Saturday, September 24, 2011

List í almenna rúminum


Stuðul til list er nyttuleyst. Tað er dýrt, nyttar onki og kastar onki av sær til samfelagið. Enn ein byrða til skattgjaldaran. Hetta man mangt listafólk og mangur politikari hava hoyrt frá fólki, sum í fullum álvara taka undir við hesum tonkum. Men er tað nú so einfalt...

List gevur framdrift
At stuðul skal latast til list vísa flest allir norðurlendskir politikarar í gerðum, og tað vistu fortíðar stórmenn eisini; tí list skapar trivnað og er á mangan hátt samfelagsgagnlig. Hóast list ikki letur seg mála við málibandi, so hava fleiri nútíðar kanningar bent á, at list er beinleiðis drívmegi fyri búskaparvøkstri.

Men at list skuldu vísa seg at vera so ovurhonds samfelagsgagnlig, tað vardi ikki fyrrverandi finska ráðharran í arbeiðsmálum,Tarja Cronberg. Hon fekk ein serfrøðingabólk at lýsa, hvønn týdning list hevur fyri mentanargeiran. Og tað var ikki hissini úrskurður: at myndlist er tann grundgransking, ið gevur framdrift í allan kommerciella og kreativa geiran.

Hin eksperimenterandi hugsanin og ævigt endurnýggjandi listin trýstir frameftir. Hon skapar menning í kreativa vinnu, antin tað snýr seg um at binda troyggjur, prýða veggir, ella gera eitt nýtt telduforrit. Samfelagsvirði við list og mentan kann ikki gerast upp í pengum. Eitt samfelag við yvirflóð er fátækt uttan list og skapandi mentan!

Kreativídnaðurin nógvar vakstrarmøguleikar
Myndlist er tað sama fyri kreativa geiran, sum tøknilig og náttúruvísindalig gransking er fyri vinnulívið og ídnaðin. Tað meinar Bjarne Werner Sørensen, formaður í Billedkunstnernes Forbund í Danmark. Og myndin úr Finnlandi sæst eisini aftur í búskaparligum frágreiðingum hjá ES. Ein teirra er Frigørelse af de kulturelle og kreative industriers potentiale frá apríl 2010. Henda vísir á, at mentanar- og kreativi geirin er ein av teimum týdningarmestu búskaparligu rakstrarmáttunum í Europa. Har verður m.a. sagt, at mentanar- og kreativídnaðir hava stórt vakstrarpotentiali og standa fyri 2,6% av BTÚ í ES.

Í Finnlandi kom eisini fram, at samstundis sum listin er so avgerandi táttur í samfelagnum, so hava listafólk ilt við at breyðføða seg. Hesi listafólkini, ofta myndlistafólk, fáa ikki part av tí meirvirði, tey sjálv skapa í samfelagnum. Dagliga stríðið at yvirliva ger tað trupult at fremja listarliga virki. Tí øll list er nevniliga ikki sølubar -tað er listarligi veruleikin. Og harafturat er góð list sjáldan egnað at kopiera. Hinvegin fáa onnur frá listini og kunnu umseta til stór virðir t.d. sniðgeving, listahandverk, byggilist, filmsgerð, móta- og telduídnaður.

Listastuðul er ikki sosialhjálp
Stórídnaðurin hevur longu sæð drívmegina og fyrimunirnar, listini hevur við sær. Stjórin fyri Dansk Industri, Lars B. Goldschmidt, hevur ofta víst á, at kappingarførleikin á globala marknaðinum er tvinnaður saman við skapandi listini. Hann tvinnar vinnulív og myndlistina saman og sigur, at “Den skabende dannelse, som ligger i billedkunsten, er vigtig i forhold til de kompetencer, vi har brug for i erhverslivet. På det globale marked hedder det forny eller forsvind.” Og hann sigur eisini, at “billedkunstens udøvere [træner] det sublime håndværk. Det er gennem kombinationen af håndværk og kreativitet, at man kan skabe det, som virksomhederne skal tjene penge på i fremtiden«.

Stuðul til list er hvørki sosialhjálp ella byrða, men íløga og viðurkenning av virðismiklum arbeiði, ið kemur felagsskapinum til góðar. Og tí er tað, politikarar skulu stuðla list. Og tí skulu teir keypa list.

Og so er at minnast til, bæði hjá politikarum og privatum stuðlum: Listin skal onki, heldur ikki stuðlaða listin. Hon er fræls og eigur á ongan hátt at verða stýrd!

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi