Fepursjónir eru ikki bara av tí ónda, tí tær kunnu elva til miklan listarligan íblástur. Hetta er triðja og seinasta yrkingin í okkara lítla summartema við norðurlendskum yrkingum, sum á onkran hátt taka støði í sjúkuupplivingum.
http://www.listinblog.blogspot.com/2012/07/ein-yrking.html http://www.listinblog.blogspot.com/2012/07/ein-onnur-yrking.html
Í regluliga rímaðu og órímiliga myndaflipputu, symbolistisku yrkingini Sjukdom (1918) hjá Erik Axel Karlfeldt eru sjónirnar nógvar og stórslignar. Í óregluligu yrkingini hjá Dan Turell Gennem byen en sidste gang frá 1977 er málið væl meira gerandisligt, men tónin er sorgblíður, inniligur og tó ósentimentalur, meðan yrkjaraegið í tonkunum spákar sín seinasta túr í heimbýnum. Málið í dagsins yrking hjá Tóroddi Poulsen er somuleiðis einfalt við typiskum tórodsskum málspæli og hesi fantastisku samankomingini av løttum og banalum eygleiðingum og so varhuganum av onkrum tyngri og meir hættisligum, sum liggur beint undir vatnskorpini.
Dagin eftir scanningina
sigur hon sjálv yvirlæknin
at eg havi grót í nýrunum
hon hyggur undrandi uppá meg
tá eg sigi
at eg ikki veit hvaðani ta er komið
eg havi ongantíð etið grót
nei sigur hon
tað er ikki ordiligt grót sum tað úti í náttúruni
men slíkt sum skapast í sær sjálvum
eg fari at flenna
oh you are joking sigur hon
og forrestin so sær livurin út til
at hava livað nakað hart
tað rørir meg ikki so nógv
tí eg hugsi mest um at sleppa heim
og tað sleppi eg kanska í morgin sigur hon
tí brunin í lungunum og fepurin er burtur
men fyrst mugu vit hava meira blóð frá tær.
Tóroddur Poulsen í: Blóðroyndir s.96