Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn
fríggjakvøldið í Posthúskjallaranum.
Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við
amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út
av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har
skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.
Væl komin til framløgu fríggjakvøldið.
Mariann Hansen og Mike Viderø framføra leikin
TRAPPAN, ið Marjun hevur skrivað, og Bárður Persson hevur leikstjórnað.
Seinni lesur Marjun úr savninum, og vit fáa okkum
eitt glas av víni afturvið.
Kom og set á vikuskiftið fríggjakvøldið kl 9 við
einari góðari innihaldsløtu.
SPROTIN