Wednesday, July 25, 2012

Tann ordiliga ólavsøkuframsýningin 2012


    •  

      Eftir ólavsøkuskránni at døma, verða heilt nógvar listaframsýningar um Ólavsøkuna. Umframt Lions-framsýningina í Müllers Pakkhúsi letur LGBT framsýningin Hvat er natúrligt? upp í annaðkvøld. Og við síðuna av í Steinprenti letur upp framsýning hjá Mariusi Olsen og Ilonu Raipala fríggjadagin. Á Lützenstrøð 13 fer Eyðun av Reyni at sýna fram og úti í Listahøllini á Skipasmiðjuni verður somuleiðis ein líknandi atelierframsýning at síggja og Amariel Norðoy fer at sýna fram í Galerie Focus um Ólavsøkuna (fyri nú bara at nevnar nakrar av framsýningunum, sum eg komi í tankar um). Men tann ordiliga ólavsøkuframsýningin, altso tann, sum á hvørjum ári er í Listasavni Føroya, letur upp Ólavsøkuaftan 28.juli klokkan 16. Hon verður ikki akkurát sum ordiligt, tí øll kundu ikki senda inn til framsýningina verk,,sum skuldu metast av eini sensurnevnd, eins og tað plagdi at vera. Í staðin eru fýra listafólk boðin at framsýna, tey eru Silja Strøm, Guðrið Poulsen, Bárður Dal Christiansen og Bárður Oskarsson.