Wednesday, July 18, 2012

Lítil standmynd - stórt hátíðarhald

Í dag var hátíðarhald í sambandi við, at Áartún í Havn er liðugt. Samstundis varð standmynd avdúkað, sum Janus Kamban gjørdi umleið 1984 av Áarstovubrøðrunum, Hans Andriasi og Janusi Djurhuus. Prinsippið í tí nýggja minnisvarðanum kundi mint eitt sindur um standmyndirnar hjá Hans Paula Olsen, har tað ofta verður gjørt nógv burtur úr soklinum, sum eisini ofta eru vatnrættir, eins og hansara standmyndir ofta innihalda perspektivforskjóting, ítøkiliggerð av tí óítøkiliga (t.d. av skuggum), og blandið millum trídimensionalt og tveydimensionalt. Men sum eg skilti tað, er tað arkitekturin, sum hevur funnið uppá. Lítla standmyndamodellið eftir Janus Kamban er fyri so vítt í lagi, sjálvandi er tað í lagi, men modellið var ongantíð hugsað til tað høpi, sum tað nú er í. Allíkavæl dámar mær væl, at standmyndin er lítil. Standmyndir eru annars ofta so stórar, monumentalar og óvinarligar. Eg veit ikki hvør hevur teknað umhvarvstekningina á glasplátuni, men saman við steinstabbunum kann hon eyðvitað fatast eins og skuggin av teimum báðum figurunum. Men har er okkurt løgið við glasplátuni, í øllum førum fær hon meg at hugsa um okkurt kommersielt heldur enn bókmentaligt/listaligt, sum kundi matseðil og príslisti hjá matstovuni beint aftanfyri verið skrivaður á plátuna. 


Í veruleikanum standa upplýsingar um Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus á glasplátuni og tað er sjálvandi gott, at hesir báðir týdningarmiklu rithøvundarnir fáa eitt minnismerki í Havn. Sum minnisvarði er hetta í lagi, sum standmynd er samanblandingin problematisk, serliga tá listamaðurin ikki er eftirspurdur. Hann er jú ikki til longur. Arkitekturin segði seg vóna, at fólk fóru at nærkast verkinum og fóru at gerast nóg forvitin til tess at lesa glasplátuna. Man ikki tað? Enn er hetta kanska ikki júst staðið at seta seg, um hugsað verður um allan riðilin av bilum, sum koyrir framvið hesum staði alla tíðina. Men í einum miðbýi uttan bilar og við eini tutlandi á kundi monumentið fungerað sum savningarstað, og hetta hevur arkitekturin helst eisini hugsað um. Fyribils giti eg, at minnisvarðin verður vælumtóktur í býarlívinum, glasplátan leggur í øllum førum upp til grafitti og til at fotografera myndir av fólkum, sum royna at fáa teirra høvd at passa við umhvarvið av teimum báðum høvundunum, sum eru teknaðir á glasið. Her eru myndir frá hátíðarhaldinum:



Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin




Fólk, sum lurta



Nógv fólk var og lurtaði í góðveðrinum

Fólk í sól


Heðin Mortensen greiðir frá økinum søguliga sæð. 

Eyðun Eliasen, arkitektur, greiðir frá verkætlanini “Áartún” og teimum tonkum, hon er sprottin úr


Jensina Olsen og Herluf Lützen framføra Kongaríkið í Babylon

Tórmóður Djurhuus, sum er í ætt við áarstovubrøðurnar, heldur røðu



Blandað kór syngur sangin ”Útlegd”. Orð: Janus Djurhuus, satsur: Vagn Holmboe
Solistur: Benjamin Gaasedal

 Leif Hansen stjórnar


Beinta Háberg avdúkar standmyndina “Áarstovubrøðurnir”

"Nú hava vit minnisvarðan her, og vil eg vegna Tórshavnar býráð takka Beintu Háberg fyri hesa stórfingnu gávu til býin og fyri gott samstarv, meðan arbeiðið er farið fram.." endaði borgarstjórin sína røðu

Lítla standmyndin, sum í grundini er eitt modell til eina standmynd í fullari stødd.