Monday, July 23, 2012

Marius og Ilona - aftur í landslagið



Tey flestu munu vera greið yvir, at landslagið spælir ein høvuðsleiklut í føroyskari listasøgu. Okkara fyrstu listafólk málaðu realistiskar og romantiskar myndir av okkara høgt elskaða landslagi nøkulunda samstundis sum illusionistiska landslagsmyndin varð endaliga avtikin við kubismuni í Paris. Síðani hava okkara listafólk við treysti tulkað heimliga landslagið í ekspressivum, romantiskum, impressionistiskum, dekorativum, naivistiskum myndum. Vit hava tikið føroyalistina til okkum og eisini uttanlands hevur upprunakendi reinleikin hugtikið tey listaáhugaðu. Men heldur ikki tey ungu listafólkini sleppa heilt undan at taka støðu ella frástøðu til landslagið, og tá vit umrøða okkara ungu listafólk, leggja vit stóran dent á, at tey ikki brúka landslagið sum myndevni.

Tað gera tey bæði, Marius Olsen og Ilona Raipala, sum sýna fram grafikk og málningar í Steinprenti komandi vikurnar. Framsýningin letur upp fríggjadagin 27.juli klokkan fýra. Marius Olsen, sum er millum okkara fremstu listafólk, møtti Ilonu Raipala, tá hon í sambandi við akademiútbúgving sína, var í starvslæru í Steinprenti í 2009. Tey bæði listafólkini høvdu eina sera væl eydnaða grafikkframsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyri tveimum árum síðani,  og nýggja framsýningin verður neyvan minni spennandi. Í øllum førum verður hon tøkniliga meira fjølbroytt, av tí at Ilona Raipala hesa ferð eisini sýnir fram málningar umframt prent.

Hennara myndevni eru av kvinnum og av umhvørvinum, av húsum og skógi, har føroyskt-finska listaparið býr í Finnlandi. Listafólkini taka bæði støði í landslagnum, men rættiliga stórur munur er millum spontanu, ekspressivu og villu málningarnar hjá henni og so tann meira inntonkta, greinandi grafikkin hjá honum. Á einum av hansara linoleumsprentum hevjar violetta og appilsingula fjallið seg upp úr djúpbláari grund eins og í eini opinbering. Áskoðarin verður helst bilsin av heitinum á myndini, tí heitið avdúkar, at hetta avmyndar gosfjallið Vesuvio, sum í ógvusligum eldgosi ár 79 legði Pompeii í oyði. Gosfjallið er tætt við italska stórbýin Napoli og mett at vera eitt av heimsins vandamiklastu gosfjøllum. Tað kann væl vera, at lagnutunga søgan hjá fjallinum hómast á dramatisku lýsingini, men einfalda fjallaskapið, teknað á sjónarringin, er eisini ein føroysk grundmynd, sum Marius Olsen gevur okkum og sum prógvar, at landslagið enn stendur sterkt í føroyskari samtíðarlist. Framsýningin í Steinprenti á Skálatrøð verður opin um Ólavsøkuna og nakrar vikur fram.