Sunday, July 29, 2012

Ólavsøkurøðan


 
Tað er langt síðani, eg skrivaði nakað um mentanarpolitikk. Tað eru fleiri orsøkir til tess, kanska haldi eg, at hundrað innlegg um mentanarpolitikk eru nóg mikið, kanska er tað tí eg haldi, at tað eru meira umráðandi politisk evni at viðgera fyri tíðina, sum onnur enn eg hava betri skil fyri og kanska eitt sindur tí eg haldi, at torføra støðan, sum listin er í, ikki bert er eitt politiskur trupulleiki, men eisini hongur saman við øllum møguligum trupulleikum í listaumhvørvinum.

Men mest av øllum er tað tí vit júst hava upplivað okkurt, sum sigur okkum nakað um menniskjaliga sømiligheit, sum vit mugu dvølja við, áðrenn vit halda fram við teimum dagligu bardøgunum. Fríggjadagin møttu 5000 fólk til Faroe Pride fyri at fagna ymiskleika, kærleika og ordiligheit, og tað er nakað av tí mest rørandi, eg nakrantíð havi upplivað. 5000 fólk fortaldu hvat fyri samfelag, vit fegin vilja liva í og 5000 fólk skapaðu vón og trúgv uppá framtíðina. Tað var ómøguligt ikki at blíva djúpt rørd inn á sálina av fjálga lagnum, sum var til Faroe Pride og eg nokti at trúgva, at nakar politikari kann innleiða eitt nýtt tingár uttan at hava hesa fantastisku uppliving við sær í einari og hvørjari avgerð, sum skal takast.

So hesa ólavsøkuna skulu politikararnir fáa frið fyri mær. Eg fari at lata vera við at viðmerkja obligatoriska mentanarliga brotið í løgmansins ólavsøkurøðu, sum kann lesast her, og sum eg bara gangi út frá er skrivað áðren Pridina. Eg haldi ikki nakrar orsøkir vera til tað í ár. Tað skal nokk ganga tað heila, tí sømiligheitin er á rætta plássi.

"Harra formaður
Ríkt mentanarlív, góð útbúgvingarskipan og góðar granskingarumstøður eru eyðkenni fyri eitt samfelag
í menning.
Nógvir møguleikar eru at granska í Føroyum. Vit hava gransking á høgum altjóða stigi, og granskarar eru
við í nógvum altjóða verkætlanum.
Luttøkan í ES-granskingarsamstarvinum hevur roynst sera væl. Samstarvið endar í 2013, tá ið nýggja
samstarvið Horizon 2020 væntandi eisini kemur at standa okkum í boði. Sum liður í menningini av
føroyskari gransking er tað framhaldandi okkara ætlan at luttaka í ES-granskingarsamstarvinum.
Eitt granskarasetur gerst veruleiki um stutta tíð. Endamálið er at savna tøknikrevjandi gransking og
stimbra samstarv millum vinnuna og almennar granskingarstovnar. Við hesum fáa vit eitt umhvørvi, ið
kann gerast gróðrarbotnur fyri nýggjar vinnur og arbeiðspláss.
Hóast krepputíðir er útbúgvingarøkið raðfest við munandi hægri játtanum seinnu árini. Síðani 2008 er
talið á næmingum, ið taka eina miðnáms- ella hægri útbúgving í Føroyum økt úr umleið 2.300 upp í
umleið 3.000. Á íløgusíðuni eru stórar ábøtur fyri framman. Marknagilsdepilin verður væntandi liðugur
í 2016, og Løgtingið hevur eisini játtað pening til at útbyggja aðrar miðnámsskúlar.
Tað er gott og gagnligt, at ung leita út í heim at ogna sær lærdóm og royndir. Men at ein so stórur partur
av okkara ungdómi leitar burtur, kann eisini vera ein vandi. Tí ein stórur partur kemur ikki heimaftur.
Fróðskaparsetrið hevur ment seg nógv seinnu árini. Men neyðugt verður við betri lestrarmøguleikum og
einum stimbrandi lestrarumhvørvi, fyri at fleiri lesandi kunnu og vilja taka sína útbúgving her. Vit kanna
tí møguleikarnar fyri at bjóða fleiri útbúgvingar á Setrinum, og vit fara at raðfesta útbúgvingarøkið enn
hægri.
Frá august 2013 verða støðisútbúgvingin innan tøkni og lærlingaútbúgvingarnar samansjóðaðar. Skúlaskeiðini
verða løgd í fastar karmar, og lærarakreftirnar verða samskipaðar og gagnnýttar betur.
Fólkaskúlin er grundarsteinurin undir okkara útbúgvingarskipan.
Seinnu árini er stórur dentur lagdur á at menna lesi- og skriviundirvísingina. Telduforrit er ment til sjónog
lesiveik. Allir lærarar skulu á skeið í fakligari lesing og kunningartøkni. Arbeitt verður við at skipa
bygnaðin soleiðis, at tað gerst møguligt at gagnnýta játtanina betur.
Vit fara at styrkja møguleikarnar hjá teimum við serligum avbjóðingum. Arbeitt verður við at víðka miðnámsskúlatilboðini.
Tað ber til at skipa enn fleiri tilboð, so foreldur ikki kenna seg noydd at leita uttanlands
at finna børnum sínum skúla- og heildartilboð.
Stuðul til mentan, list og ítrótt er við til at tryggja eitt ríkt og fjølbroytt mentanarlív.
Eitt stórt framstig fyri okkara mál og mentan er, at allar føroyskar orðabøkur eru tøkar á netinum hjá
skúlunum.
Á savnsøkinum verður nógv gjørt fyri at verja okkara mentanararv. Millum annað verður arbeitt við at
tryggja, at føroyski báturin og gomul træskip verða varðveitt."