Vit mugu ganga út frá, at náttúran altíð hevur verið her. Náttúran hevur verið her longri enn menniskjað, men landslagið varð ikki uppfunnið fyrr enn í 19.øld. Orðið landslag er gamaní kent í týskum í 1500 talinum og í Europa gjørdist landslagslistin sjangra síðst í somu øld. Men tað var ikki fyrr enn smá tríhundrað ár seinni miðskeiðis í 19.øld, at landslagslistin av álvara vann fram og ikki fyrr enn síðst í somu øld, at hon tók seg upp her á landi.
Í dag eru vit kanska eitt av teimum londunum í heiminum, sum hevur sterkastu landslagshevd í myndlistini. Ein sera stórur partur av okkara listafólkum arbeiða við landslagnum og landslagsmotivið er vent og dreygað, tulkað og endurtulkað á einhvønn hugsandi og óhugsandi hátt. Men hví?
Fyrsta orsøkin er tann mest innlýsandi. Tí landslagið her er sera vakurt. Vit eru umgyrd av vakrari náttúru og tað er uppagt at ímynda sær, at hesi landsløgini hava so umráðandi leiklut í visuella lívinum hjá føroyskum listafólkum, at tey verða tað mest natúrliga motivvalið. Hesi tesuni eri eg fyri so vítt samd við, men bara í vissan mun. Tí tað finnast onnur lond við vakrari náttúru, har landslagslistin so at siga ikki er til og harumframt er myndlistarliga mannagongdin nógv meira kompleks, listafólk mynda ikki bara verk út frá tí vakra í teirra umhvørvi. Har eru so nógv fleiri løg, fleiri nuansur og kompleksitetur.
Ein onnur orsøk kundi knýtt seg til ta vanligastu teoriina um hví landslagslistin sum sjangra kom so seint í listasøguni. Hetta ástøði gongur út uppá, at tað ikki gjørdist aktuelt at arbeiða við landsløgum í listini fyrr enn aftaná sambandið hjá menniskjanum við náttúruna varð slitið, orsakað av ídnaðargerðini. Ikki fyrr enn tá fóru fólk at síggja landslagið sum vakurt og okkurt, tú kundi líta at og njóta, og ikki bara okkurt, sum tú skuldi arbeiða við at verja teg ímóti. Landslagslistin er sostatt bæði ein háttur at hálova vakurleikanum í landslagnum og ein háttur at gráta um missin av tætta sambandinum við náttúruna. Hetta ástøðið er helst eisini satt á ein hátt, men eg fái tað ikki til at passa við hví landslagslistin er so stór í metum júst her. Eg dugi ikki at síggja hví missurin av sambandinum við náttúruna skuldi verið upplivaður sterkari og ógvusligari her enn aðrastaðni.
Ein triðja orsøk er bundin at mystisku ímyndini um eina serliga norðurlendska ond og eitt serligt norðurlendskt fólk, sum fyrst og fremst eru eyðmerkt gjøgnum teirra tætta viðurskiftið við náttúruna. Hendan ímyndin er dyrkað í tíðarskeiðum í teimum flestu av norðurlondunum, bæði av listafólkum, rithøvundum, tónaskaldum og intellektuellum og hevur verið við til at skapa eina sjálvsmynd og ein samleika, sum enn er lutvíst til. Men eg kenni meg allíkavæl noydda at fata hetta sum eina mytu, og harumframt er landslagslistin ikki serliga útbreidd í inum norðurlondunum.
Ein fjórða orsøk, sum eg ofta hoyri sum argument her á landi er, at myndlistin - ikki bara landslagslistin, men øll myndlistin, kyknaði so mikið seint her á landi, at vit ikki eru komin víðari. Hetta ástøði inniheldur altso eitt hugskot um, at vit heilt einfalt eru byrjaði forfrá, ella byrjað við byrjanina. Men hetta ljóðar ikki serliga sannlíkt í mínum oyrum. Fyri tað fyrsta er landslagslistin ein nýggj sjangra, í nógvum øðrum londum eru tey farin frá henni, men skuldu mann byrjað við byrjanini hevði hetta ikki verið rætta staðið at byrja. Fyri tað næsta eru Føroyar ikki so avbyrgdar, longu næsta ættarliðið av føroyskum listafólkum fekk útbúgving uttanlands og ferðaðist nógv. Fyri tað triðja er søgugongdin iki so einføld, at tað yvirhøvur er nakað sum eitur at byrja forfrá. Listasøgan er nógv meira kompleks.
Ein fimta orsøk gongur út uppá, at landslagið er sakleyst og heilt einfalt bara ein umbering fyri at mála. Flestu føroysku listafólkini eru málarar og málaragleðin tykist stór. Hvørki standmyndir, foto ella installatiónslist hava nakrantíð verið eins væl umtókt og málaríið og her eru fantastiska nógvir málandi møguleikar júst í landslagnum, har ljósið skiftir og litirnir eru endaleysir. Hesa orsøkina haldi eg vera eitt sindur sanna, men eg eri ikki so religiøst sannførd sum nógvir aðrir listfrøðingar um at tað óseka myndevnið yvirhøvur er til og tí má eg fyrihalda meg eitt sindur ivandi.
Ein sætta orsøk snýr seg um tað øvugta, nevniliga at landslagið yvirhøvur ikki er sakleyst. Landslagslistin hevur í stórt sæð øllum londum verið knýtt til eina ideologi og eina politiska dagsordan, og er nógvastaðni sambundið við uppbyggingina av nationalstatum. Landslagsmálaríið er ein snildur politiskur spælari, tí tað tykist vera neutralt og frítt av ideologium og øðrum áhugum. Men í veruleikanum verður landslagsmálaríið brúkt til at skapa visuella samleika hjá einum landi og hevur hervið eina tjóðskaparliga dagsordan. Hesa orsøkina haldi eg vera sannlíka. Ikki tí eg haldi, at øll føroysk listafólk arbeiða við eini goymdari politiskari dagsordan, men tí at Føroyar skilir seg frá flestum øðrum londum við ikki at vera sjálvstøðugar, og tessvegna kundi hugsast at havt eina orsøk til at ala fram list við tjóðskaparromantiskum innihaldi.
Ein sjeynda og síðsta orsøk, sum eg eisini meti sum sannlíka, hevur við marknaðin at gera. Listamarknaðurin her er soleiðis innrættaður, at tað eru nakrar ávísar væntanir í mun til hvat føroysk list skal vera og ein av týdningarmestu treytunum er, at myndevnið er eitt landslag. Fleiri føroysk listafólk mugu tessvegna finna útav at forloysa teirra listarligu visión gjøgnum landslagið, fyri at kunna selja teirra list ov yvirliva.
Tað finnist ikki nøkur einføld frágreiðing, men nógvvar og vit kundu hildið á. Tað finnast eisini óendaliga nógvir aðrir spurningar at seta við óendaliga nógvum svarum. Spurningar, sum eru umráðandi at seta, sjálvt um eingi eintýðug svar eru. Komið, setið ein spurning!