl hjá Statens Museum for Kunst, sum herfyri fekk ein av størstu museumsprísunum í Europa uppá 500.000 frá Bikubefonden fyri teirra nýggju uppheinging av permanentu samlingini. Henda uppheinging verður umrødd í sjónvarpssending á DR K í kvøld klokkan 22.05 føroyska tíð. Í røðuni til heiðurslønahandanina legði stjórin í museumsfakligu dómsnevndini í Bikubefonden, Charlotte Sabroe, dent á hvussu umráðandi tað er at raðfesta ta permanentu samlingina hjá søvnunum. Hon segði m.a. "Samlingen er museernes arvesølv. Ja, den er vel i bund og grund deres hele fundament og eksistensberettigelse. I mange år var museernes samlinger imidlertid betragtet som det tunge pligtstof, mens særudstillingerne var tumlepladsen for nytænkning og visioner. Men nu har fokus ændret sig, og Statens Museum for Kunst har med usædvanlig styrke og udsyn taget bolden op".  Tað er bæði á miðlanarøkinum og í úrvalinum av list, at SMK hevur framt markantar broytingar, sum allar miða ímóti at gera listaupplivingina hjá teimum vitjandi betri. Sjálvt um heiðurslønin fyrst og fremst er fyri broytingina av permanentu samlingini, so havi eg á SMK upplivað nakrar framúrskarandi framsýningar seinastu árini. Hammershøj framsýningin, sum hongur har í løtuni, er frálík, Toulouse-Lautrec framsýningin var framúr, men mær dámdi eisini væl tær breiðu, listasøguliga formidlandi framsýningar sum t.d. Sjælebilleder, sum presenteraði og víðkaði um symbolismuhugtakið og Verden som landskab (2008). Eg ummældi síðstnevndu framsýning og skrivaði m.a:  
"..Undirheitið “Nordisk landskabsmaleri” fær teg fyrst at undrast á, at eingin føroyingur er við á framsýningini, men so skilst, at hetta er myndlist frá 1840 til 1910, tvs. áðrenn vit fingu nakað føroyskt yrkislistafólk. Allíkavæl hevði tað ikki verið heilt við síðuna av, at havt onkra føroyska mynd frá 1920´unum hjá t.d. Niels Kruse ella Kristin í Geil við, tí teir fáast við júst sama tjóðskaparromantik sum fleiri av hinum norðurlendingunum, ið eru umboðaðir á framsýningini (úr Danmark, Noregi, Finnlandi, Svøríki og Íslandi). Framsýningin inniheldur yvir 100 listaverk, sum hanga í tveimum stórum salum. Landslagsmyndirnar hanga í tíðarrøð og eru býttar upp í fimm evni, sum fylgja listasøguligu menningini í norðurlendskum landslagsmálaríi frá romantiska tíðarskeiðinum fram til byrjandi modernismu. Sum tann sera áhugaverda og framúr vakra bókin, ið er útgivin í sambandi við framsýningina staðfestir, er ein landslagslýsing ikki bert ein spegling av avvarðandi myndevni, men ein tulking, sum í stóran mun er ávirkað av síni samtíð á sama hátt sum vit áskoðarar altíð eru ávirkaðir av okkara egnu samtíð. Hetta er helst eisini orsøkin til mína egnu reaktión, tá eg sá eldra partin av framsýningini, sum er undirdýktur av gullrammum og ljósareyðum sólsetursmyndum við yndisligum dádýrum, sum at síggja til tykist eitt sindur forlorin ella kitsch-kendur. Eisini hanga myndirnar í fleiri løgum á vegginum á sama hátt sum fyrr í tíðini og hesin salongmátin at hanga myndir økir ikki lítið um gamalsliga huglagið. Men ikki gongur long tíð áðrenn einstøku listaverkini stíga fram úr heildini og tá varnast tú, at hetta ikki er forlorin eftirgerð, men framúr væl úr hondum greiddar myndir, ið siga søgur, sum fyrihalda seg til teirra samtíð, tá landslagið varð fatað sum eitt slag av andaligum og tjóðskaparligum symboli.

Landslagið hevur sum so verið umboðað í listini heilt afturi í fornøldini, men gjørdist ikki sjálvstøðugt myndevnið fyrr enn í 19. øld, tá tað hevði sína lutfalsliga stuttu stórleikatíð. Føroysk myndlist er í so máta eitt ordans undantak. Norski málarin Johan Christian Dahl (1788-1857) hevur fimm verk við á framsýningini, harímillum tað stórsligna “Danskt vetrarlandslag við steinaldargrøv” frá 1838, sum myndevnisliga og huglagsliga er ein eyðkend, romantisk mynd, ið lýsir eitt vakurt vetrarkvøld við dramatiskum reyðum, orange og violettum ljósi. Áhugin fyri týska listamanninum Caspar David Friedrich (1774-1850) er týðuligur, eisini í hesi myndini hjá J.C.Dahl, hóast hon ikki er eins beinleiðis religiøs ella merkt av mystisismu, eins og myndirnar hjá Friedrich. Náttúran í myndini hjá J.C.Dahl er órørd og merkt av ró og harmoni, samstundis sum eikitrø og steinaldargrøv sipa til eina hetjuliga og hendingaríka fortíð. Kompositiónin er á sama hátt merkt av ró við javnvigandi vatnrøttum og loddrøttum linjum, samstundis sum trø og fuglar forma dynamiskar skáklinjur á veg inn í myndina, sum eyðkent fyri romantikkin ikki hevur nakað ávíst hvørvingspunkt, men í staðin eina támuta dýpd, ið sýnist óendalig.

Fyri danska málaran, Johan Thomas Lundby (1818-1848) var eingin ivi um endamálið við myndlistini: “Hvad jeg som Maler har sat som mit Livsmaal er: at male det kjære Danmark, mere med al den Simpelhed og Beskedenhed, som er saa characteristisk for det...”. Monumentala myndin “Ein donsk strond” (188,5 x 255,5 cm) frá 1842-43 tykist tó alt annað enn lítillátin bæði tá hugsað verður um stødd og myndevni. Hóast myndevnið er nógv meira lýst í æsir í hesi myndini enn í eini mynd sum “Bátur undir segli” frá 1930 hjá Niels Kruse, so snúgva hesar báðar myndirnar seg innihaldsliga um tað sama, um tjóðskaparligan alsk til ta stórbæru, heimligu náttúruna og til strevandi og eyðmjúka fólkið, har býr. Tað stórfingna verður í báðum myndunum framborið gjøgnum støddarmunin millum ta veldugu náttúruna og tey elasmáu menniskjuni.

Romantiska tíðarskeiðið var langt og fjølbroytt, men tjóðskaparromantikkin verður mett at vera ein reaktión uppá fleiri ríkisligar kreppur í byrjanini av 19.øld, m.a. ríkishúsagangin í 1813 og Kielerfriðin í 1814, tá Norra glapp Danmark av hondum. Tað vil so vera, at tað er undir trýsti og kreppu, at tørvurin at savnast um traditiónina sprettur av álvara. So er spurningurin hvat tað er fyri trýst ella kreppu, nýggja samgongan heldur okkum vera í. Samgonguskjalið kemur undir evninum mentan inn á fleiri áhugaverd mál sum t.d. menning av musikkskúlaskipanini, endurnýggjan av sendineti kringvarpsins, bygging av tjóðleikahúsi, skipan av týðaragrunni og ikki minst staðfesting av, at ein ávísur partur av útreiðslunum til almenna og kommunala bygging skal markast til list. Frálíkt hugskot! Í eini progressivari og modernaðari menning av føroyskum mentanarlívi í okkara globaliseraða heimi eru hetta skilagóð lutmál, sum tó ikki samsvara serliga væl við tann heimsavnoktandi og klaustrofobiskt defensiva tónan, ið valdar nakrar reglur longur uppi í samgonguskjalinum: “Tjóðarsamleikin er tað, sum knýtir føroyska fólkið saman. Orsøkin til at vit byggja land er, at vit hava ein serstakan samleika. Men hann er undir trýsti uttaneftir. Tí verða munandi átøk gjørd til tess at stimbra og menna tjóðarsamleikan”. Um hesar orðingar hava nakað at siga, fara vit skjótt at síggja dømi uppá hvussu innantómur og stirðnaður tjóðskaparromantikkur tekur seg út, tá hann er tvungin ella úrslit av sensuri.

Aftaná nokkso nógv ljósareyð sólsetur kennast myndirnar hjá Købke vælgerandi í teirra neyva hóvsemi. Tað sæst á mátanum, sum Lundby hevur málað bláa himmalin í stóru myndini, at hann hevur roynt at vera so trúgvur móti sínum myndevni sum møguligt. Allíkavæl er stórur munur millum hansara idealistisku hugsjónir við søguligum og sagnarligum tilsipingum og so endamálið hjá naturalistisku listafólkunum, sum avmarkaði seg fult og heilt til ítøkiliga veruleikan. Naturalistiski og seinni impressionistiski íblásturin kom úr Fraklandi og franska árinið merkist týðiligt í myndunum á framsýningini, sum eru frá umleið 1870. Hesa tíðina gjørdist Paris listarligur miðdepil í Europa, sum eisini tey norðurlendsku listafólkini vitjaðu, t.d. Theodor Philipsen (1840-1920), hvørs ljós- og litríku myndir eisini kunnu upplivast á framsýningini.

Nýbrotið var startskotið til eina tíð, tá rák og mótrák tóku at avloysa hvørt annað við lutfalsliga stuttum millumbilum. Danski yrkjarin Sophus Claussen skrivaði í 1894 eina kjaklynta yrking til Georg Brandes, sum snýr seg um júst hetta: “De satte Forsken op mod Drømmespind, vor Nutid sætter nye Drømme ind. Hvad forskel? Det er samme Fægteskole: Hæve Problemerne til ny Debat, guddomsbesjæle, hvad der var forladt, og siden hen... paa Vaabenlykken stole.”. Yrkjarar og myndlistafólk í 1890´unum vóru ikki longur nøgd við at avmarka seg til tað ítøkiliga, tey vildu heldur dyrka dreymar og hugflog og hetta er kanska tann allarmest hugtakandi parturin av framsýningini. Her eru myndir hjá Edvardi Munch, Akseli Gallen-Kallela, Vilhelm Hammershøi og her hongur “Skýggið” frá 1896 hjá svenska Prins Eugen (1865-1947), sum gjørdist listamaður, tó at kongliga bakgrund hansara als ikki legði upp til slíkt lívsstarv. Skýggið sær út at vera ein veruleikakent snapshot úr svensku náttúruni ein vanligan, frískan og ljósan dag. Men hon rúnarbindur áskoðaran, fær hon ein kjans. Hetta er ikki nakað ávíst stað í Svøríki, ið verður lýst, myndevnið stavar úr hugaheimi málarans. Litirnir eru ov lýsandi til at vera veruleikalíkir og málihátturin er slættur, eins og allir formar tykjast einfaldaðir so mikið, at alt einstaklingaárin hvørvur, meðan tað umboðandi, symbolistiska árinið vaksur. Gøtan, sum gongur úr forgrundini á myndini og aftur um sýn gerst symbol fyri okkara lívsleið, sum vit ikki kenna fyrr enn hon er gingin. Træið og skýggið verða mótsett hvørjum øðrum, sum saman við gøtuni og sermerkta máliháttinum fáa ein at hugsa um longsil eftir tí, sum er hinumegin deyðan ella himmalin. Á sama hátt sum í eldru myndum William Heinesens (1900-1991), tykist náttúran onkursvegna íbygd og full av mystiskum varhuga. Í hesum sambandi er vert at nevna ein annan áhugaverdan listamann, ið er við á framsýningini í Statens Museum for Kunst og tað er íslendski vegarin, listamaðurin þórarinn B. þorláksson (1867-1924), sum í 1900 hevði ta fyrstu íslendsku listaframsýningina í Reykjavík og sum ivaleyst hevur verið ein stór inspiratión hjá Williami Heinesen.

Tað er lætt at skilja, at núverandi framsýningin í Statens Museum for Kunst er væl umtókt. Hetta hongur saman við góðskuni bæði á listini og á listaformidlingini. Hetta eru høvuðsverk í norðurlendskari listasøgu, ið eisini verða viðgjørd við hóskandi tign. Kanska hevur tað eisini týdning, at vøkur landslagslist, gullrammur og søguligt tilvit hóska væl til traditiónsfegna rákið í løtuni..."

SMK ger nógv burtur úr heimasíðuni http://www.smk.dk/ sum jú eisini er umráðandi partur av formidlingini hjá savninum. Sjálvandi ber illa til at samanbera okkara egna lítla Listasavn við tað ómetaliga stóra danska savnið. Men bæði eru tey tjóðarsøvn at navni og gagni, og sjálvt um okkara savn er lítið, eru uppgávur savnsins stórar. Við fyrsta eygnabrá er heimasíða Listasavnsins ikki serliga imponerandi, á forsíðuni verða upplatingartíðirnar um páskirnar upplýstar og má hetta sigast at vera eitt sindur afturúr. http://www.art.fo/ Fara vit longur inn á heimasíðuna til framsýningarskránna, sær tað tó frægari út, tí her er heimasíðan um ikki annað uppdaterað. Sum skilst á framsýningarætlanini verða í løtuni sýndar fram verk úr goymsluni hjá Savninum. Tað ljóðar forvitnisligt og eg ætli mær beina leið niðan at hyggja. Restin av framsýningarárinum sær somuleiðis áhugavert út og enn hevur leiðarin, Nils Ohrt mær vitandi ikki gjørt sína egnu uppheinging, sum verður ein neyðug dagføring av Listasavni Føroya, so vit hava helst nógv í væntu...

Framsýningarætlan fyri summar og heyst 2012 í Listasavni Føroya:

Fríggjadagin 6. juli: Framsýning I við verkum úr goymslu Listasavnins letur upp.
Sunnudagin 22. juli: Framsýning I við verkum úr goymslu Listasavnins letur aftur.
Ólavsøkuaftan 28. juli: Ólavsøkuframsýningin letur upp. Listafelag Føroya skipar fyri.
Sunnudagin 12. august: Ólavsøkuframsýningin letur aftur.
Fríggjadagin 17. august: Framsýning II við verkum úr goymslu Listasavnins letur upp.
Sunnudagin 2. september: Framsýning II við verkum úr goymslu Listasavnins letur aftur.
Leygardagin 8. september: Framsýningin við íslendsku listakvinnuni Jónínu Guðnadóttur letur upp.
Sunnudagin 7. oktober: Framsýningin við íslendsku listakvinnuni Jónínu Guðnadóttur letur aftur.
Leygardagin 13. oktober: Framsýningin við Hanna Bjartalíð letur upp.
Sunnudagin 18. november: Framsýningin við Hanna Bjartalíð letur aftur.