Wednesday, September 28, 2011

Frælsi at velja hvønn man skal selja seg sjálvan og frælsi sítt til...

Vallistin

Løgmaður hevur skrivað út nýval, so nú verða vit aftur undirdíkt av politiskari próvførslu í orði og tal, myndum og eini ørgrynnu av plakatum, ið allar skulu sannføra okkum um rætta staðið at seta krossin. Og longu nú hava vit eina tíð upplivað óvanliga aktivar politikarar á facebook, sum viðmerkja til høgru og vinstru í eini roynd at nærkast og tekkjast okkum veljarum.

Val er útskrivað og enn er einki avgjørt. Tað er um at njóta hesa spentu, men friðsælu løtu á sama hátt sum tá tú situr í flogfarinum og ikki fær gjørt nógv annað enn at sita pinnstillur og njóta tvingaða uppihaldið. Gamaní geva hvørki tann slevjuti atlanticbollin ella tað lága atkvøðutalið til fólkatingsvalið allarbestu vónir. Men vónin er sum kunnugt ljósagrøn og nú sita vit so her eina løtu og eru øll somul í sama lítla flogfari, sum sveimar onkrastaðni uppi yvir atlantshavi og tað er hugnaligt og kanska einir tveir gin & tonic kunnu svølgjast á leiðini, alt meðan vit í okkara stilla sinni stúra og undrast á øll tey, sum ikki tíma at vera við í okkara flogfari, men sum heldur vilja búgva í Danmark og aðrastaðni har tað eru fleiri biografar og caféir og Netto ikki um at tala.

Her á listablogginum eru vit - ikki tykkum at siga - bjartskygdar av lyndi og í dag feira vit, at val er í nánd og at tað heila vónandi verður betri um eitt bil, tá Føroya fólk hevur hugsað seg um "at velja tað besta áðrenn tey kross á blað skulu festa.." sum Sonhard sang á sinni. Ja, vónin er ljósagrøn eins og fólkatingsvalplakatirnar hjá Tjóðveldi, sum av órannsakandi áðum hevði valt eina ófrættakenda kombinatión av skríggjandi grønum bakgrundsliti og svarthvítt antikveraðum passmyndum, ið broytti sjálvt tey mest fittligu og dynamisku snýðini til uppafturgrivin hasbeens í plakatum, sum fyri tað mesta mintu um lýsingartilfar til night of the living dead. Og ikki vóru hinir flokkarnir petti betri. Fólkaflokkurin brúkti somu vónleysu kombinatión av grasgrønum og svørthvítum portrettmyndum. Við styling og fotoshop og øðrum fanansskapi vórðu hesi fólkini, sum vit kenna so væl, avskeplað við eitt sindur ov starandi eygum, eitt sindur ov slættari húð og eitt sindur ov klorinhvítum tonnum so at tað rann plakatáskoðaranum kalt niður eftir rygginum.

Valplakatir hava ikki sama stóra leiklut í valstríðnum í dag sum tær høvdu fyrr í tíðini, áðrenn sjónvarp og internet. Miðlaumhvørvið er broytt, men tað sær ikki út til, at framleiðararnir av valplakatunum hava gjørt sær greitt, at henda broyting er farin fram. Í øllum førum verður hildið áfram eins og einki var hent við plakatum, sum siga alsamt minni. Í einum so lítlum landi sum okkara átti ikki verið neyðugt at brúkt túsundavís av krónum uppá plakatir, sum bara eru meir og minni væl eydnaðar portrettmyndir av avvarðandi valevni og einum stórum bókstavi, sum vísur hvørjum flokki valevnið er í. Vit vita fyri tað mesta hvørji tey eru og vit vita hvussu tey síggja út uttan fotoshop og alt tað. Hví ikki lata valplakatirnar spegla tann stóra eldhug, ídni og áhuga, ið fyllir fólkini, sum fáa plakatirnar gjørdar og sum  heingja plakatirnar upp? Uttan at hava nakað prógv, rokni eg ikki við, at plakatirnar flyta eina tí einastu atkvøðu. Og um vit ásanna hetta, at plakatirnar hjá flokkunum primert venda sær til veljararnar hjá somu flokkum, kundi tað kanska verið meira hóskandi at fingið greiðan politiskan boðskap í plakatirnar, sum kann virka savnandi í mun til kjarnuveljararnar og undirhaldandi hjá okkum øðrum.


Søgan hevur lært okkum at ræðast propagandaplakatir, men vit mugu ikki vera bangin fyri boðskapi fyri tað. Politikkur er fullur av sannførdum fólkum. Hví ikki brúka sannføringina, eisini í plakatunum. Til tess at fáa politiska boðskapin fram á besta hátt er tað ein fyrimunur at hugsa kreativt og øðrvísi bæði innihaldsliga og grafiskt og hetta er jú nakað, sum listafólk duga. Vit hava leitað fram nøkur listaverk, sangir, myndir og yrkingar m.a., har móttakarin onga løtu ivast í hvar hjartað hjá avvarðandi listafólki er. Vit ætla komandi tíðina at undirhalda við hesum verkum, men vit byrja til stuttleikar við nøkrum politiskum plakatum, val- og propagandaplakatum úr USA og Danmark. Summar eru stuttligar, aðrar eru flottar ella fittar og onkur er beinleiðis ólekkur sum hendan fyrsta, ein lýsing hjá Dansk Folkeparti, sum var partur av teirra valstríði í 2001.