Friday, July 27, 2012

Hvat er natúrligt? Røða og ferniseringsmyndir



Kinna Poulsen

Tað er mær ein serliga stórur heiður at sleppa at vera við til at lata hesa framsýningina upp og eg vil fegin takka fyri álitið.

Filosoffar og psykologar hava í nógv ár kjakast um viðurskiftini millum málið og veruleikan, hvørt til dømis okkara tali- og skriftmál eru avleiðing og dokumentatión av veruleikanum ella um málið, sum t.d. Michel Foucault vildi vera við, skapar veruleikan.

Eg havi hugsað nógv um hetta meðan eg havi fyrireikað ein fyrilestur um samkyndleika og føroyska myndlist, sum verður hildin her í Østrøms fabrikk 31.juli. Tí tann samkynda listasøgan er ikki til. Ella sjálvandi er hon til, tí vit kenna øll bæði livandi og deyð, fantastisk, samkynd listafólk, men í okkara annars so siðsøguligu og ævisøguliga listabókum er ikki eitt orð at lesa um at listafólkini eru samkynd. Vit føroyingar eru annars so ómetaliga áhugaðir, tá tað kemur til "slag". Hvørjum slagið mann er av. Hetta slagið og hitt slagið, men tað eru vit eyðsýniliga ikki, tá tað kemur til "hitt slagið". Hetta hongur saman við teirri ósøgdu søguni hjá samkyndleika í Føroyum, sum henda framsýningin "Hvat er natúrligt?" er við til at broyta. Ein máliska, sum eg fegin vil vera við til at broyta er at vera av hinum slagnum, sum annars er brúkt sum vanligt hampamál um samkynd fólk. Ein spurningur kundi ljóða -"Er hon gift?" "-Nei, hon er av hinum slagnum verður svarað eitt sindur innforstaðið". Máliskan er idiomatisk, hugsið tykkum  hana á øðrum málum - "nej, hun er den anden slags" ella "he is the other kind". Men hetta er jú í veruleikanum ein ræðulig og ekskluderandi orðing.

Listafólk kenna alt til at standa uttan fyri borgarliga samfelagið, og tí er tað eisini fantastiskt, at tað júst í hesum høpi verður skipað fyri eini tílíkari listaframsýning. Hetta er ein ógvuliga øðrvísi listaframsýning, eg havi satt at siga ikki verið við til nakað líknandi áður. Men framsýningin er fjølbroytt og eg rokni við, at hon kann vera bæði upplýsandi og undirhaldandi í mun til hvat er natúrligt.

Summi av listafólkunum hava fyrihildið seg til samkyndleika millum djór, meðan onnur hava tikið upp temaið á annan hátt í mun til okkum menniskju. Stílurin er ógvuliga ymiskur, men orsakað av evninum eru allar myndirnar nøkulunda figurativar. Tey, sum framsýna her eru: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Annika Arge Gregoriussen, Astrid Andreasen, Astrid McDonald, Beinta av Reyni, Ditte Joensen, Fríða Matras Brekku, Hanni Bjartalíð, Heiðrik á Heygum, Hansina Iversen, Marianna Mørkøre, Marius Dam Christophersen, Herdis Jacobsen, Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Holm Mortensen, Gunnhildur Hauksdóttir, Hrafnkell Sigurðsson og Silja Strøm. Eg vil fegin takka øllum listafólkunum, harav fleiri hava donerað teirra verk til LGBT og at ynskja okkum øllum, hinskyndum sum transkyndum sum samkyndum hjartaliga til lukku við hesari framsýningini. Hon flytir mørk. Takk fyri!


Eg  haldi røðu

Lúshundurin hjá Astrid McDonald

Ælabogalittar rósur 

Ælabogamuffins



Listafólk og gestir

Framsýningargestir

Ja TAÐ er ónatúrliga ónatúrligt

Hugnaligt prát millum framsýningargestir og Aggi er í gullstúvlum


Deiligu hestadamurnar hjá Aggi

Tvær listakvinnur, sum eru við uppá ælabogamuffins

Vakra vespuhjarta hjá Marionnu Mørkøre

Tey ungu kulu 

Mariah Shug, professari og Eiler Fagraklett, fyriskipari. Aftanfyri hómast frálíka flugumyndin hjá Hansinu Iversen

Myndir: LGBT og KP