Nú streyma tey higar úr Herning, úr Rødovre og úr Gedser. Danskarar. Við skipi og flogfari og víðari í bussum til tey hugtakandi listafólkini í hesum vakra landinum. Summartíðin hevur ómetaliga stóran týdning fyri nógv føroysk myndlistafólk. Teirra økonomiur er treytaður av teimum mongu donsku ferðafólkabólkunum, sum koma á hvørjum ári og sum flestallir hava tað sum týdningarmiklan part av teirra ferðaskrá at vitja listafólk og at keypa eitt lítið petti av Føroyum - eina mynd - við heim.
Og danskarar elska føroyska list, teir kunnu næstan ikki fáa nóg mikið, og jú meira føroysk, jú betri. Men hví í grundini? Hava tey ikki ordilig listafólk í Danmark?
Jú, tað hava tey í grundini, altso líkinda listafólk, frágreiðingin skal finnast eina aðrastaðni. Latið okkum byrja við at finna út av, hvat føroysk list er.
Føroysk list hoyrir
til eitt land
Føroysk list er list av
skiftandi góðsku, sum føroysk listafólk hava framleitt. Onkur føroysk list er í
heimsflokki, okkurt hoyrir heima á kvøldskúlaframsýningum, men hetta hevur
eftir øllum at døma ongan týdning fyri stóra meirilutan av keypihugaðum danskarum.
So leingi sum listin bara sýnist føroysk, er tað nóg gott og júst her er
føroysk list ólík danskari list, sum ikki hevur sama førleika at síggja út sum
um hon hoyrir til eitt land. Vit kundu kanska sagt, at list tykist donsk, um
hon t.d. er merkt av speisemi, men hetta passar allíkavæl ikki. Tað ber ikki
til at skapa eina einfalda mynd av danskari list, og tað ber ikki til at eyðmerkja donsku listina gjøgnum einfaldar essensir
á sama hátt sum við teirri føroysku listini. Hinvegin ber til at lýsa føroyska list umvegis nakrar heilt fáar essensir. Tað kundi verið dramaið, tað stórfingna, sterka kolorisman, lyndið til hálvabstrakt landsløg, kærleikin til tær tríggjar stóru ismurnar: impressionismu, kubismu og ekspressionismu. Tað ber eisini til at brúka meira flótandi hugtøk sum norðuratlants sermerki og kenslulag, men felags fyri tey øll er, at tað snýr seg um essensir sum ikki verða nýttir á tilvitaðan hátt og sum ikki verða viðgjørdir. Tað er bara avgjørt frammanundan, at tað er soleiðis og hevur ikki so nógv við sjálva listina at gera, men snýr seg í stóran mun um, hvussu vit síggja listina. Sostatt er hetta ikki ein atfinning móti føroyskari list, men ein atfinning móti tí listakjaki, sum eg sjálv er partur av.
Danskir listfrøðingar velja orðini
Men, áðrenn eg fari víðari til, hvussu vit síggja listina, vil eg fegin dvølja við hesar essensir, og hvør tað er ið hevur avgjørt, at føroysk list skal kunna skerjast til essensir. Tað er nevniliga mítt uppáhald, at hetta er nakað, danskarar hava avgjørt. Fyri tað fyrsta eru tað danskir listfrøðingar og akademiprofessarar sum hava avgjørt tað, tí at vit ikki hava bygt upp listarligan yrkisførleika her heima, somu danskarar hava skapað tað málið, sum vit brúka, tá vit tosa og skriva um føroyska list. Fyri tað næsta eru tað danskarar sum so, ið hava avgjørt tað í teirra/okkara eginleika sum hjálandaveldi. Fyri at kunna leggja nakað undir seg, er umráðandi at kunna yvirskoða tað, og við at fata tað fremmanda landið langt burturi í havi sum nakað eksotiskt, verður gjørligt at skerja tað til heilt fáar essensir í staðin fyri at lata tað vera fløkt og pluralistiskt sum Danmark. Eksotisma og essensir hoyra saman og er í grundini harðrendur yvirgangur, sum skapar fantastiska stórt vald fyri tann, sum býtir út ella allýsir hesar essensirnar.
Miðdepilin liggur ikki
í Føroyum
Valdið liggur í tí at
vera fløkt, nuanserað og pluralistisk - at vera "tað fyrsta", har
hjálandið verður "tað næsta" - okkurt einfalt og einstáttað. At fólk
her á landi hava kent seg nóg smikrað av tí uppmerksemi eksotisman og
essensirnir hava ført við sær, og sjálvi hava verið við til at stimbra og ført
hesar hugsjónir víðari, meti eg eisini vera umráðandi part av teirri skerjing
ella devaluering sum føroysk list er fyri.
Tað tykist vera soleiðis,
at tá imperialistiska skipanin organiserar ein realitet, í hesum førum, tá
Danmark uttan eyðmýkt skapar eina fiktión um Føroyar, hendir ein
objektivisering, sum endar við eini eftirfylgjandi sjálvobjektivisering: Vit
vísa okkum fram fyri tí dominerandi eygleiðingini. Hetta hevur helst eina
psykologiska frágreiðing, at tú speglar tær í teirri áskoðan, sum onnur hava um
teg, men eg ætli mær ikki at villast út í nakrar psykologiskar frágreiðingar.
Harafturímóti vil eg
fegin halda fast við hugsanina um hvat tað er, sum donsk eygu elska, tá tey
hyggja at føroyskari list. Nógv av teirri listini, sum verður seld donskum
ferðafólkum, er fantastiska góð, so hetta kann sjálvandi í sær sjálvum vera ein
orsøk. Ein onnur orsøk kundi verið, at listin er løtt at fata júst tí hon er
skerd niður í essensir. (Vart tú freudianari bar helst eisini til at stápla
eitt skilagott fetish-ástøði uppá beinini.) Men eg haldi eisini, at tað hevur
við ognarskap at gera.
Kolonisering av føroysku lisiniOgnarskapur er lýstur í fleiri feministiskum filmteorium: Ein maður situr í eini biografhøll og lítur at einari vakrari kvinnu á stóra hvíta løriftinum. Hon hyggur ikki aftur, men letur seg eyðmjúkt eygfara av voyeurinum, sum heldur ikki ger vart við, at hann hyggur at henni. Hann inntekur hana við eygunum, yvirtekur hana, eigur hana. Hon er bert eitt objekt, sum subjektiva eygnabráið hjá manninum eigur - hann kann taka hana, um hann vil. Tað er vert at umhugsa, hvørt tað er nøkulunda tað sama sum hendir, tá ein danskari hyggur at einum føroyskum landslagsmálningi. Hann lítur at fjøllunum, havinum, dølunum, hann inntekur og eigur tað. Landið er eitt objekt, sum subjektiva eygnabráið hjá kolonimaktini eigur - hann kann kolonisera landið, um hann vil.
Tað sum hendir, er bart
út sagt ein kolonisering av føroysku listini. Ein koloniseringgongd, har
essensir verða gjørdir, ein einføld skipan sett saman, har objektivisering fer
fram og týdningur verður skaptur. Alt samalt út frá einari heimsmynd, sum hevur
ein miðdepil, sum ofta er í Danmark, og sum tessvegna altíð fer at merkja, at
Føroyar liggja uttan fyri miðdepilin og eru outsidarar í sínari egnu list. Men
tað, sum er umráðandi at minnast til er, at miðdeplar ikki eru natúrligir, teir
eru konstrueraðir á sama hátt sum essensirnir, ið verða knýttir at føroyskari
list, eru konstrueraðir. Sostatt kunnu teir brótast niður, sjálvt um tað fyri
føroyskt listakjak er ein eyðsýndur vandi í at bróta teir niður, nevniliga
vandin fyri at listin missir sín "autenticitet", um listin avnoktar
hesar essensir og hervið smildrar ikki bara áhugan uttanífrá fyri henni, men
eisini eina sjálvsmynd og tjópskaparligan samleika, sum kunnu vera dýrabar,
óansæð hvussu konstrueraði tey eru.
Ranghugmyndir um føroyska list
Ja, gløgt er gestins
eyga, og veldugt og pengasterkt, og tað kann jú gera okkum tað sama. So leingi
sum danskarar keypa eina rúgvu av føroyskari list, sleppur landskassin undan at
stuðla listini og alt kann ganga sína vanligu gongd í heimastýrinum. Men
intellektuelt sæð, kann hetta ikki gera okkum tað sama. Als ikki. Vit hava í føroyskari listfatan nakrar
ómetaliga stórar ranghugmyndir, sum vit ikki áttu at varðveitt ella ført
víðari.Ranghugmyndir um føroyska list
Tí er tað umráðandi, at
universitetið fer í gongd við at skapa tann yrkisførleika, sum hevur vantað
innan myndlistina. Tað er umráðandi at vit kunnu greina føroyskan listadiskurs
og tað málið, sum verður brúkt, at vit greina hvat tað merkir fyri føroyska
list, at hon er í eini diaspora støðu, at vit finna út av, hvussu vit kunnu endursiga søguna um føroyska
list, at vit umhugsa hugtøk sum tjóðskaparligan samleika og hyggja at hvørjir
partar av listini eru mentanarliga defineraðir, at vit kanna lutfallið millum
tað lokala og tað globala í samtíðarlistini, at vit gjøgnumskoða
kolonialiseringina av listini, at vit skapa
eina nýggja, fjølbroytta, kompleksa, pluralistiska tilvitan, so at føroysk list
ikki longur verður "tað næsta" men "tað fyrsta".