Týskvøldið 31. juli kl. 19.00 verður Østrøm karmur um serligt kunnandi kvøld um føroysk LGBT viðurskifti. Tríggjar kvinnur fara at tosa um trý áhugaverd evni, ið ongantíð áður hava verið viðgjørd alment í Føroyum. Talan er sostatt um tríggjar slóðbrótandi fyrilestrar.
Turid Sigurdardóttir, professari í bókmentum, fer fyrst at tosa um samkynd og samkyndleika í føroyskari bókmentasøgu. Hon kallar sín fyrilestur: “Frá Ánaniasi til Brahmadellarnar - Tøgn og tala um samkynd í føroyskum bókmentum”. Hon fer m.a. at leggja dent á Ánaniasartátt, sum er skrivaður í 18. øld og tann søguliga samanhangin tátturin er skrivaður í.
Kinna Poulsen fer síðani at halda ein fyrilestur, sum hon nevnir: “Ó-søgur av hinum slagnum - Um samkyndleika í føroyskari myndlist”. Hetta er ein viðgerð av myndlistini hjá føroyskum samkyndum og av samkyndleika annars í føroyskari list.
Amerikanski doktarin í mannfrøði, Dr. Mariah Schug, fer at enda at siga frá síni gransking av virðisgrundarlagnum hjá føroyingum. Fyrilesturin verður á enskum og ber heitið: “Nordic Perspectives - Attitudes About and Impacts of Gay Marriage in Nordic Societies”.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin í Østrøm. LGBT Føroyar skipar fyri tiltakinum.