Tað kunnu væl ganga upp til fleiri dagar, har eg haldi, at alt er í lagi. Har eg gleðist yvir tey smáu tingini og ikki taki mær av teimum stóru og í heila tikið haldi tað vera lættari bara at hava eina eitt sindur fegna og jaliga frástøðu til tað heila. Summarhús hava lyndi til at skapa hetta huglagið, sum sjálvandi steðgar øllum produktiviteti. Samstundis er ein vika í summarhúsi frálíkt høvi til at skoða øðina uttanífrá, tá hon vendir aftur, og tað ger hon. Fyrr ella seinna kyknar ein hátíðarlig, heilhjartað og markleys øði í kroppinum og í gjár kyknaði hon ávegis flogvøllin aftan á eina viku í summarhúsi. Hetta hendi á Nordjyllands Kunstmuseum. ”Kunsten”, sum tað eitur nú.
”Kunsten” hevur eina frálíka fína samling, bæði av modernismu og samtíðarlist og bæði av lokalari og altjóða list. Fínt javnvigað og framúrskarandi formidlað. So tað var ikki tann vanliga spar- míni-erkvisnu-eygu-móti-amatørismuni-øði, sum kyknaði. Eg streyk framvið stórslignum verkum hjá Nan Goldin, Georg Baselitz og Sigmar Polke uttan at vera før fyri at uppliva tey, tí eg var so etandi fratør yvir heitið ”Kunsten”. Tað er tað ljótasta, andstyggiligasta royndin at vera smartur síðan nakrar forbrendar typur í Herning funnu uppá at kalla teirra annars so fína listasavn fyri HEART. Tað er so langt úti, at eg í grundini havi fortrongt tað og als ikki havi hug at tosa um tað. Meiningsloysið er totalt, hví skal nakað av tí besta, sum vit eiga, listasøvnini tyngjast við nøkrum av tí mesta platta og popputa lokalplanslortabrandingsmøsni sum er til. Er tað als eingin, sum hevur sans fyri nøkrum sum helst longur? Eina løtu tóktist øll heimsins órættvísi, deyði og elendigheit sum týdningarleysir smálutir í mun til ómetaliga stóru óbótagerðina sum tað er, at kalla hetta listasavnið fyri ”Kunsten”, og eg físti meg gjøgnum sal eftir sal við stórari list sum hevði eg fingið ein hjáleiklut sum apukattur í onkrum b-filmi.
Inntil eg sá eina lítla mynd hjá Gerhard Richter, ið bara var so fantastisk, at ikki bara gerandislutir sum kríggj og hungursneyð, men eisini tey heilt stóru evnini sum navngeving av listasøvnum hvurvu úr míni tilvitsku. Hon er framúrskarandi góð, sansalig og sterk og rúmar á serligan hátt sínum egna veruleika, sínum egna máli og síni egnu tilvitsku. Og eg veit ikki um eg megni at greiða frá hvat eg meini við, men eg kann royna. Tað er eins og verkið vísir tankan, hvat tankin er, hvat tankin megnar og hvussu tankin kemur. Men tað er ikki ein tanki, sum er til frammanundan, tað er tankin hjá myndini sjálvari og á henda hátt skapar myndin ein veruleika, sum er eins fløktur og vakur sum veruleikin, men sum ikki er veruleikin, men veruleikin hjá myndini. Hetta er stór, stór list, kundi eg kanska eisini bara sagt.
Og nú eru tað í grundini ikki míni ørindi at staðfesta, at har sær mann hvat listin megnar. At listin megnar at fáa okkum út úr okkara sjálvsrættvísu øði og leiða okkum móti øðrum djúpari, størri, týdningarmiklari medviti. Tí hetta er jú eyðsæð og á ein hátt eisini eitt sindur keðiligt. Eg ætli heldur ikki at játta mínir egnu moralsku timburmenn aftaná, at øðin er farin fyri at halda uppá, at vit øll somul skulu royna at vera meira jalig. Uha nei og eg havi ongar ætlanir um at taka annað skinn um bak. Nei, tað sum eg havi í kvittanum er at ávara øll sum kundu fingið hug at broytt heitið á Listasavni Føroya við íblástri frá teimum hugsjónarfullu norðurjútunum. Tað er jú tað, at hesin bloggurin eitur Listin, ið er eitt útmerkað heitið til ein blogg, men als ikki til eitt listasavn, so vissi tit finna uppá at kalla okkara tjóðlistasavn fyri Listin, so taka vit patent uppá navnið og saksøkja tykkum niður og norð…
(IS)