Wednesday, July 4, 2012

Daniel Milan í Steinprenti



Tað er ikki so lítið, sum hann hevur fingið avrikað seinastu vikuna í Steinprenti. 4 verk, 3 myndir og ein upprunagrafisk bók, sum verður prentað í 50 eintøkum. Hetta er aðru ferð, danski listamaðurin Daniel Milan er á arbeiðsuppihaldi í Steinprenti og hesa ferð vóru konan og dóttirin við. Daniel Milan er útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn hjá professarunum Peter Bonde og Erik Steffensen árini 2000-2006 har hann eitt styttri skifti var á Adademie der Bildenden Künste í München hjá Markus Oehlen professara. Prentini eru grundað á nakrar myndir úr einum blaði í Uganda, har listamaðurin búleikaðist í tvey ár saman við konuni, Káru Djurhuus, sum er føroysk og sum var í arbeiðsørindum í Uganda fyri ST. 


Blaðið eitur Red Pepper og er sambært listamanninum ein blandingur millum Ekstrabladet og En skør skør verden, tað vil siga eitt gølublað við søgum, ið sum heild eru rættiliga langt úti. Listamaðurin greiddi mær frá, at tey ikki leggja fingrarnar í millum í Uganda, tá gølusøgur taka seg upp og at fólk í  heilum mugu finna seg í, at fotomyndir av teimum í serstakliga eyðmýkjandi støðum verða almannakunngjørdar. 


Hesar avísmyndirnar eru yvirførdar á litografiska steinin og viðgjørdar listarliga og síðan eru tær prentaðar í tveimum litum, gulum og svørtum. Perman er eitt bjartlitt irisprent, sum gevur eitt sindur paradoksalar assosiatiónir til fegnar reggaerytmur, og tey ofta rættiliga lagnutungu tíðindini úr Afrika, samstundis sum vit kanska eisini koma í tankar um ælabogasymbolið hjá samkyndum. Eg spurdi listamannin um tað var rætt at tulka myndirnar hendan vegin og hann játtaði, at tílíkir tankar eru í permumyndini, eisini orsakað av ekstremu homofobiini í Uganda. 


Meðan Daniel Milan og familjan vóru í Uganda varð eitt rættiliga víðgongt lógaruppskot frammi um deyðarevsing til samkynd og ógvisligar fongsulsrevsingar til tey, sum yvirhøvur kendu til samkynd uttan at melda tey. Lógin varð ikki gjøgnumførd, tí amerikanski uttanríkisharrin Hillary Clinton hótti við at steðga øllum stuðli til Uganda, um hetta hendi, men so seint sum í februar í ár var hetta menniskjafíggindaliga uppskotið frammi aftur. Daniel Milan greiddi frá, at homofobiska lyndið í grundini stavar frá amerikanskum missionerum í Uganda. Hetta er hugvekjandi og tað eru verkini hjá Daniel Milan so sanniliga eisini. Tað er óvist nær myndirnar verða sýndar fram her á landi, men tær vera við í framsýning í hølunum hjá Danske Grafikere í Sølvgade í Keypmannahavn í august, fernisering verður 3.august. 


Bókin hjá Daniel Milan

Listamaðurin og litografurin arbeiða við steininum

Eitt áhugavert prent

Eitt av verkunum

Hugsunarsamur listamaður

Fotomyndir: Jan Andersson og Fríða Matras Brekku